Kyndilsmenn høvdu gyltan møguleika ímóti H71 á heimavølli at seta seg á seinna FM-finaluplássið, men tapið seinasta sunnudag gjørdi, at H71 sjálvt kann gera av, um liðið skal spæla FM-finalurnar. Kyndil má fáa hjálp frá øðrum liðum. Sunnudagin klokkan 15.00 spæla H71 og KÍF í Hoyvíkshøllini, og VÍF og Kyndil spæla í Vestmanna klokkan 16.00. Kyndil hevur tveir dystir eftir at spæla, og H71 tríggjar dystir eftir at spæla í grundspælinum. Roknistykkið á stigatalvuni er áhugavert, tí sjálvt um bæði Kyndil og KÍF vinna sínar dystir sunnudagin, er einki avgjørt um at náa FM-finalurnar.
Eg tosaði við ungan kyndilsspælara mikudagin, sum framvegis var keddur um ósigurin fyri H71. Og serliga seinastu minuttirnar við støðuna 23-22 til H71, og Kyndil hevði bóltin. – Vit gjørdu ov skjótt av og mistu bóltin, so H71 fekk eitt skjótálop, sum gav mál. Kyndilsmálverjin Mladen er besti málverjin í landinum, og hann hevur í fleiri dystin bjargað Kyndli undan tapi sum seinasti skansin. Men ímóti H71 helt Mladen ikki vanligu dygdina í málinum.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 21 | 604 | 492 | 112 | 34 |
| 2 | Kyndil | 22 | 516 | 454 | 62 | 31 |
| 3 | H71 | 21 | 535 | 460 | 75 | 29 |
| 4 | KÍF | 21 | 558 | 554 | 4 | 21 |
| 5 | Neistin | 22 | 550 | 607 | -57 | 18 |
| 6 | StÍF | 22 | 545 | 584 | -39 | 11 |
| 7 | Team Klaksvík | 21 | 460 | 617 | -157 | 6 |
Sunnudagin spæla VÍF og Kyndil í Vestmanna, og so er spurningurin, um kyndilsmenn megna at reisa seg aftur. Tí bara ein sigur kann brúkast til nakað. VÍF og Kyndil hava spælt tríggjar dystir í grundspælinum. Fyrsti dysturin í Havn endaði 27-21 til VÍF, VÍF vann síðani 26-23 í Vestmanna, meðan Kyndil vann seinasta dystin í Havn 24-22. Kyndil hevur góða verju, og tú skalt upp um 22/23 mál til tess at vinna á kyndilsmonnum. Kyndil skjýtur eisini fá mál í flestu dystum. Fara sjáldan upp um 24 mál. Skal eg gita um dystin í Vestmanna í % – um. (55%-45%) til fyrimunar til VÍF.
Hjá H71 er eingin bøn. Skal liðið í FM-finalurnar, má allar fyrst vinnast sunnudagin á KÍF á heimavølli. Tapir Kyndil í Vestmanna, og H71 vinnnur á KÍF, so eru liðini jøvn í stigum. Tá hevur Kyndil heimadystin eftir ímóti KÍF leygardagin 4. apríl, meðan longu mikudagin 1. apríl spælir H71 í Klaksvík ímóti Team Klaksvík, og so seinasta dystin leygardagin 4. apríl ímóti StÍF í Hoyvíkshøllini. Tapir tildømis Kyndilí í Vestmanna, og H71 vinnur á KÍF sunnudagin, so kann H71 tilláta sær at tapa annan av seinastu dystunum.
Nú skulu vit ikki heilt gloyma VÍF, tí VÍF er ikki enn endaliga komið FM finalurnar, ti liðið skal hava tvey stig afturat av seks møguligum. Vinnur VÍF sunnudagin, er liðið í FM-finalunum. Men tapir liðið, so skal VÍF antin vinna á Team Klaksvík heima hin 4. apríl ella vinna altíð torføra útidysti ímóti KÍF mikudagin 1. apríl. Spennandi, hvussu alt hetta spælir av. Leggjast kann afturat, at enda Kyndil og H71 jøvn í stigum, so spælir H71 FM-finalurnar, ti H71 er betri enn Kyndil í innanhýsisúrslitum. (Vagnur)
