Fyri okkum “eldru” vekir júst myndin av uttanduravøllinum í Gundadali serlig minni. Vit fingu um endan av tíðini, tá ið spælt var á grúsvølli, at vøllurin varð asfaltteraður í 1964, og at Neistin fekk framkomið felagshús við brúsum, vesum og stórum felagsrúmi. Men myndin sigur eisini frá øðrum í Gundadali.
Hondbóltsfelagið Neistin varð stovnað 21. mars 1931. Frá byrjan varð farið í Gundadal at spæla hondbólt, har hondbóltsvøllur varð merktur á fótbóltsvøllin. Men skjótt var ynski um egnan hondbóltsvøll, og longu í 1936 kundu neistaspælarar spæla á nýggjum hondbóltsvølli. Vøllurin kostaði 1210 krónur at gera, og kom grúsvøllurin skjótt at menna hondbóltsspælið.
Á myndini síggja vit trý felagshús. Nærmast felagshúsið hjá Kyndli, sum var meira framkomið felagshús enn skúrurin, har neistaspælarar skiftu. Fyrsta felagshús Neistans var gáva frá Torsteini Petersen, bankastjóra. Eingin brúsa og einki vesi. Longst burtur síggja vit nýggja felagshúsið hjá Neistanum, sum var tikið í nýtslu í 1964. Nýggja húsið var stóra frambrotið hjá Neistanum, tí har vóru brúsur og vesi til menn og kvinnur, køkur og stórt felagsrúm, har tú kundi skipa fyri ymsum tiltøkum. Ungdómur streymaði til Neistan, eftir at nýggja felagshúsið var bygt. Nýggj hondbóltstíð byrjaði við nýggja húsinum, sum Hans Mortensen, Christian Jørgensen og onnur tóku stig til at byggja.
Í 1964 varð vøllurin asfalteraður, og tá kom meira ferð á spælið. Bólturin gjørdist ikki so skitin, tú kundi “dribla” lættari og skjótari, og tú stóðst fastari á vøllinum, tá ið mótspælarin skuldi lumpast. Á myndini síggja vit eisini leivdir frá seinna heimsbardaga, tí við vøllin stóðu barakkir hjá bretum. Havi eina mynd frá 1944, har spælt verður aftur hondbólt á fótbóltsvøllinum. Kanska sluppu spælarar ikki inn á økið undir krígnum, tí bretar vóru har. Kanska veit onkur at siga frá hesum.
Gamli vøllurin fór undir kav, tá ið svimjihøllin varð bygd fyrst í 80 árunum. Høllin á Hálsi varð bygd í 1970 og næstu árini fór hondbóltsspælið frá at vera uttanduraspæl til innanduraspæl. Neistahúsið, sum vit vóru so góð við og sum framvegis vekir góð minni, varð í 1974 selt Ítróttasambandi Føroya. Húsið, sum varð útbygt, skuldi hýsa virksemi hjá ÍSF og sersambondunum, sum við tíðini vórðu stovnað. Og tað ger ÍSF-húsið framvegis.
Myndin sýnir eisini, hvussu nógv er broytt í Gundadali, síðani myndin er tikin. Hetta minnast vit, men hetta kunnu flestu spælarar Neistans ikki minnast. Góð minni, og serliga leggi eg áherðslu á, at felagslívið í Neistanum var minst líka gott í 60 árunum sum í 2011. Vit høvdu jú góða felagshúsið til at taka hvønn dag í viku. Um summarð spældu vit hondbólt, um veturin spældu vit borðtennis og vóru við í landskappingini. Og mong hugnaløta í felagshúsinum minnast vit aftur á við gleði. Myndin av hondbóltsvøllinum í Gundadali er serligur partur í søgu Neistans.
Tá í tíðini var onnur dómaraskipan, sum eisini sæst á myndini. Ein høvuðsdómari leiddi dystin, men við bæði málini stóð máldómari, sum fylgdi við, um bólturin nú var inni í málinum, og um spælarar traðkaðu á seksmeturlinjuni. Tað vil siga, at tríggir dómarar mannaðu dómaratoymið. (Vagnur)
