Tá eg 1. februar hugdi í stigatalvuna og fann út av, hvørjir dystir vóru eftir at spæla í grundspælinum, gitti eg, at skriviborðstigini komu at gera av, hvørji lið spæla FM-finalurnar, og hvørji lið vunnu grundspælið. Og tað vísir seg nú, at metingin er næstan røtt . Grundspælið endar leygardagin, og vóru skriviborðstigini ikki komin fyri, so kundi alt endað øðrvísi. Farið er farið verður sagt, men í eini eftirmeting skal alt við.
Eftir at VÍF kvinnur vunnu so tryggan sigur á Kyndli í Havn, var eg heilt vísir í, at VÍF kvinnur hildu kósina beint í FM-finalurnar. Men VÍF liðið vísti seg ikki at vera so sterkt, sum dysturin ímóti Kyndli vísti. Roknaði heilt vist við, at VÍF vann í Vági og at liðið vann á Kyndli í Vestmanna, men so var ikki. Tí spælir VÍF ikki FM- finalurnar.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 24 | 683 | 472 | 211 | 37 |
| 2 | Kyndil | 23 | 564 | 408 | 156 | 36 |
| 3 | VÍF | 23 | 671 | 489 | 182 | 30 |
| 4 | VB | 22 | 563 | 479 | 84 | 25 |
| 5 | StÍF | 23 | 536 | 496 | 40 | 22 |
| 6 | Stjørnan | 22 | 422 | 578 | -156 | 10 |
| 7 | Søljan | 23 | 229 | 746 | -517 | 0 |
Eisini roknaði eg við, at Neistin fór at vinna seinasta dystin á Kyndli og eisini vinna grundspælið, men soleiðis gekk ikki. Neistakvinnur hava mist nakað flognum í seinastuni uttan iva tí, at bakspælarin Milica Rankovic er skadd og var ikki við ímóti VB og StÍF mikukvøldið, dystin, sum neistakvinnur tapti. Eitt er Milica, men tað tykist løgið, at neistakvinnur lata so nógv mál í egið mál. VB skeyt 31 mál og StÍF 25 mál í neistamálið. Á liðnum eru kropssterkir verjuspælarar, men okkurt má vera galið við hugburðinum í løtuni.
Kyndilskvinnur mugu sigast at vera favorittar at endurvinna FM-heitið, tí tær vunnu seinasta dystin á Neistanum og eru eisini mótvegis Neistanum betri í innanhýsisstigum í grundspælinum. Men skriviborðstigini gera nú eisini av, at Kyndil vinnur grundspælið. Liðið, sum vinnur grundspælið í Føroyum, fær einki, men so er ikki í hinum norðanlondunum. Vinnarin av grundspælinum í Danmark tryggjar sær í altjóða pláss í meistarakappingini, og hetta ganga donsku feløgini høgt uppí. Í Føroyum handlar grundspælið bara um at tryggja sær pláss í FM-finalunum.
Skriviborðstig avgera eisini manskappinginaHSF
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 23 | 645 | 537 | 108 | 35 |
| 2 | H71 | 23 | 591 | 503 | 88 | 33 |
| 3 | Kyndil | 23 | 537 | 475 | 62 | 32 |
| 4 | KÍF | 23 | 605 | 598 | 7 | 23 |
| 5 | Neistin | 24 | 604 | 651 | -47 | 22 |
| 6 | StÍF | 23 | 572 | 614 | -42 | 11 |
| 7 | Team Klaksvík | 23 | 497 | 673 | -176 | 6 |
Hyggja vit at manskappingini og stigatalvuni, so spøkja skriviborðstigini eisini har. Kyndil misti tvey stig tíðliga í kappingini, tá liðið spældi við spælara uttan spæliloyvi. Tey tvey stigini vantar Kyndil nú í endaspurtinum. Ja, stigini koma uttan iva at kosta kyndilsmonnum FM-finalupláss. Leygardagin spælir Kyndil ímóti KÍF í Havn, og H71 spælir ímóti H71 í Hoyvíkshøllini. H71 klárar seg við javnleiki. KÍF er flúgvandi í løtuna. Liðið var um at vinna á H71, men tapti við einum máli og brendi brotskast í seinasta minutti. KÍF vann á VÍF mikukvøldið. VÍF og H71 eru tvey lið, sum ætla sær at vinna FM-heitið.
FM-finalurnar verða spældar í næstu viku, og hvat kunnu við vænta? VÍF liðið hevur eins og neistakvinnur mist nakað av flognum í seinastuni. Vestmenningar skjóta alt ov fá mál, og tí er VÍF ikki favorittur at vinna FM-heitið, sum eg helt fyrr í vétur. VÍF skjúttarnir eru alt ov óstøðugir, ja, og vinnur tú ikki FM-heitið berta skjóta tjúgu ella einogtjúgu mál.
Hjá kvinnunum havi eg Kyndil sum favoritt, sum eg ikki hevði fyri nøkrum vikum síðani. Orsøkin er, at neistakvinna er skadd, og neistakvinnur fáa alt ov nógv mál ímóti sær. Òlag er komið í neistaverjuna, og so eru kyndilskvinnur farnar at verja so langt frammi á vøllinum, sum liðið royndi áður ímóti Neistanum ikki við góðum úrsliti. Men tá var Barbara á neistaliðnum. Men alt hetta eru bara gitingar, tí dystirnir eru jú ikki spældir. FM-finaludagarnar eru heilt serligir, tí tá skal dagsformurin vera har, og tað taktiska og sálarliga skal vera á pláss. Annars vinnur tú ikki FM-heitið. (Vagnur)
