Vælfyriskipaða U17 kappingin er av og seinastu liðini fóru úr Føroyum mándagin. Tey úr Russlandi, íslandi og Tjekkia søgdu seg vera ómetaliga væl nøgdan við kappingina og blíðskapin í Føroyum. HSF hevur millum annað fingið takkarskriv úr Kekkia. Eitt hernaðarflogfar kom mánadagin í Vágar eftir kekkisku spælarunum. Men alt kostar pening, og EHF setir nógv krøv til fyrireikarar av slíkum kappingum í hesum førinum Hondbóltssambandið. Hetta havi eg tosa við Ára Rouch um. Læs resten
Beinta Bárðardóttir fær nógv burturúr á eftirskúlanum í Oure

Beinta Bárðardóttir er væl nøgd við úrslitini hjá landsliðnum og er væl nøgd við egin avrik. (Mynd Vagnur)
16 ára gamla Beinta Bárðardóttir gongur á eftirskúlanum í Oure á Fjóni, har hon valdi hondbólt sum linjulærugrein. Hon kom um vikuskiftið til Føroya at spæla ímóti Russlandi, Íslandi og Tjekkia. Mín áhugi var serliga, hvussu Beintu dámar eftirskúlan, hvussu nógv tey venja hondbólt, og um hon er vorðin ein betri hondbóltsspælari. Tí eg havi varhugan av, at fleiri føroyskir spælarar, sum koma á hondbóltseftirskúlan, ikki koma aftur sum betri hondbóltsspælarar. Alt velst jú um, um tú sum ungur bara vil heimanífrá, ella um tú veruliga vilt nakað við hondbóltinum. Eg fann skjótt út av, at Beinta vil gerast betri hondbóltsspælari. Eg hitti Beintu eftir dystin millum Føroyar og Russland. Og Beinta sigur: Læs resten
Málið er at gerast yrkisspælari, sigur íslendska Lovísa Thompson
Eftir dystin leygardagin millum Russland og Ìsland kom eg at hitta 15 ára gamal íslendska landsliðsspælaran Lovísu Thompson úr Grótti og íslendska liðleiðaran Guðríður Guðjónsdóttir. Fyrst skuldi tað vísa seg, at Guðríður kendi væl til føroyskan kvinnuhondbólt, tí hon var á Fram-liðnum, sum á heysti 1979 spældi tveir Europa cup dystir ímóti Neistanum í Føroyum. Hon mintist neistaspælararnar Svannu og Rannvá Hanusardóttir. Men fyrst til dystin millum Russland og Ísland. Læs resten
16 ára gamla Rzaeva Milana venur hondbólt 24 tímar um vikuna
Í sambandi U17 landsdystirnar í Føroyum hitti eg á middegi (leygardag) russiska leiðaran Mikhail Kokovkin og russiska landsliðsspælaran Rzaeva Milana á Hotel Føroyum. Ørindini míni vóru serliga, hvussu russiskur ungdómshondbóltur er skipaður, og hvussu nógv russisku genturnar venja, tí vit vita, at slíkir spælarar venja nógv meira og á ein heilt øðrvísi hátt enn tildømis føroyskir spælarar. Í Føroyum kenna vit væl til russisk A-kvinnulandsliðið, sum vit hava sæð spælt í OL, HM og EM kappingum. Fyrst spurdi eg tey bæði, um tey kendu nakað til Føroyar, áðrenn tey komu á okkara klettar? Læs resten
EB genturnar vóru móttiknar sum hetjur á Eiði

Frá vinstru : Sarita Vesturdal Vesturtún (venjari) Eydna Á Bø, Elsa Holm Andersen, Miriam Ejdesgaard, Karin Mørkøre Kruse, Sára Jacobsen, Jákup Hanusson (venjari)
Fremst frá vinstru: Sandra Hammer, Ró Tordardóttir Andreassen, Lea Símunadóttur Lisberg, Rún Tordardóttir Andreassen, Krista Nygaard Hellisfoss.
Nú er nakað frálíðið, síðani steypafinalurnar vórðu spældar í hondbóldi. Men enn hevur sigursrúsurin ikki rættiliga lagt seg á Eiði, eftir at gentur 12 ár hjá felagnum vann steypafinaluna. Hetta er fyrstu ferð í nýggjari tíð, og fyrstu ferð síðani høllin kom á Eiði, at eitt A-lið hjá EB vinnur eina steypafinalu. Fyri hondbóltin í Føroyum eru gleðitíðindi, at hondbólturin á Eiði mennist, og spælarar leggjast til. Tað var tann tíð, tá Eiði hevði lið í bestu kvinnu- og mansdeild, men hondbólturin á Eiði hevði ongan møguleika, tá hondbóltur bleiv innanduraspæl miðskeiðis í 1970-árunum. Sunnuvá Vesturdal er forkvinna í Eiðis bóltfelag. Læs resten
Politiska hornið – Javnaðarflokkurin er í løtuni í “ynskistøðu”
Tað kemur ikki óvart á fólk, at júst Javnaðarflokkurin stendur seg best í veljarakanningum í løtuni. Nógv ónøgd fólk er í Føroyum og vilja hava broytingar. Orsøkin er, at núverandi samgonga slóðar fyri stættarmuni, og tað ynskja flestu føroyingar ikki. Ikki nógv ár eru síðani, at táverandi formaður Javnaðarfloksins snaraði flokkinum til høgru, men núverandi formaðurin sigur, at Javnaðarflokkurin fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin, sum seinnu árini hevur havt alla maktina í landinum. Flokkurin situr á fiskivinnuni og pengakassanum. Men hví veksur Javnaðarflokkurin? Læs resten
Tríggir “lykladystir” næstu vikurnar gera av FM-finaluplássini
Eg kagi júst í dómaraseðlarnar í mansdystunum millum Neistan og H71 og dystin millum StíF og VÍF. Løgin hagtal millum Neistan og H71, tí meðan fyrri hálvleikur var ógvuliga javnur, so skoraðu liðini í seinna hálvleiki mál í stimum. Tá trettan minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki var Neistin á odda 19-17, men næstu átta minuttirnar vann H71 5-0 og kom á odda 22-19. Næstu fimm minuttirnar skeyt Neistin fimm mál, so seks minuttir fyri leiklok var javnleikur 23-23. Men so fekk Neistin bara eitt mál seinastu fimm minuttirnar og H71 tvey mál, so H71 vann dystin 25-24 og er framvegis væl við um at náa FM-finalurnar. Læs resten
29. mars fáa vit at vita, hvørji kvinnulið spæla FM-finalurnar

Helga E. Kjærbo og Milica Rankovic í Vági fríggjakvøldið. Nicoleta Hansen sæst millum tær báðar. (Mynd Bjartur Vest)
Kappingin um at náa FM-finalurnar hjá kvinnum gjørdist um vikuskiftið enn meira spennandi eftir at Kyndil tapti í Vági. Fólk bíðaðu eftir dystunum í Vági millum VB og toppliðini Neistin, Kyndil og VÍF. VB-VÌF dysturin varð ikki spældur næstseinasta vikuskifti, Neistin vann á VB fríggjakvøldið, og Kyndil tapti fyri VB í dag. Tá so VÍF vann á StÍF á Skála,og Neistin vann á Stjørnuni í Havn, so haldi eg, at tann 29. mars er dagurin, tá vit endaliga fáa at vita, hvørji tvey lið spæla FM-finalurnar. Hví júst 29. mars? Tí tá spæla VÍF og Kyndil í Vestmanna. Læs resten
Brúgvin um Sandá skal standa liðug á ólavsøku í ár.
Teir fyltu Phoenix eftir trimum døgnum á Flemish kap
Tá eg mánamorgunin spákaði á Vestur bryggju, hitti eg Sverra Láadal kokkin umborð á trolaranum Phoenix, sum hevur siglt við trolaranum í trý ár. Teir landaðu Phoenix, sum júst var komin fullfermdur aftur av Flemish kap. Eg visti, at illveður var á heimferðini hjá skipunum, og ógvusligar myndir eru at síggja á Vágaportalinum. Nú skjótt 73 ára gamli kokkurin Sverri Láadal segði soleiðis: Læs resten






