Hetta sigur Kári Horn, sum fylgir væl við í hondbóltinum í bestu deildunum. – Eg haldi, at skaðarnir og venjingarstøðan KÍF liðnum ger, at eg næstan avskrivi KÍF sum hitt liðið í FM-finalunum. Tá peiki eg heldur á H71 ella Kyndil, men eg roknaði tó meira av Kyndli frá kappingarbyrjan, men kyndilsliðið misti flogið og tapti fleiri stig, tá íslendingurin Hørdur F. Sigtórsson fór av landinum aftur. StÍF og Neistin koma at vinna og tapa teprar dystir, men hetta røkkur óivað ikki til FM-finalurnar.Team Klaksvík kemur at vinna onkran dyst, men kemur at liggja niðast við kappingarenda, sigur Kári millum annað.
Fyrsta umfar av fýra eru spæld í mansdeildini. Einki lið hevur fult stigatal, og fá mál eru skotin í fleiri dystum. Longu nú síggjast ábendingarnar, hvat vit kunnu roknað við seinni í kappingini. Eg havi spurt Kára Horn, hvat hann hevur sæð higartil. Kári hevur sæð øll liðini spælt uttan H71. Og Kári sigur:
– Taka vit fyrsta KÍF, so tolir liðið ikki at missa Nicklas Selvig, sum er skaddur, og aðrir skaðar eru eisini í hópinum. Sum eg skilji, er liðið ikki í somu venjingarstøðu, sum liðið var við kappingarenda í vár. Fýra tap á rað boða eisini frá øllum hesum. Dagliga venjinging er kanska ikki longur á sama støði, sum hon einaferð var. Fyri kappingina roknaði eg heilt vist við Kyndli sum annað liðið í FM-finalunum, men liðið hevur skuffað meg higartil, sjálvt um liðið vann í Kollafirði sunnudagin. Ein kyndilsspælari segði mær, at stóra uppgávan hjá liðnum var at finna spæligleðina aftur eftir nógvu mistu stigini, og at Hørdur fór av landinum aftur, sigur Kári og heldur fram.
– Ingi Olsen er trygdin, at VÍF er annað liðið í FM-finalunum, tí Ingi hevur royndirnar sum venjari og hevur spælararnar. VÌF hevur mist tvey stig ímóti StÍF og vann hinar dystirnar. Sjálvt uttan Filip vann VÍF trygt á Team Klaksvík. Jú, VÍF spælir seg beinleiðis í FM-finalurnar eingin ivi um tað. StÍF og Neistin er tvey spennandi lið við nógvum góðum ungum spælarum, men bæði liðini skjóta ov fá mál í fleiri dystum, og gongdin í vetur verður óivað, at liðini vinna teprar sigrar og eisini tapa dystir. Hetta røkkur tí ikki til finalupláss.
– So er tað H71, sum sýnist at vera í góðum stima í løtuni. Eingin veruliga stjørna ella rættari sagt stórskjútti á liðnum, men nógvir javnt góðir spælarar. Liðið hevur góða verju, har teir royna at verja frammi á vøllinum. Liðið er tó víðbrekið, tí haltar verjan í onkrum dysti, so skjýtur liðið ov fáa mál til tess at vinna dystin. Mítt boð er, at H71 er liðið, sum kann fylgja VÍF í FM-finalurnar. Síðani er Kyndil framvegis eitt av mínum boðum. Tó skal viðmerkjast, at Kyndil fer at tapa stigini ímóti Team Klaksvík, tí ein kyndilsspælari ikki hevði spæliloyvi. Stigini eru ikki enn tikin úr stigatalvuni, tí málið er ikki endaliga avgreitt, sigur Kári Horn at enda. (Vagnur)
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 6 | 161 | 128 | 33 | 10 |
| 2 | H71 | 6 | 145 | 121 | 24 | 8 |
| 3 | Kyndil | 6 | 139 | 118 | 21 | 7 |
| 4 | Neistin | 6 | 139 | 146 | -7 | 7 |
| 5 | KÍF | 6 | 147 | 156 | -9 | 4 |
| 6 | StÍF | 6 | 141 | 155 | -14 | 4 |
| 7 | Team Klaksvík | 6 | 135 | 183 | -48 | 2 |

