Sjóvinnuhúsið gerst megnar bygningur á Vestaru bryggju

7100 fermetrar gólvvídd at leiga út til fyritøkur.  (Mynd Vagnur)

7100 fermetrar gólvvídd at leiga út til einar fimtan tjúgu fyritøkur. (Mynd Vagnur)

Fríggjadagin dittaði eg mær at fara inn í Sjóvinnuhúsið áður nevnt Saltsøluna á Vesturu bryggju. Stóri bygningurin er klæddur uttan og riggar heilt væl, men hvussu langt er komið innan? Vitjanin skuldi gerast ógvuliga áhugaverd. Nógvir handverkarar av øllum slag á øllum hæddunum. Málarar, maskinmenn, timburmenn, betongmenn og el menn. Allir veggir, sum kunnu, eru tiknir niður og vorðin til stór rúm. Har er saga úr tjúkkum betongveggum. Mest áhugaverda var at síggja saltgoymlsuna, sum gólv eru løgd í, og sum skal gerast til fundarrúm og kafeteria.

Hitt ein handverkara frá EL-NET sum legði káplar og setti upp ymsar kontaktir. (Mynd Vagnur)

Hitti ein handverkara frá EL-NET sum legði káplar og setti upp ymsar kontaktir. (Mynd Vagnur)

Tórshavnar kommuna keypti ognina í 1995 úr trótabúgvi og boðaði eftir hetta skjótt frá, at Tórshavnar kommuna ynskti at stimbra og menna vinnulívið í býnum. Kapping varð útskrivað um nýtt navn, sum endaði við, at Saltsølan kom at eita Sjóvinnuhúsið. Ætlanin er, at einar fimtan til tjúgu fyritøkur skulu halda til í bygninginum, fyritøkur, sum hava tilknýti til vinnuna á sjónum. Her verður millum annað hugsað um oljuvinnu, frálandavinnu, aling, reiðarivirksemi, havtøkni, virðisøking, gransking bara at nevna nøkur dømi úr rúgvuni.

Heilt stórt arbeiði at leggja fleiri gólv í gomlu saltgoymsluan. (Mynd Vagnur)

Heilt stórt arbeiði at leggja fleiri gólv í gomlu saltgoymsluna. (Mynd Vagnur)

Arbeiðið innan er komið so mikið langt, at málarar er komnir í bygningin. Teir leggja á gólvið, el-káplar og útsúgvingstilfar síggjast alla staðni. Bygningur er í fleiri hæddum, og tú øtast, hvussu stórt plássið í veruleikanum er. Talan er um 7100 fermetrar til fyritøkur at leiga niðri á havnarlagnum. Spennandi at síggja “saltsiloina” ella rættari sagt gomlu rundu saltgoymsluna. Har eru teir í holt við at leggja gólv í, so fleiri stór rund rúm fáast burtur úr saltgoymsluni. Teir hava saga út fyri vindeygum, so ljós sleppur inn. Har skal vera fundarhøli og kafeteria.

Her síggja vit bæði gólvini í saltgoymsluni. Maðurin við plátuni er lítil í mun til víddina. (Mynd Vagnur)

Her síggja vit bæði gólvini í saltgoymsluni. Maðurin við plátuni er lítil í mun til víddina. (Mynd Vagnur)

Tá eg spurdi handverkara, hvør skal húsast í bygninginum, visti hann ikki. Men uttan iva er longu greitt, hvørjar fyritøkur hava teknað seg á listan. Altíð havi eg hoyrt, hvussu nógvan pening Tórshavnar Havn forvinnur og eigur. Kostnaðarætlanin av Sjóvinnuhúsinum fer uttan iva upp um hundrað milliónir krónur.

Útsýnið suður eftir er frálíkt. (Mynd Vagnur)

Útsýnið suður Nólsoyarfjørð er frálíkt. (Mynd Vagnur)

Stutta søgan um Saltsøluna

Tað vóru brøðurnir Hans Pauli, Kaj, Andrias, Napoleon, Svenning og Óli Johannesen, sum saman við Esmari Fuglø, stovnaðu Føroya Saltsølu í 1956. Goymslubygningurin, sum nú skal umvælast til kontorvirksemi, tók 5000 tons av salti. Føroyingar brúktu 20.000 tons av salt um árið um hetta mundið. Eg síggi fyri mær stóru saltdampararnar liggja við bryggju, og stóri kranin á bryggjuni arbeiddi dag og nátt til tess at fáa saltið úr skipinum og fýra hæddir upp, har saltið varð slept í goymsluna.

"Stillasið" at halda gólvinum, sum skal stoypast saltgoymsluna, er satt listarverk. (Mynd Vagnur)

“Stillasið” at halda gólvinum, sum skal stoypast saltgoymsluna, er satt listarverk. (Mynd Vagnur)

Í 1960 varð bygdur stórur bygningur upp í Saltsøluna vestureftir, og sama árið fór fyritøkan undir at gera sildatunnur. Vit ungu vitjaði mangan á tunnuvirkinum, har Schønning Eysturoy var arbeiðsformaður, og menn arbeiddu akkord arbeiði og forvunnu nógvan pening. Skipini fiskaðu sild norðanfyri, har sildin varð saltað í tunnur. Fiskiskipini høvdu stórar tunnuhjallar við tómum tunnum aftanfyri stýrihúsið. Og so hvørt sum sildagørnini vórðu drigin, var sildin saltað í tunnurnar og loraðar niður í lastina. Hetta var áðrenn stóru nótabátarnir komu til landið. Og hvønn dag hoyrdist í útvarpinum, hvussu sildafiskiskapurin gekk norðanfyri. Var hálv ella heil tunna í garninum, var fiskiskapurin góður. (Vagnur)

Soleiðis minnist er Saltsøluna frá mínum ungu árum. Báturin ESSO Søldafjørð liggur við bryggju.

Soleiðis minnist er Saltsøluna frá mínum ungu árum. Báturin ESSO Søldafjørður liggur nærmast við bryggju.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *