VÍF kvinnur skulu til tvær spennandi sveinaroyndir í vikuna

Milica Rankovic og Neistin máttu veruliga stríðast til tess at fáa bæði stigini. (Mynd Álvur)

Milica Rankovic og Neistin máttu veruliga stríðast til tess at fáa bæði stigini. (Mynd Álvur)

Tað kann tykjast løgið, at eg fyrst nevni VÍF kvinnurnar, men nú er vorðið so tætt í bestu kvinnudeldini, og vit nærkast jólum, at nú kunnu liðini skjótt missa fótafestið í kappingini. Neistin vann seinnapartin á StÍF 24-22 í tøttum dysti, og VB vann á Stjørnuni í Vági. Longu hóskvøldið skal VÍF til Havnar at spæla ímóti Neistanum, og sunnudagin skal VB á vitjan í Vestmanna. Eg fylgdi eitt sindur við dystinum millum StÌF og Neistan á hondbóltskjaki seinnapartin og havi fingið dómaraseðilin.

Ì dómaraseðlinum sæst, at StÍF er gott heimalið, tí StÍF hevði gott tak á Neistanum í fyrra hálvleiki, sum var ómetaliga javnur. Fimm minuttir farnir og javnleikur 3-3. Fimtan minuttir spældir, og Neistin á odda 9-8. Løtu seinni er bæði javnleikur 10-10, 11-11, 12-12, 13-13 og hálvleiksstøðan 14-14. í seinna hálvleiki gongur eisini javnt á, tí eftir tíggju minuttir spæl er javnleikur 17-17. Tíggju minuttir seinni er javnleikur 19-19.

Eftir eitt “time out” dregur Neistin knappliga frá við trimum málum til støðuna 23-20 til Neistan. StÍF tekur síðani “time out” sum eisini hjálpir og nærkast Neistanum til støðuna 23-22 til Neistan, sum fær eitt mál afturat í seinasta minuttinum, so dysturin enda 24-22 til Neistan. Í Vági greiddi VB sín setning við at vinna málríka dystin á Stjørnuni 36 – 25.

Kvinnuliðini fara í jólafrí 20. desember, men fyrst skulu avgerandi dystir fyrst spælast í næstu vikuna. Hósdagin spæla Neistan og VÍF í Havn og sunnudagin VÍF og VB í Vestmanna. Síðani er seinasta umfar fyri jól leygardagin 20. desember. Tá spæla VÍF-StÍF, Kyndil-VB og Stjørnan-Neistin. Tá eg sigi omanfyri, at VÍF kvinnur skulu til tvær  sveinaroyndir í víkuni, so meini eg við, at VÍF má í hvørfall vinna annan dystin næstu dagarnar, um VÍF skal varðveita vónini um at náa FM-finalurinar. Tað er hetta við teimum innanhýsisdystunum og taptu stigunum. Spennandi, hvussu stigatalvan sær út um eina viku og eisini eftir dystirnar 20. desember. (Vagnur)

StÍF – Neistin kvinnur 22 – 24 (14-14) Dómarar: Gert Hansen og Agnar Dam

Málskjúttar StÍF: Irena Dam, 5, Rebekka Justinussen 4, Bára Berthelsen 4, Fríðrún Danielsen 3, Birna Tummasardóttir 3 og Paula Høgnesen 3

Máskjúttar Neistans: Birita Wardum 5, Jacklin Durhuus 5, Liljan Mohr 4, Bára Hansen 4, Eir Berg 3, Milicia Rankovic 2 og Nicoleta Hansen 1

VB – Stjørnan 36 – 25 (19-12) Dómarar: Helgi Hoydal og Sigmundur Dahl

Máskjúttar VB: Helga E. Kjærbo 12, Cintare Butkeviciute 10, Ingrida Kuadyte 9, Rannvá Johannessen 2, Una Nolsøe 2 og Laila Jespersen 1

Málsjúttar Stjørnan: Ella Petersen 6, Mina Sirdal 4, Anna Jacobsen 3, Jórun B. Nielsen 3, Simona Florea 3, Edith Hansen 3, Jensy Jacobsen 2 og  Paula L. Joensen 1

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 12 353 248 105 19
2 Kyndil 11 287 221 66 16
3 VB 11 299 230 69 15
4 VÍF 11 316 234 82 14
5 StÍF 11 266 227 39 10
6 Stjørnan 11 196 306 -110 4
7 Søljan 11 101 352 -251 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *