Spentur og við opnum sinni keypti eg Dimmalætting fríggjadagin seinnapart. Spentur at síggja og lesa nýútkomna blaðið, sum er ein roynd at endurskapa Dimmalætting, í fyrsta umfari sum eitt vikuskiftisblað. Havi áhuga í fjølmiðlum, serliga hvussu – í hesum førinum Dimmalætting – er sett upp, og hvussu blaðfólkini borðreiða tekstin til lesaran. Dimmalætting stóð fyrstu royndina við fleiri áhugaverdum greinum, men summar greinar eru ov langar, og onkur grein hoyrir slættis ikki heima í blaðnum.
Fyrsta greinin, eg las, var forsíðugreinin “Stungin nærum til deyðis”. Rørandi og væl skrivað grein um hendingina, sum vit á sinni hoyrdu so nógv um í fjølmiðlunum. Hetta at fáa vita, hvussu slík álvarslig hending kann ávirka menniskju. Forsíðan fangar, men síða tvey ger tað ikki – er alt ov soltin til so gott pláss í blaðnum. Ein leiðari, ein tekning, Ferdinand og so boð um tvær greinar í blaðnum. Nógv meira krút má koma á síðu tvey og ein nógv betri leiðari.
Umframt forsíðusøguna er fyri meg mest áhugaverda søgan “Meðan vit bíða”, sum Magni Laksáfoss hevur skrivað. Eg havi ongantíð rættiliga skilt hetta við at skatta pensjónir við inngjald og brúka peningin til skattalættar. Og hetta við fíggjarligum haldføri hjá einum samfelag, har Tjóðbankin vísir á, at Føroyar ikki eru á rættari kós. At vit skatta pensjónir við inngjald og brúka peningin til skattalættar er ein vanlukka fyri Føroyar, sigur formaðurin í danska búskaparráðum. Ein ómetaliga góð og sigandi grein.
Slættis ikki dámar mær greinarnar um skattafría blíðskapin hjá Heðini Mortensen og søguna um Idé møblar. Greinin um Heðin er alt, alt ov long, og vit kenna málið væl frá øðrum fjølmiðlum. Í greinini er alt ov lítið nýtt undir sólini í mun til langa tekstin. Greinin um Idé møblar hoyrir als ikki heima í blaðnum, og tú ivast í, hvat endamálið er.
Alt gott um Idé møblar, sum fleiri ferðir er valdur til ársins handil. Skuldi Dimmalætting skriva eina grein um Idé møblar, so hevði verið áhugaverdari at fingið at vita um allar útsølurnar, sum fyritøkan borðreiðir við alt árið, og um øll tilboðini við stórum avsláttrum, har fólk eisini kunnu keypa vørur uttan inngjald, men sjálvandi skulu gjalda vøruna seinni. Heilt serligur áhugaverdur handilsteknikkur, sum sær út at eydnast væl, tí fyritøkan gongur væl.
Rúgvismikla greinin “Brúkaraumboðið tikið av ræði” er tung at koma ígjøgnum, og eg ivist í, hvussu nógv fólk lesa slíka grein. Greinin er ov teknisk fyri fólk flest, men tó upplýsandi. Tá er greinin um “minnilutaverju” ómetaliga áhugaverd fyri meg. Nógv av tilfarinum um tey samkyndu kenna vit, men áhugavert at fáa at vita, at flest norðoyingar eru ímóti, at samkynd gifta seg. Ja, og hetta, at fólkið gongur teimum samkyndu á møti, men tað ger meirilutin í tinginum ikki. Nógv fólk lesa hesa grein.
Greinin “Ein milliard árliga úr fiskitilfeinginum”, sum Jóannes Jacobsen hevur skrivað, er eisini áhugaverd, men nógv av tekstinum er sagt áður. Vit vita, at partur av fiskiflotanum er ótíðarhóskandi og klárar seg ikki, og at stóru inntøkurnar frá uppisjóarvinnuni enda í lummanum hjá teimum fáu. Nógv fólk lesa greinina.
Greinin “KT-vinnan ekur á knøunum” er eisini áhugaverd, men eisini her er søgan søgd áður í sambandi við, at fólk eru uppsøgd í Elektron, kundarnir rýma frá føroysku KT-vinnuni, og at framtíðin hjá hesi vinnu er ikki góð. Greinin er væl skrivað, og tú keðir teg ikki, tí altíð okkurt nýtt fært tú at vita.
Tað er við hepni, at Dimmalætting hesaferð hýsir styttri greinum um sukursjúku, Hví trívist blámusoppur, at Brandur Sandoy er snarsintur, síðu 36 og 37 hjá Kinnu um list og Enn ein teinæringur frá Kaj. Frálík innsløg.
At enda vil eg nevna tvær greinar. Fyrst áhugaverdu greinina um taiwanska kanadiaran Ed Ou, sum tekur myndir í Føroyum fyri kendu fyritøkuna Vice. Hetta, at ungur maður ferðast kring knøttin og tekur myndir, sjálvt í vandamiklum økjum sum Egyptalandi, Somalia og Ukraina. Hin greinin er um grønmeti og matvørufelagsskapir. Áhugavert prát við kokkin Gutta Winther og Jógvan Jón Petersen úr Dímun. Tvær frálíkar greinar, sum fær lesaran veruliga at hugsa, meðan hann lesur tekstin.
Ja, so kláraði eg at loysa báðar Sudoku uppgávurnar, men føroysku krossorðagáturnar havi eg ikki enn hugt at. Eg haldi, at Dimmalætting er komið væl frá fyrstu útgávuni, og eg ivist ikki í, at blaðið við tíðini gerst betri. Eg vóni, at skarpi pennurin kemur meira til sjóndar í blaðnum, her hugsi eg um politiska partin, sum fólk hava áhuga í.
Og so eru tað lesarabrøvini? Eg vóni, at blaðið verður ikki fylt við mangan alt ov longum lesarabrøvum. Slík lesarabrøv sært tú ikki tildømis í stóru donsku bløðunum. Nú eg skrivi seinastu orðini í ummælinum um Dimmalætting, hugsi eg, hvør keypir og lesur nýútkomna blaðið. Fyrsta Dimmalætting er ikki ungdómsvinarlig, tí ungdómurin tímir ikki at lesa langar greinar um KT-vinnu, skattafrían blíðskap hjá Heðini Mortesen, fíggjarligt gjaldføri hjá landinum, og um brúkaraumboðið er tikið av ræði ella ikki.
Eingin ítróttur, sum hevur stóran áhuga millum manna? Samanumtikið stóð kærkomna Dimmalætting fyrstu royndina. Men eitt er, hvar ein eldri maður sum eg haldi, annað er, hvat yngru ættarliðini halda um blaðið. Spennandi at keypa Dimmalætting aftur næsta fríggjadag. (Vagnur Michelsen)





