Brúgvin um Sandá skal standa liðug á ólavsøku í ár.

lklklklk

Spennandi at fylgja við, um tíðarætlanin fer at halda. (Mynd Vagnur)

Áhugavert at fylgja við, meðan J&K Petersen byggir brúnna um Sandá. Stór verkætlan, sum kemur at tátta í einar 75 milliónir krónur. Rundkoyringarnar eru lidnar og rigga væl, og nú rokast teir niðri við ánna at seta upp stóru, brúgvarstytturnar, sum skulu bera brúnni. Òivað skal stoypast um stytturnar eins og um brúnna við Streymin. Nógv tilfar skal koyrast, tí jarðarmunurin er stórur báðumegin. Tann norðari brúgvarvangin eru um at fáa skap, og nú sæst, hvussu høgt upp frá Sandá brúgvin kemur at vera. Tá eg hósdagin var á staðnum, hugsaði eg um vind, tí vindhart er oman gjøgnum Havnardal. Onkur hevur sagt mær, at brúgvin skal tola 70 m/s. Ein formaður segði mær í fjør, at koyrandi er um brúnna á ólavsøku í ár, men so skal arbeiðast skjótt, tí veður og vindur tarnar arbeiðinum hesa ársins tíð. Talan er um stóra verkæltan, sum kemur at broyta alla ferðsluna har á leiðini. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *