Flogbólturin í Føroyum hevur unga og áhugaverda søgu (e)

Neistakvinnur spæla um FM-heitið í 1974 í høllini á Hálsi. (Mynd Árið ið fór)

Á okkara ungu døgum spældu vit ikki flogbólt men volleyball. Ikki fyrr enn manslið í flogbólti fór til Íslands miðskeiðis í 70 árunum útvegaði liðið sær orðið flogbólt í samstarvi við málstovuna. Fyrsta landskappingin fór av bakkastokki í 1969, verulig flogbóltsfeløg sum Fleyr og Mjølmir vóru ikki stovnað fyrr enn í 1977, og Flogbóltssambandið var sett á stovn 29. mars 1980. 

Fyrstu flogbóltskappingar vórðu skipaðar sum vikuskiftiskappingar, og tað vóru ítróttafeløgini sum Neistin, HB, SÍF, MB, ÍF, KÍF og Studentarskúlin, Læraraskúlin og aðrir skúlar og feløg, sum meldaðu flogbóltslið til landskappingina. Nógv lið bara til stuttleika og við lítlari venjing. Men serliga Studentarskúlin og Føroya Læraraskúli høvdu tó skipaða flogbóltsvenjing.

Neistakvinnur vinna FM-heitið 1974. St.f.v: Bjarta Højgaard, Poula Sørensen og Svanna Hanusardóttir. Húkandi Fríða Patursson, Rannvá Hanusardóttir og Helena Dam á Neystabø. (Mynd Árið ið fór)

Taka vit tildømis kvinnurnar hjá Neistanum og fótbótsspælararnar úr HB burturúr rúgvuni, so var laga manni at spæla eitt sindur av flogbólti um veturin, tí neistakvinnur spældu hondbóltslandskapping um summarið, og fótbóltskappingin var um summarið við nógv færri dystunum enn nú. Feløgini vandu eitt sindur av flogbólti í fimleikarhøll og meldaðu so lið til landskappingina, har kappast varð um meistaraheitið  fá vikuskifti.

HB ararnir vunnu meistaraheitið fýra ferðir í 70 árunum, og neistakvinnur vunnu meistaraheitið fýra fylgandi ár 1971,1972, 1973 og 1974. Hyggja vit í hagtølini, so vunnu flogbóltskvinnur úr MB og SÍF úr Vágum eisini nógv FM-heitið eins og manslið úr Studentarskúlanum og Føroya Læraraskúla.

Fleyr og Mjølnir verða stovnað 

Stóri framburðurin í flogbóltinum fór fram, tá flogbóltsfeløgini Fleyr úr Havn og Mjølnir úr Klaksvík vórðu stovnað. Fleyr 1. mai 1977 og Mjølnir 17. septembur 1977. Í Fleyr slóðaði serliga Herman Lindberg fyru, hann hevði búð og spælt flogbólt í Danmark. Nýggju flogbóltsfeløgini skipaðu fyri miðvísari flogbóltsvenjing, sum eisini gav úrslit. Feløgini drógu serliga nakrar hondbóltsspælarar til sín, og longu í 1981 vunnu menninir hjá Fleyr og kvinnurnar hjá Mjølni fyrsta meistaraheitið. Og næstu árini komu hesi feløg at mynda flogbóltin í oddinum.

Flogbóltssambandið varð stovnað 29. mars 1980 og við tíðini fingu nógv ítróttafeløg kring landið flogbóltsdeild millum annað KÍF úr Kollafirði og ÍF úr Fuglafirði. Dráttur úr Vágum varð stovnað  9. apríl 1984. Flogbóltssambandið gjørdi beinanvegin stórt arbeiði at skapa áhuga fyri flogbóltsspælinum kring landið, og í 1986 varð gjørd meistaradeild við vanligari landskapping við heima og útidystum. Feløg sum Neistin og HB gjørdu seg ikki longur galdandi í landskappingini, tí tað, sum áður var til stuttleika nøkur vikuskifti, bleiv nú til “seriøsan” flogbólt.

Vit skriva nú juni mánað 2012, og taka vit saman um, so hava flogbóltsfólkini duga ótrúliga væl at fáa alt at bera til. Her hugsi eg serliga um miðvísa landsliðsarbeiðið, sum framvegis er í besta blóma. Øll avrikini á Oyggjaleikunum síðani 80 árini, og øll A-landsliðini og ungdómslandsliðini, sum eru send í allar ættir uttanlands.

Nú eru tað ikki HB, Neistin, Studentarskúlin ella Føroya Læraraskúli, sum mynda oddin í føroyskum flogbólti, men feløg sum Mjølnir, Dráttur, ÍF, Fleyr, SÍ og TB. KÍF er framvegis við, og tey eru farin at spæla flogbólt á Toftum. Flogbóltsfeløg koma og fara, eg hugsi um flogbóltsfelagið FRAM, sum einaferð hevði tjúgu lið og flogbóltsfelagið Nøvan.

Tað er eina eldsál, sum eg vil nevna í hesi greinini, og tað er Niclas Joensen úr Fleyr, hevur vant nógv flogbóltslandslið og er nevndarlimur í Flogbóltssambandinum. Hann var ein av eldsálunum, tá ið eg skrivaði um ítrótt í 14. septembur og Alt um ítrótt í 80 árunum, og hann er framvegis ein av eldsálunum.(Vagnur)

Føroya Studentarskúli vinnur FM-heitið 1975. St.f.h: Gordon Eidesgaard, Finnbogi Arge, Óli Breckmann og Torbjørn Michelsen. Húkandi f.v: Heðin Olsen, Justines Justinussen og Kári Nielsen. (Mynd Árið ið fór)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

2 tanker om “Flogbólturin í Føroyum hevur unga og áhugaverda søgu (e)

  1. Hey Vagnur
    Eitt lítið ískoyti til flogbóltssøgu Føroya :

    Tað er rætt sum tú sigur, at fleiri skúlar í landinum, studentaskúlin, læraraskúlin, Vágs skúli, Sørvágs skúli, Klaksvíkar skúli m.a. vóru teir, sum løgdu lunnar undir flogbóltin í Føroyum.
    Minnist at vit eftir eina kapping á læraraskúlanum á heysti 1968 hittust í kantinuni, har ið rektari læraraskúlans, Martin Holm hátíðarliga handaði vinnarunum steyp. Fleiri talur vóru hildnar hetta sunnukvøldið. M.a. heitti Petur Sigurð Rasmussen á okkum (Petur S. var tá ítróttalærari á læraraskúlanum), sum skipaðu fyri kappingini, um at senda áheitan til ÍSF um at taka flogbólt (ella volleyball, sum tað framvegis æt tá) á skránna.
    Vit sendu ÍSF skriv, og á aðalfundinum í desember 1968 kom skrivið til viðgerðar. Úrslitið gjørdist, at fyrsta FM í flogbólti varð avgreitt í 1969.

  2. Takk fyri orðini Vagnur – vit burdu kanska tikið stig til at skipa fyri eini kapping millum hasi, sum spældu um fyrstu meistaraheitini í 70-unum!

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *