
Ein politikari skal allar fyrst duga politiska handverkið og vera reiðiligur og álítandi. (Mynd Vagnur)
Í seinastuni er spurningur settur við útbúgvingar hjá okkara politikarum. Skulu vit seta krøv, at landsstýrisfólk skulu hava hægri útbúgvingar. Eg rokni við, at hægri útbúgvingar skulu skiljast sum prógv frá hægri læristovni uttanlands og ikki tildømis námsfrøðingar, lærarar, handverkarar ella sjúkrasystar. Í mín politiskum verð snýr politikkur seg ikki um hægri útbúgvingar ella ikki. Politikkur snýr seg fyrst um gott politiskt handverk, og at viðkomandi er reiðiligur og álítandi. So er krøvini uppfylt fyri mítt viðkomandi.
Eg rokni ikki eg við, at tá fólk seta krossin valdagin, at tey hugsa um, hvørja útbúgving fólkini hava á atkvøðuseðlinum. Flest fólk hava í góðari tíð fyri valið tikið avgerðina, hvat valevni skal hava krossin hesuferð. Veljarin hevur eygleidd viðkomandi í fjølmiðlunum í valskeiðinum ella uppundir val. Tað nyttar ikki, at politikari hevur hægri útbúgving, um viðkomandi ikki dugur politiska handverkið. Nógv eru dømini um hetta. Fara vit aftur í politisku tíðina í Føroyum, høvdu nógvir av okkara allar bestu politikarum ikki hægri útbúgvingar.Teir høvdu “nøs” fyri at taka røttu avgerðirnar, teir dugdu tað politiska handverkið.
Fara vit í heimssøguna, hava og høvdu frálíkir politikarar ikki hægri útbúgvingar, men dugdu politiska handverkið. Teir vóru fyrst skúlaðir í politiskum ungmannafeløgum, fyri síðani seinni at fáa politiskar álítispostar. Eg sá onkrastaðni, at Annika Olsen hevur hægstu útbúgvingina av okkara landsstýrisfólkum. Hetta er slett ikki nøkur trygd fyri, at hon tildømis roynist sum besta landsstýrisfólki. Tó skal sigat, at Annika roynist væl eftir mínum tykki.
Føroyar er lítið land, og tí er ikki rætt at sammeta Føroyar við Svøríki ella Danmark, har flestu ráðharrar hava hægri útbúgvingar. Sjálvandi skal vera soleiðis í Føroyum, at vanliga fólki eisini kann bjóða seg fram á politiska leikvøllin. Tá alt kemur til alt, so er tað veljarin sum setir krossin, og flokkarnarir, sum velja landsstýrisfólkini. Sum áður sagt omanfyri hevur hægri útbúgving hjá poltikarum fyri meg ongan týdning, tá eg seti krossin valdagin. Viðkomandi skal allar fyrst duga politiska handverkið, vera reiðiligur og álítandi. (Vagnur)