Eg síggi á øllum dómaraseðlunum, eg nú fái sendandi, at stór broyting fer fram í dømingina í bestu deildunum. Næstan bara uttanveltaðir dómarar døma dystirnar, og hetta er stórt frambrot og at fegnast um. Eg veit, at A-dómarar ikki longur mugu sita í dómaranevndini, og skottið millum dómarafelagið og umsitingina í HSF er burtur. Eg havi spurt Hall Danielsen frá HSF, hvussu vit nú knappliga eru komin so langt á dómaraøkinum. Og Hallur sigur:
– Rætt, sum tú sigur, at dómarar ikki longur eru í dómaranevndini. Dómaranevndin er mannað við Hartvig Joensen, Gunn Ellefsen og Finn Danberg, sum eru í tøttum samstarvi við HSF og harvið umsitingina í HSF.
– Áður høvdu vit eitt dómarafelag, har bara A-dómarar vóru limir. Tú kanst siga, at hetta dómarafelag var ein “statur í statinum” í HSF, sum gjørdi frálíkt arbeiði at menna A-dómararnar, men hetta sýntist ikki at vera nóg mikið, tí A-dómararnir fækkaðust við tíðini, tí fleiri dómarar góvust, og aðrir dómarar millum annað kláraðu ikki rennitestina. Dystir máttu tí flytast vegna dómaratrot.
– Nú hevur HSF drigið dómarafelagið nærri HSF og harvið umsitingina. Dómaranevndin, dómararnir og umsitingin arbeiða nú í felag til tess at fáa tað besta burturúr. Vit hava sett nøkur krøv, sum dómararnir skulu uppfylla, og eg haldi, at tað hevur gingið bara væl higartil í vetur.
– Eingir dystir eru útsettir, tí dómarar ikki eru tøkir. Vit hava A-dómarar og B-dómarar. B-dómararnir eru flestir nýggir dómarar. B-dómarar hava dømt nakrar dystir bestu deildini. Millum annað hava B-dómararnir Helgi Hoydal og Sigmundur Dahl og Terji Mørk og Andrass Joensen dømt dystir í bestu kvinnudeildini, sigur Hallur.
Mangan hevur undirritaði skrivað júst um uttanvelta døming í Føroyum. Havi víst á, at ikki kann vera rætt, at dómarar, sum virka í feløgum, døma sítt egna felag. Spælarar skulu heldur ikki døma aðrar spælarar í somu deild. Nógv skot havi eg fingið, tí eg havi ført hetta fram í míni skriving. Men eg haldi, at tað er neyðugt, at onkur heldur seg til at skriva um hetta, tí skal føroyskur hondbólbur vera partur av altjóða hondbóltinum, so má dømingin eisini fylgja við. Vit eru nú á rættari leið, og eg vóni, at HSF megnar at fáa enn fleiri A- og B-dómarapør úr enn fleiri feløgum kring landið.
Hallur sigur at enda, at tey í HSF alla tíðina royna at kveikja áhugan at døming, og eitt nýtt spennandi dómaraátak er á veg.
– Ja, vit ætla at fara undir eina ungdómsdómaraskipan til tess at kveikja áhugan fyri døming millum ung. Fáa fatur í U-dómararum, sum kunnu døma dystir í ungdómskappingum. Vit tosa um eini 20-24 U-dómarapør, sum skulu lærast upp. Talan er um at døma dystir frá U8 kappingum heilt upp til U20 dystirnar. Vit vita jú øll, at alt hetta er neyðugt, skulu vit fáa føroyska hondbóltin at rigga nóg væl, sigur Hallur at enda. (Vagnur)

