Altíð er áhugavert at fylgja við, hvussu fyrsta dystirnir í bestu hondbóltsdeildunum fara at laga seg. Liðini spæla í grundspælinum fýra dystir hvør ímóti øðrum. Tað óvanliga er nú hent bæði í kvinnu- og mansdeildini, at øll liðini hava mist tvey ella fleiri stig, nú fyrsta umfar ikki er liðugt spælt. Serliga roknaði eg ikki við, at mansliðini Kyndil og KÍF fingu so slaga byrjan, og at kvinnuliðini VB og VÍF longu hava mist óvikavist trý og fýra stig. Men fyrst nøkur orð um kvinnukappingina.
Fyrst skal sigast um kvinnukappingina, at VÍF, Kyndil, StÍF og Søljan ongan útlending hava á liðnum, sum er áhugavert í mínum hugaheimi, tí seinastu fimtan árini hava útlendingar gjørt av ella rættari gjørt munin, hvat lið er farið við FM-steypinum. Var longu spentur at fáa ábendingina av dystinum í Havn millum Kyndil og VB. Hvørki Simona ella Kristina eru við Kyndli, og VB hevur vant nógv og hevur tríggjar útlendingar á liðnum. Ùrslitið gjørdist javnleikur 22-22, sum sigur mær so mikið, at VB er við í kappingini, og somleiðis Kyndil, sum er væl fyrireikað til kappingina eins og seinasta kappingarár.
Sjálvandi spentur um neistakvinnur, men var ørkymlaður, at liðið tapti heili 30-26 fyri Kyndli, og eg viðmerkt í “Hondbóltskjaki”, at úrslitið var søguligt, tí ongantíð áður hevur kyndilslið skotið tretivu mál ímóti neistakvinnum. Síðani fer Neistin til Vágs og spældi ein branddyst ímóti VB og vann 31-25 Neistaverjan var ikki nóg góð fyrstu dystirnar, men í Vági riggaði. Sigi sum er, at eg væntaði meira av VB á heimavølli.
So er tað StÍF og VÍF. StÍF hevur spælt tríggjar dystir og hevur millum annað vunnið á VÍF 24-19, men tapti fyri Kyndli á heimavølli. Hevði næstan avskrivað VÍF, tí liðið tapti heili 34-22 fyri Neistanum í Havn, men so vann liðið útidystin ímóti Kyndli, sum vóru nakað moyrar eftir altjóða dystirnar. Stjørnan og Søljan koma at liggja niðast í kappingini. Havi bara tað viðmerking um tað Morten Hust sigur, at málið hjá Søljuni í vetur er menning. Dugi ikki rættiliga at síggja, hvussu serliga ungu spælarar kunnu mennast, tá tapini eru so stór. Hann sigur eisini, at Søljan ætlar ikki at enda aftast, men úrsltitið ímóti Stjøruni herfyri boðar frá øðrum.
Eingin ivi eru um, at kvinnukappingin gerst spennandi í vetur um at náa FM-finalunum. Vit hava fingið nakrar ábendingar, ja, summar, sum eg ikki roknaði við longu í fyrsta umfarinum.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 5 | 168 | 104 | 64 | 8 |
| 2 | Kyndil | 5 | 138 | 112 | 26 | 7 |
| 3 | StÍF | 3 | 76 | 57 | 19 | 4 |
| 4 | VÍF | 4 | 105 | 103 | 2 | 4 |
| 5 | VB | 3 | 81 | 63 | 18 | 3 |
| 6 | Stjørnan | 4 | 76 | 122 | -46 | 2 |
| 7 | Søljan | 4 | 44 | 127 | -83 | 0 |
Kyndil og KÍF fingið heldur slaka byrjan, meðan neistamenn “yvirraska”
Tú gerst ikki klókur at hyggja um úrslitunum hjá monnunum higartil í kappingini. Eitt er í hvørfall greitt, at føroyameistararnir KÍF standa ikki mátt við liðið, sum endaði kappingina í vár. Ein orsøk er eisini Nicklas Selvig, sum var skaddur fleiri dystir, og kollfirðingur segði mær, at fleiri KÍF spælarar eru slett ikki í venjing. KIF spælir skjótt álopsspæl og gjørdi millum annað eisini hetta ímóti H71 herfyri. Runnu H71 um koll fyrstu tjúgu minuttirnar, men so var orkan uppi, og H71 streyk av stað við sigrinum. Ja, so tapti KÍF eisini fyri Neistanum í Havn.
Veit ikki, hvat hendur í Kyndli, men hevði heilt vist roknað við Kyndli sum ovasta lið í grundspælinum, tí liðið er so væl mannað. Men Kyndil hevur seinastu tríggjar dystirnar mist fimm stig, og tapið mikudagin fyri VÍF boðar ikki frá góðum í løtuni í kyndilsleguni. Í fleiri dystum hevur Kyndil eisini skotið fá mál, ja, átjan ímóti Neistnum og H71. Men Kyndil mann koma afturíaftur og tað sama KÍF.
Stigatalvan lýgur ikki, og Neistin er ovast á stigatalvuni, men tað er VÍF, sum higartil hevur tapt fækst stig. Síggi á úrslitunum, at í fleiri dystum eru fá mál skotin, og fleiri av sigrunum er ógvuliga teprir. Tó kann viðmerkjast, at Team Klaksvík sýnist veruliga at arga hini liðini. Vann á StÍF á útivølli og tapur tepurt fyri KÍF. Haldi meg eisini síggja, at liðini standa og falla við nøkrum fáum spælarum. Her hugsi eg um VÍF spælaran Filip, sum er óstøðugur, tað sama Finnur Hansson og David Edvardsen hjá Kyndli. Spenandi at fylgja næstu dystunum. Óivað enn einaferð fleiri óvæntað úrslit. (Vagnur)
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 5 | 117 | 123 | -6 | 7 |
| 2 | VÍF | 4 | 104 | 80 | 24 | 6 |
| 3 | Kyndil | 5 | 119 | 103 | 16 | 5 |
| 4 | H71 | 4 | 88 | 89 | -1 | 4 |
| 5 | KÍF | 4 | 105 | 106 | -1 | 4 |
| 6 | StÍF | 4 | 98 | 109 | -11 | 2 |
| 7 | Team Klaksvík | 4 | 102 | 123 | -21 | 2 |


