Grundspælið er av í bestu mansdeild, og úrslitið gjørdist júst tað, sum vit roknaðu við frá byrjan. VÍF, H71 ella Kyndil komu at spæla FM-finalurnar, skrivaði eg longu tíðliga í kappingini. Niðast er støðan tann frá 21. desember 2014, og her síggja vit, at mest sum einki er broytt í toppinum síðani tá. Tað var dysturin millum Kyndil og H71 á Hálsi herfyri, sum H71 vann, og sum gjørdi av, um Kyndil ella H71 spældu ímóti VÍF í FM-finalunum. Læs resten
Skriviborðstigini spøkja framvegis í bestu deildunum
Tá eg 1. februar hugdi í stigatalvuna og fann út av, hvørjir dystir vóru eftir at spæla í grundspælinum, gitti eg, at skriviborðstigini komu at gera av, hvørji lið spæla FM-finalurnar, og hvørji lið vunnu grundspælið. Og tað vísir seg nú, at metingin er næstan røtt . Grundspælið endar leygardagin, og vóru skriviborðstigini ikki komin fyri, so kundi alt endað øðrvísi. Farið er farið verður sagt, men í eini eftirmeting skal alt við. Læs resten
Pengakassin hjá ítróttafeløgunum er mest sum altíð tómur
Í gjár hoyrdi vit í fjølmiðlunum, at UEFA hevði gjørt av, at meira peningur skal latast til liðini, sum klára seg best í landskappingini og altjóða kappingunum. Tildømis fekk Havnar Bóltfelag 600.000 krónur í sín posa. – Hetta broytir einki í okkara felag, sigur formaðurin í HB. Áskoðaratalið er minkað nógv seinnu árini, og lýsingapengurin og stuðulspeningur er eisini minkaður, leggur HB formaðurin afturat. Hetta fær meg at hugsa um, at líka mikið, hvussu nógv eitt ítróttafelag fær skava saman av peningi saman í kappingarárinum, so er pengakassin mest sum altíð tómur. Spælarasáttmálar, útlendingar og aðrar útreiðslur fara við øllum peninginum. Læs resten
H71 má vinna báðar dystirnar til tess at náa FM-finalurnar. Trý stig er eisini nóg mikið.
Hoyrdi í Rás 2 sunnudagin kyndilsspælara iðra seg um, at Kyndil ikki vann dystin og tapti annað annað stigið á stokkinum. Eg vil venda tí við og siga, at kyndilsmenn gjørdu kvettið í Vestmanna, tí fekk VÍF eitt mál afturat, og Kyndil tapti dystin, samstundis sum H71 vann á KÍF við einum máli, skuldi H71 bara vinna á Team Klaksvík mikudagin, so var H71 í FM- finalunum. Eina stigið hjá Kyndli í Vestmanna ger, at nú skal H71 vinna báðar seinastu dystirnar til tess at koma í FM-finalurnar. Læs resten
Sjóvinnuhúsið gerst megnar bygningur á Vestaru bryggju
Fríggjadagin dittaði eg mær at fara inn í Sjóvinnuhúsið áður nevnt Saltsøluna á Vesturu bryggju. Stóri bygningurin er klæddur uttan og riggar heilt væl, men hvussu langt er komið innan? Vitjanin skuldi gerast ógvuliga áhugaverd. Nógvir handverkarar av øllum slag á øllum hæddunum. Málarar, maskinmenn, timburmenn, betongmenn og el menn. Allir veggir, sum kunnu, eru tiknir niður og vorðin til stór rúm. Har er saga úr tjúkkum betongveggum. Mest áhugaverda var at síggja saltgoymlsuna, sum gólv eru løgd í, og sum skal gerast til fundarrúm og kafeteria. Læs resten
Áhugavert roknistykki á stigatalvuni í bestu mansdeild
Kyndilsmenn høvdu gyltan møguleika ímóti H71 á heimavølli at seta seg á seinna FM-finaluplássið, men tapið seinasta sunnudag gjørdi, at H71 sjálvt kann gera av, um liðið skal spæla FM-finalurnar. Kyndil má fáa hjálp frá øðrum liðum. Sunnudagin klokkan 15.00 spæla H71 og KÍF í Hoyvíkshøllini, og VÍF og Kyndil spæla í Vestmanna klokkan 16.00. Kyndil hevur tveir dystir eftir at spæla, og H71 tríggjar dystir eftir at spæla í grundspælinum. Roknistykkið á stigatalvuni er áhugavert, tí sjálvt um bæði Kyndil og KÍF vinna sínar dystir sunnudagin, er einki avgjørt um at náa FM-finalurnar. Læs resten
Myndin sigur frá serligum parti í søgu Neistans
Fyri okkum “eldru” vekir júst myndin av uttanduravøllinum í Gundadali serlig minni. Vit fingu um endan av tíðini, tá ið spælt var á grúsvølli, at vøllurin varð asfaltteraður í 1964, og at Neistin fekk framkomið felagshús við brúsum, vesum og stórum felagsrúmi. Men myndin sigur eisini frá øðrum í Gundadali. Læs resten
Neistin og Kyndil kvinnur spæla FM-finalurnar – Mansdeildin er ikki enn avgjørd
Avgerandi dystirnir seinastu fýra dagarnir gjørdist ikki rættiliga, sum eg gitti. Eg roknaði við, at vit máttu bíða til 29. mars at finna FM-finalistarnar í bæði bestu kvinnudeild og bestu mansdeild. At VÍF kvinnur taptu í Vági, samstundis sum skert kyndilslið óvæntað vann á Neistanum gjørdi, at Neistin og Kyndil spæla FM-finalurnar í apríl mánað. Vann mansliðið hjá Kyndli í dag, var Kyndil mest sum í FM-finalunum, men H71 vildi nakað annað. Mansdeildin er ikki endaliga avgjørd enn. Næsta sunnudagin spæla VÌF og Kyndil í Vestmanna og H71 og KÍF í Hoyvíkshøllini. H71 er í løtuni nærri FM-finalunum enn Kyndil. Læs resten
Úr myndasavninum – Eftir 22 ára “FM-turk” vinnur Neistin FM-heitið í 2000
Besta manslið hjá Neistanum hevur vunnið FM-heitið átta ferðir. Í 1949, 1953, 1955, 1978, 2000, 2008, 2010 og 2011. Fyrstu tríggjar ferðirnar í 1949, 1953 og 1955 veit eg lítið um, og eg havi higartil ongan felagsmynd funnið av meistarunum frá hesum árunum. Í 1978 spældi eg sjálvir við neistaliðnum við Hanusi Joensen sum venjara, men so skuldu ganga 22 ár til næsta FM-heitið hjá neistamonnum, og tað gjørdist bæði søguligt og serligt. Nú skuldu øll segl setast at vinna FM-heitið, og Neistin hevði ótrúliga gott lið hetta kappingarárið. Páll Poulsen var høvuðsvenjari, og á liðnum vóru so góðir spælarar sum Áki Olsen, Heini Hanusarson, Finnur Hansson og Kári Mortensen og aðrir. Søgan um Áka Olsen úr VÍF er serlig og áhugaverd. Læs resten
Sólarmyrkingin – sum á ólavsøku í havnargøtu
Hugaligt í morgun at hyggja suður í Nólsoyarfjørð. Norrøna liggur sum gistingarhús við bryggju, har eini 700 fólk bíða eftir sólarmyrkingini. Eitt ferðamannaskip liggur við bryggju, og annað kemur júst inn um Molan. Ì gjár var eg og vitjaði mammu mína á Ellisheiminum, og vit komu at tosa um sólarmyrkingina í 1954. Í 1954 var einki føroyskt útvarp og sjónvarp, føroyingurin lurtaði serliga eftir norskum og enskum útvarpi. Danskarin hoyrdist ikki væl í Føroyum um hetta munið. Mamma minnist serliga mammu sína siga eftir sólarmyrkingina: Var hatta bara tað. Læs resten









