Hon sat har so køld uttanfyri við sigarettini í munnklovanum (e)

Trongdin er stór til sigarettina. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg ein morgun í kalda góðveðrinum kom oman Landavegin, sá eg løgna sjón uttan fyri hárfríðkanarstovu. Ein kona var farin út í tún á fáa sær ein royk beint úr hárfríðkanarstólinum.

Hon hevði silvurpappír í hárinum, tí hon óivað var ávegis at lita sær hárið, og hon hevði eitt slags fyriklæði um seg. Eg steðgaði á og spurdi kvinnuna, sum eg hevði sæð á ungum árum, um trongdin var so stór til sigarettina, at hon ikki megnaði at gera seg lidna í hárfríðkanarstovuni, áðrenn hon festi sær í.

Hon segði mær, at hon roykti meira enn ein pakka um dagin, og at hon ikki roykti á ungum árum, men var byrjað at roykja, tá ið hon kom í tretivu árini. Eg kendi andlitið aftur, tí hon gekk í skúlanum, har eg arbeiddi sum lærari, men eg kendi ikki kvinnuna. Hon var bæði blíð og týð og hevði einki ímóti, at mynd varð tikin, sjálvt um eg segði henni, hvat eg ætlaði at brúka myndin til.

– Eg eri fleiri ferðir givin at roykja, men hetta er lættari sagt enn gjørt, tí trongdin til sigarettina er ógvuliga stór. Torført at leggja av, segði kvinnan.

Nógv er broytt seinnu árini, tá ið talan er um at roykja. Hvønn dag fáa vit í fjølmiðlunum at vita, hvussu vandamikið er at roykja, og dentur verður serliga lagdur á, hvussu vandamikil “passiv” royking er.

Hugburðurin er broyttur nógv til tað betra, og roykjarar fáa færri og færri rættindi í skúlum og á arbeiðsplássum. Løgtingið strammaði í enn einaferð fyri nøkrum árum síðani, og nú er ikki longur loyvt at roykja á almennum støðum, ja, ikki á grundøkinum. Og fólk skulu vera fylt átjan ár, skulu tey keypa ein pakka av sigarettum, og sigarettir mugu ikki liggja frammi í handlum. Alt hetta verður gjørt til tess at tálma roykingini.

Nógvir roykjarar eru við tíðini blivnir minni egoistiskir, tá ið teir standa millum fólk við sigarettini í munnklovanum. Teir virða nú meira sínar medborgarar, og hesin hugburður broytist við tíðini.

Hugnaligt prát við kvinnuna við Landavegin. Eg helt leiðina omaneftir, og hon slókti sigarettstubban og fór aftur í hárfríðkanarstólin. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *