Meiningahornið – Ábyrgdarleyst at eingin hálkubreyt er í Føroyum

Nógvir bilar fara út av vegnum í hálku. (Mynd Sosialurin)

Nógvir bilar fara út av vegnum í hálku. (Mynd Sosialurin)

Fríggjadagin 20. sepember las eg áhugaverda og kensluborna grein í Sosialinum um unga kvinnu, sum doyði í ferðsluni í januar mánað í 2012. Systirin misti tamarhaldið á bilinum, sum fór út av vegnum í hálku. Unga kvinnan, sum doyði, sat ikki í trygdarbelti og varð slongd úr bilinum. Nú hava vit í fjøruti ár tosa um at fáa hálkubreyt í Føroyum, men framvegis doyggja fólk og fáa á skaða í ferðsluni, tí tey ikki hava fingið koyrufrálæru á hálkubreyt. Hetta er ábyrgarleyst.

Unga kvinnan sigur millumannð við Sosialin, at hon sum bilførari vantar upplýsingar, tá ið tað ræður um at koyra í hálku, og at hon ikki visti, hvussu mann ger, tá ið bilurin missir vegatakið i hálku.

Eg haldi, at tað er ábyrgdarleyst, at tú kanst fáa koyrikort í Føroyum uttan at hava fingið frálæru á  hálkubreyt, sum tú fart í øðrum norðalondum. Eg havi spurt tveir koyrilærarar, hví hálkubreytin ikki kemur. Og teir siga báðir.

Hetta er koyribreytin í Roskildi, har hálkubreyt er partur av breytini.

Hetta er koyribreytin í Roskildi, har hálkubreyt er partur av breytini.

– Akstovan og Ráðið fyri Ferðslutrygd gera alt ov lítið til tess at fáa politikarar at játta pening til hálkubreyt í Føroyum. Og annar koyrilærarin leggur serliga eftir Ráðnum fyri ferðslutrygd, sum setir spurnartekin við hálkubreyt.

Í Danmark er tað soleiðis, tað er lógarkrav, at næmingurin eisini skal hava koyrifrálæru á hálkubreyt. Koyrilærarin bíleggur tímar á hálkubreytini til næmingin, og eisini sleppur hann at koyra einsamallurin undir eftirliti á stongdum asfaltøki til tess at styrkja sær sjálvsálitið, áðrenn hann fer einsamallur út í ferðsluna.

Á heimasíðuni hjá Landsverk síggi eg, at trý fólk frá stovninum vóru í 2005 á dagsskeiði á royndar- og hálkubreytini hjá “køreteknisk institut” í Roskilde. Kostnaðurin fyri hálkubreytina í Roskilde er 25 milliónir krónur, men tá ið vit nú skulu gera undirsjóvartunnil millum Eysturoy og Streymoy og Sandoy og Streymoy fyri tvær milliardir krónur, so eru 25 milliónir ikki nógvur peningur, og eingin ivi er um, at ein hálkubreyt i Føroyum kann gerast fyri minni upphædd. 15000 fólk fáa koyrufrálæru á hálkubreytini í Roskilde um árið.

Eg skilji ikki Akstovuna og Ráðið fyri ferðslutrygd, at tey við jøvnum millum bilum ikki leggja press á politikararnar um at játta pening til hálkubreyt. Tí tað er grovt ábyrgdarloysi, at frálæran á hálkubreyt er strikað í føroysku lóggávuni, sum koyrilæri sigur mær. Tá ið tað kemur til trygd á arbeiðsplássum og eisini í sambandi at læra fólk at koyra í hálku, so er Føroyar framvegis eitt U-land. Í hesi løtu minnist eg um tríggjar deyðsvanlukkur seinastu trý árini, har ungur bilførari hevur mist tamarhaldið á bilinum í hálku.

Tá ið fyrsti frostdagur kemur um heystið hoyra við mangan í útvarpinum, at bilar eru farnir út av vegnum. Orsøkirnar kunnu vera mangar, men eitt eri eg 100% vísir í, og tað er, at høvdu serliga ungfólk fingið koyrufrálæru á hálkubreyt, so vóru nógvar av vanlukkunum ikki hendar. Vit mugu og skulu fáa okkum eina hálkubreyt í Føroyum. Alt annað er ábyrgdarloysi. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *