21 ára gamli Terji Reidar Jacobsen var errin leygardagin, tá hann eftir ódnartøkini tók ímóti stóra steypinum, sum Róðrarfelagið Knørrur fekk handað sum mest vinnandi felagið í ódnartøkunum. Róðrarárið 2014 var gott ár fyri Róðrarfelagið Knørr, har fleiri sigrar komu í hús. Men hvat fær ein 21 ára gamlan ungan mann, sum er nýggjur í nevndini, at taka við leiðsluni í kappróðrarfelag?
– Hjartamálið hjá mær er fyrst og fremst at betra um umstøðurnar hjá rógvarunum í friðaða pakkhúsinum á Müller brúgv, har vit halda til. Har eru ongar brúsur, skiftingarrúm, vs ella uppihaldsrúm. Landið eigur bygningin, og nú ætla vit at fáa loyvi at fáa felagnum betri umstøður. Landið ætlaði at brúka bygningin til skrivstovur, men ov myrkt er inni, so henda ætlanin er slept, sigur Terji.

Ormurin langi avmyndaður á Havnarvág 20. september, tá nummar tvey “ódnartak” kappingin fór fram. (Mynd Vagnur)
Terji byrjaði at rógva við 5-mannafarinum Dúgvuni í 2006, sum Argja róðrafelagið lándi úr Sørvági. Síðani róði hann við 5-mannafarinum Teistanum. í fjør mannaðu ungir menn 6-mannafarið Jarnbard, og í summar mannaðu teir 8-mannafarið Knørr. Tað gekk væl hjá Knørri í summar, tí báturin vann á jóansøku og ólavsøku, og báturin gjørdust nummar tvey í FM-kappingini. Nú hava teir í ódnartakinum róð við Orminum langa, og tí spyrji eg Terja, um somu menn eru at síggja umborð á Orminum í 2015?

Felagið heldur til í friðaða pakkhúsinum, men har eru ikki brúsur, skiftingarrúm og vs. (Mynd Vagnur)
– Sjálvandi eru ódnartøkini ikki tað sama sum FM-róðrarnar, men menn hava stóran áhuga at manna 10-mannafarið næsta ár. Um einar fjúrtan dagar skal vera greitt, hvørjir rógvarar vilja koma umborð, sigur Terji Reidar Jacobsen, sum er nýggjur formaður í Róðrarfelagnum Knørri. Hini í nevndini eru Petur í Gong, Elsa Klein Olsen, Maybritt við Strond og Rúni Joensen. Felagið eigur bátarnar 10-mannafarið Ormin langa, 8-mannafarið Knørr, 6-mannaførini Herning og Jarnbard og 5-mannaførini Jallin, Pílin og Tambar. (Vagnur)
