Tríggir “lykladystir” næstu vikurnar gera av FM-finaluplássini

Rói Berg Hansen eigur forsíðuns, tí hann skeyt fjúrtan mál ímóti H71. (Mynd Álvur)

Rói Berg Hansen eigur forsíðuna, tí hann skeyt fjúrtan mál ímóti H71. (Mynd Álvur)

Eg kagi júst í dómaraseðlarnar í mansdystunum millum Neistan og H71 og dystin millum StíF og VÍF. Løgin hagtal millum Neistan og H71, tí meðan fyrri hálvleikur var ógvuliga javnur, so skoraðu liðini í seinna hálvleiki mál í stimum. Tá trettan minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki var Neistin á odda 19-17, men næstu átta minuttirnar vann H71 5-0 og kom á odda 22-19. Næstu fimm minuttirnar skeyt Neistin fimm mál, so seks minuttir fyri leiklok var javnleikur 23-23. Men so fekk Neistin bara eitt mál seinastu fimm minuttirnar og H71 tvey mál, so H71 vann dystin 25-24 og er framvegis væl við um at náa FM-finalurnar.

Á Skála millum StÍF og VÍF legði VÍF seg á odda frá byrjan og hevði trygga leiðslu allan dystin. Tólv minuttir farnir og 6-3 til VÍF. Fimm minuttir fyri hálvleik er 11-7 til VÍF. Hálvstøðan 13-8 til VÍF. Ì seinna hálvleiki leggur VÍF seg á odda 19-10 eftir ellivu minuttir. StÍF hevur bestu løtuna í dystinum næstu minuttirnar og minkar um munin niður fýra mál fimm minuttir fyri dystarenda. Støðan er tá 23-18 til VÍF. Dysturin endaði 28-21 til VÍF.

Áhugavert at síggja stigatalvuna, tí VÍF er óivað á beinari kós í FM-finalurnar, meðan H71 og Kyndil kappast um seinna plássið. Og tað fara teir næstu dystirnir at siga okkum nærri. 18. mars spæla H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini. Ein dystur sum kann broyta heilt nógv, um til dømis H71 vinnur dystin. Tann 22. mars spæla Kyndil og H71 á Hálsi, og síðani spæla spæla 29. mars spæla VÍF og Kyndil í Vestmanna. Ikki rokni eg við, at toppliðini tapa fyri Neistnum, KÍF, StÍF og Team Klaksvík. Tí verða tað innanhýsisdystirnir millum VÍF, H71 og Kyndil, sum siga okkum, hvørji lið spæla FM-finalurnar í apríl mánað.

Longu 22. mars fellur óivað fyrsta ábendingin, hvørt tað verður H71 ella Kyndil, sum nær FM-finalunum. Tí liðið, sum vinnur henda dystin, endar óivað í FM-finalunum. Innanhýsisstigini millum H71 og Kyndil eru eisini áhugaverd, tí H71 hevur vunnið tveir og Kyndil ein dyst, har allir dystirnir vóru teprir sigrar. H71 hevur trý mál betri innanhýsismálmun. Dystin milum Team Klaksvík og Kyndil fríggjakvøldið tími eg ikki at gera naðað við, tí eg havi ikki fingið nakran dómaraseðil, og ein ólesuligur dómaraseðil liggur á Hondbóltskjaki. Hetta er ikki nóg gott av Team Klaksvík, sum er heimalið og skal sjálvandi senda okkum dómaraseðilin, sum tíma at skriva um hondbólt. (Vagnur)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 VÍF 19 537 441 96 30
2 H71 19 490 412 78 27
3 Kyndil 19 445 388 57 27
4 Neistin 19 473 501 -28 18
5 KÍF 18 459 483 -24 15
6 StÍF 19 469 516 -47 9
7 Team Klaksvík 19 418 550 -132 6

StÍF – VÍF 21 – 28 (8-13) Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Hannis Wardum

Málskjúttar StíF: Kjartan Johansen 7, Jógvan G. Joensen 4, Pætur Johansen 4, Fríði R. Djurhuus 2, Eyðbjørn Eiriksen 2, Steinar A. Prestá 1 og Allan Norðberg 1

Málskjúttar VÍF: Áki Egilsnes 6, Filip Jojic 5, Teis Rasmussen 3, Heini Hanusarson 3, Mads Eriksen 3, Hanus Christophersen 3, Agnar Joensen 2, Andrias Eriksen 2 og Sjúrður Olsen 1

Neistin – H71 24 – 25 (11-12) Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen

Málskjúttar Neistans: Rói Berg Hansen 14, Jugoslav Djumic 5, Tommy Fletcher 2, Andras Joensen 1, Sjúrður Thomassen 1 og Torstein Balle  1

Málskjúttar H71: Mark C. Marcher 5, Hallur Biskupstø 5, Tróndur Arge 5, Rúni V. Højgaard 3, Sigmundur Nolsø 3, Jesper Pedersen 3 og Hans Kári Hansen 1

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *