Fíggjarætlanin til U17 kappingina var um 400.000 krónur

Útlendsku gestirnir vóru væl nøgdir við U17 kappingina. (Mynd Álvur)

Útlendsku gestirnir vóru væl nøgdir við U17 kappingina. (Mynd Álvur)

Vælfyriskipaða U17 kappingin er av og seinastu liðini fóru úr Føroyum mándagin. Tey úr Russlandi, íslandi og Tjekkia søgdu seg vera ómetaliga væl nøgdan við kappingina og blíðskapin í Føroyum. HSF hevur millum annað fingið takkarskriv úr Kekkia. Eitt hernaðarflogfar kom mánadagin í Vágar eftir kekkisku spælarunum. Men alt kostar pening, og EHF setir nógv krøv til fyrireikarar av slíkum kappingum í hesum førinum Hondbóltssambandið. Hetta havi eg tosa við Ára Rouch um.

kjkjkj

Ári Rouch arbeiðir á skrivstovuni hjá HSF. (Mynd Vagnur)

– Tá vit tóku stig til U17 kappingina í Føroyum, mettu vit kostnaðarætlanina at tátta í 400.000 krónur. Tað er soleiðis, at Russland, Ísland og Kekkia gjalda allar útreiðslur í Vágar, meðan HSF ber kostnaðin av uppihaldi og øðrum útreiðslum í sambandi við kappingina. Nógv tann størsta útrreiðslan er hotellrokningin, tí øll fýra liðini búðu á Hotel Føroyum. Síðani kosta nógvu busstúrarnir millum høll og hotellið, og tað kostar 20.000 krónur at fáa lagt gula gólvið í høllina.

– HSF skal gjalda allur útreiðslur hjá dómarum og eygleiðara. Talan var um tvey dómarapør, sum komu úr Italia og Belgia, og eygleiðarin kom úr Englandi. Eisini ein stór upphædd. EHF krevur, at ein tíma eftir dyst, skal liðmynd sendast av liðunum til EHF. Dystirnir skulu takast upp á video, og øll londini hava rætt at fáa eintak av upptøkuni. Vit valdu eisini at stroyma landsdystirnar. Síðan kemur tónleikurin og frásøgufólk, og alt hetta kostar pening.

Skuldi føroyska U17 landsliðið úr Føroyum, so kostaði hetta eina 150.000 krónur. (Mynd Álvur)

Skuldi føroyska U17 landsliðið úr Føroyum, kostaði hetta eina 150.000 krónur. (Mynd Álvur)

– Tá fíggjarætlanin ljóðaði á 400.000 krónur, fóru vit inn í tøluni at hyggja, hvussu vit kundu minka um upphæddina. Nú komu nógvir áskoðarar til dystirnar, sum gav einar 60.000 krónur í inntøku. Leikskráin gav nakað, og vit fingu stuðul til ymist. Eg rokni við, at vit koma niður ímóti umleið 300.000 krónum, sum U17 kappingin kostar HSF. Men so skulu vit minnast til, at skuldi okkara U17 landslið úr Føroyum at spæla landsdystirnar, so kostar ferðin eisini nógv. Gekk leiðin hjá U17 liðnum til eitt norðanland, kostar slík ferð einar 150.000 krónur, og skuldu vit kanska til Russlands, táttaði upphæddin í einar 200.000 krónur.

Nógvir áskoðarar sóu landsdystirnar.

Nógvir áskoðarar sóu landsdystirnar.

– Vit eru fegin um U17 kappingina, og tað hevur stóran týdning fyri HSF at fyriskipa slíka kapping, og at okkara spælarar eisini sleppa at spæla á heimavølli. Vit heittu á Neistan, H71 og Kyndil um at útvega hjálparfólk og vaktir, og arbeiðið varð gjørt fyrimyndarliga, og tað takka vit feløgunum fyri.

– Tú spyrt, hvør inntøkan er hjá HSF, og hvussu ber til at fíggja slíkt hondbóltstiltak. HSF fær part av veddingarpeninginum, og landið letur stuðul til altjóða luttøku, sigur Ári Rouch at enda. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *