
Sílakvinnurnar fara her um málið á ólavsøku 2008. Góð mynd av róðurskvinnuni, sum hyggur yvir í málbilin.
Í dag er 1. mars, og nú merki eg, at tað veruliga stundar til nýtt kappróðrarár. Fólk hava spurt meg, hví áhugin er so stórur fyri kappróðri og spyrja meg, um eg havi róð sjálvur. Nei, eg havi ikki róð sjálvur men stýrdi Sílinum, Ørvi og Sølmundi sum trettan, fjúrtan og fimtan ára gamal, áðrenn eg kastaði meg yvir hondbóltin. Av tilvild kom eg aftur í Havnar róðrarfelag í 1996, men líka síðani frá fyrst í 1980 árunum havi eg skrivað um kappróður. Og minnini frá kappróðrinum eru sterk og góð. Læs resten








