
Helga E. Kjærbo og Milica Rankovic í Vági fríggjakvøldið. Nicoleta Hansen sæst millum tær báðar. (Mynd Bjartur Vest)
Kappingin um at náa FM-finalurnar hjá kvinnum gjørdist um vikuskiftið enn meira spennandi eftir at Kyndil tapti í Vági. Fólk bíðaðu eftir dystunum í Vági millum VB og toppliðini Neistin, Kyndil og VÍF. VB-VÌF dysturin varð ikki spældur næstseinasta vikuskifti, Neistin vann á VB fríggjakvøldið, og Kyndil tapti fyri VB í dag. Tá so VÍF vann á StÍF á Skála,og Neistin vann á Stjørnuni í Havn, so haldi eg, at tann 29. mars er dagurin, tá vit endaliga fáa at vita, hvørji tvey lið spæla FM-finalurnar. Hví júst 29. mars? Tí tá spæla VÍF og Kyndil í Vestmanna.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 19 | 544 | 360 | 184 | 31 |
| 2 | Kyndil | 19 | 473 | 344 | 129 | 28 |
| 3 | VÍF | 18 | 529 | 379 | 150 | 26 |
| 4 | VB | 18 | 453 | 382 | 71 | 21 |
| 5 | StÍF | 19 | 437 | 413 | 24 | 16 |
| 6 | Stjørnan | 19 | 359 | 508 | -149 | 8 |
| 7 | Søljan | 18 | 177 | 586 | -409 | 0 |
Neistin fór á middegi fríggjadagin í óveðrinum til Vágs at spæla ímóti VB. Neistin vann tryggjan sigur, sjálvt um VB fylgdi væl við í fyrra hálvleiki. Ì dag sunnudag spældi so Kyndil í Vági, og har var Kyndil á odda 10-8 við hálvleik. Kyndil var eisini á odda 15-11 miðskeiðis í seinna hálvleiki, og 17-12 løtu seinni. Men so steðgaði Kyndil upp og skeyt bara tvey mál seinastu fjúrtan minuttirnar, meðan VB skeyt sjey mál hesa løtuna og vann dystin 19-18.
VÍF spældi á Skála, og svart sá út hjá VÍF við hálvleik, tí StÍF var á odda 16-13. Tá so VÍF vann fyrstu tíggju minuttirnar í seinna hálvleiki 5-1, so var VÍF knappliga á odda og bara økti leiðsluna, sum hálvleikurin leið. Leggjast kann afturat, at StÍF skeyt bara tvey mál fyrstu tjúgu minuttirnar í seinna hálvleik, og tá var støðan heili 25-17 til VÍF. Neistin vann í dag á Stjørnuni í Havn, so spenningur bara økist í bestu kvinnudeildini um at koma í FM-finalurnar.
Hyggja vit í leikskránna, so síggja vit, at sunnudagin 15. mars spæla VÍF og Neistin í Vestmanna. 19. mars spæla Neistin og Kyndil. Men tey bæði liðini, sum spæla FM-finalurnar í apríl mánað finna vit óivað ikki fyrr enn 29. mars, tí tá spæla VÍF og Kyndil í Vestmanna. Enn síggi eg ikki nakrastaðni, nær útsetti dysturin millum VB og VÍF. Onkur sigur mikukvøldið 18. mars? Eg seti 29. mars sum dagin, har FM-finalistarnir endiliga eru funnir. (Vagnur)
VB – Kyndil 19 -18 (8-10) Dómarar: Daniel Rapa og Ragnar Simonsen
Málskjúttar VB: Gintare Butkevicuite 6, Gurið Mortensen 5, Rúna M. Jacobsen 2, Birita H. Olsen 2, Helga E. Kjærbo 2 Rannvá Johannessen 1 og Laila Jespersen 1
Málskjúttar Kyndils: Bára K. Hansen 4, Marianna G. Eystberg 4, Anna Brimnes 3, Turið A. Samuelsen 3, Randi Wardum 2, Ásleyg Súnadóttir 1 og Bjarta Johansen 1
StÍF – VÍF kvinnur 24 – 29 (16-13) Dómarar: Hannis Wardum og Jákup Símun Simonsen
Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 9, Bára Berthelsen 5, Irena Dam 4, Birna Tummasardóttir 3, Paula Høgnesen 2, og Fríðrún Danielsen 1
Málskjúttar VÍF: Liljan Durhuus 9, Adina Ghadiarca 8, Tóra Seloy 5, Eilin Hansen 4 og Beinta Sveinbjørnsdóttir 1
Neistin – Stjørnan 36 – 18 (15-14) Dómarar Heri Petersen og Dánjal Samuelsen
Málskjúttar Neistans: Bára Hansen 9, Unnur Danielsen 8, Eir Berg 4, Melica Rankovic 4, Annika Thomsen 3, Birita Jacobsen 3, Nicoleta Hansen 3 og Marjun Danberg 1
Málsjúttar Stjørnan: Jórun B. Nielsen 5, Simona Florea 4, Kristina Poulsen 3, Ella Petersen 3 og Hervør Olsen 2
VB – Neistin 16 – 24 ( 8-9) Heri Petersen og Dánjal Samuelsen
Málskjúttar VB: Helga E. Kjærbo 4, Rannvá Johannessen 3, Gitare Butkevicuite 3, Gurið Mortensen 2, Rúna M. Jacobsen 2, Laila Jespersen 1 og Birita Olsen 1
Málskjúttar Neistans: Nicoleta Hansen 6, Eir Berg 5, Bára Hansen 4, Melica Rankovic 3, Jacklin Durhuus 3, Birita Jacobsen 2, Unnur Danielsen 1