Sólarmyrkingin – sum á ólavsøku í havnargøtu

Hugaligt í morgun at hyggja síður í Nólsoyarfjørð. (Mynd Vagnur)

Hugaligt í morgun at hyggja síður í Nólsoyarfjørð. (Mynd Vagnur)

Hugaligt í morgun at hyggja suður í Nólsoyarfjørð. Norrøna liggur sum gistingarhús við bryggju, har eini 700 fólk bíða eftir sólarmyrkingini. Eitt ferðamannaskip liggur við bryggju, og annað kemur júst inn um Molan. Ì gjár var eg og vitjaði mammu mína á Ellisheiminum, og vit komu at tosa um sólarmyrkingina í 1954. Í 1954 var einki føroyskt útvarp og sjónvarp, føroyingurin lurtaði serliga eftir norskum og enskum útvarpi. Danskarin hoyrdist ikki væl í Føroyum um hetta munið. Mamma minnist serliga mammu sína siga eftir sólarmyrkingina: Var hatta bara tað.

Eftir vitjanina spákaði eg mær oman í Vágsbotn, og har var sum á ólavsøku. Nógvir útlendingar, sum gingu í gøtunum alla staðni. Spákaði síðani niðan gjøgnum býin, har vóru fremmandifólk eisini alla staðni. Áhugavert at síggja, at hesi fólkini vóru ikki slík fólk, sum vanliga við ferðamannaskipum vitja Føroyar um summarið. Fólkini, sum nú eru í Føroyum, er á annað hátt ílatin. Tey ganga ikki við einum býarkortið í hondini og hyggja inn í sýnisgluggarnar. Tey eru meira lík gongufólkum og ílatin hareftir.

Møguleikarnir at siga frá sólarmyrkingini í 2015 eru heilt øðrvísi enn í 1954. Hoyrdi um kvinnu, sum átti summarhús í Tjørnuvík. Hon bjóðaði fram húsið á alnótini úti heimi, og nú koma tveir eldri amerikumenn at búgva í Tjørnuvík og uppliva sólarmyrkingina. Øll hotellini Havn eru fullsett. Sjálvur havi eg ikki hugsað so nógv um sólarmyrkingina. Havi lisið okkurt í bløðunum, men tað er so alt. Sjálvandi eitt sindur spentur, sum øll onnur, hvat fer at henda í morginári. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *