16 ára gamla Rzaeva Milana venur hondbólt 24 tímar um vikuna

Rzaeva Milana hevur stórar framtíðar hondbóltsdreymar. (Mynd Vagnur)

Rzaeva Milana hevur stórar framtíðar hondbóltsdreymar. (Mynd Vagnur)

Í sambandi U17 landsdystirnar í Føroyum hitti eg á middegi (leygardag) russiska leiðaran Mikhail Kokovkin og russiska landsliðsspælaran Rzaeva Milana á Hotel Føroyum. Ørindini míni vóru serliga, hvussu russiskur ungdómshondbóltur er skipaður, og hvussu nógv russisku genturnar venja, tí vit vita, at slíkir spælarar venja nógv meira og á ein heilt øðrvísi hátt enn tildømis føroyskir spælarar. Í Føroyum kenna vit væl til russisk A-kvinnulandsliðið, sum vit hava sæð spælt í OL, HM og EM kappingum. Fyrst spurdi eg tey bæði, um tey kendu nakað til Føroyar, áðrenn tey komu á okkara klettar?

– Eg kendi einki til Føroyar, áðrenn eg kom til Føroya. Tit hava eitt ómetaliga vakurt land, og vit eru væl móttikin her, sigur 175 høga Rzaeva. – Eg kendi nakað til Føroyar og visti, at tað lá har úti í Atlandshavinum, og so hava vit leitað nakað á alnótini um Føroyar, har vit skuldu spæla hondbólt. Visti, at føroyskur fiskur varð seldur til Russlands. Vakurt og spennandi lítið land, sigur leiðarin Mikhail Kokovkin.

Stuttligt og áhugavert, at Føroyar við 48.000 íbúgvun spælir landsdyst ímóti Russlandi, sum hevur 144 milliónir íbúgvar og hevur heilt aðrar altjóðar royndir í hondbólti enn Føroyar. Lívið hjá Rzaevu snýr seg mest um hondbólt, og hon hevur sínar framtíðar dreymar. Rzaeva dugir eitt sindur av enskum.

16 ára gamla Rzaeva Milana og russiski leiðarin Mikkail Kokovkin. (Mynd Vagnur)

16 ára gamla Rzaeva Milana og russiski leiðarin Mikhail Kokovkin. (Mynd Vagnur)

– Eg gangi í einum hondbóltsskúla í heimbýnum og búgvi heima. Vit venja hondbólt 24 tímar í seks dagar um vikuna. Klokkan átta á morgni byrjar fyrsta hondbóltsvenjingin, sum varir í tveir tímar. Síðani fara vit í vanligan skúla frá klokkan tíggju til tvey seinnapartin. Vit venja so hondbólt aftur frá klokkan tvey til fýra, og síðani gongur leiðin til húsa.

– Tú spyrt meg um mínar hondbóltsdreymar? Mín dreymur er einaferð at gerast yrkisspælari og koma á A-landsliðið og spæla altjóða OL, HM og EM landsdystir. Eg má leggja afturat, at hesir 24 venjingartímarnir umfata eisini styrkivenjingar, sum vit venja nógv, tí sterkur mást tú vera, ætlar tú tær á A-landsliðið, sigur Rzaeva at enda. Rzaeva byrjaði at spæla hondbólt sum tíggju ára gomul.

Vit hava mangan hoyrt, at børn eystanfyri vera longu á ungum árum úttikin til specialvenjingar í ymsu ítróttagreinum. Tildømis hava vit sæð sendingar um russiskar fimleikarar, har tey leita eftir “talentum” líka niður í fimm ára aldur. Um hondbóltin sigur russiski leiðarin Mikhail.

Rzaeva droymur um at koma á altjóða A-landsliðspallin.

Rzaeva droymur um at koma á russiska  A-landsliðið og harvið á altjóða leikpallin. Hvíta liðið er norska A-landsliðið.

– Tá tað snýr seg um kvinnulandslið, hevur Russland U17 og 19 landslið og síðani sjálvandi A-landsliðini. Nú gongur Rzaeva á einum hondbóltsskúla, har hon býr heima, men í Russlandi finnast eisini hondbóltsskúlar, har spælarar búgva á skúlanum.

– Ungdómslandsliðini U17 ár og U19 hittast einar fýra til seks ferðir um árið. Og tá eru spælararnir saman frá fimm til tólv dagar. Í Russlandi er landskappingin skipað soleiðis, at feløgini í U17 deildini spæla fyrst ímóti liðum heima í landspørtunum. Síðan fara tey víðari í kappingina um russiska meistaraheitið. Rzaeva kemur úr landspartinum Krasnodar, og hondbóltsfelagið eitur Kuban, sum í løtuni er nummar fimm í deildini. Nummar eitt er Dinamo (Volgagrad) nummar tvey Lada (Toghliatti) og nummar trý Astrakhanochka (Asktrakhan), sigur Mikhail Kokovkin at enda.

Henda fyrikomandi 16 ára gamla gentan Rzaeva Milana og leiðarin Mikhael Kokovkin vóru ógvuliga fyrikomandi og blíð at tosa við, men hjá okkum trimum, so haltaði nakað at fáa prátað enska málið, tí vit øll skilja hampuliga væl enskt, men hava lítla venjing at práta enskt. Hetta fær meg at hugsa um, tá polsku meistararnir  í 1979 vóru í Føroyum spældu tveir Europa cup dystir ímóti Neistakvinnum. Bulmiklar polskar sterkar hondbóltskvinnur, sum bara dugdu polskt. Bert ein av ungu kvinnunum dugdi eitt sindur av enskum. Russisku genturnar eru høgar, tí ellivu av gentunum eru 180 cm og hægri. (Vagnur)

 

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *