Havnarskrivstovan segði nei, Mortan Johannensen segði ja.

Enniberg mátti bróta túr av vegna spælskaða. Mortan og teir hava júst flutt Enniberg. (Mynd Vagnur)

Enniberg mátti bróta túr av vegna spælskaða. Mortan og teir hava júst flutt Enniberg. (Mynd Vagnur)

Stórur ivi var, um ódnartakið varð til nakað leygardagin, tí svart sá út, tá fyrireikararnir í vikuni tosaðu við Havnarskrivstovuna. Trolarin Enniberg, sum lá við spælskaða júst á málinum, kundi ikki flytast, varð sagt av Havnarskrivstovuni. Eisini lá línubátur við startmálið, tí vóru fyrireikararnir í døpurhuga. Men so dittaði ein av fyrireikarunum at tosa við reiðaran á Ennibergi Mortan Johannesen um møguleiki var at flyta Enniberg nakrar tímar. Mortan tók væl ímóti manninum og segði nakað soleiðis:

Her verður línubáturin fluttur frá startmálinum. (Mynd Vagnur)

Her verður línubáturin fluttur frá startmálinum. (Mynd Vagnur)

– Um tit útvega tíggja mans, so fái eg maskinmeistaran at starta motorin, og so flyti eg sjálvur Enniberg, segði Mortan. Enniberg er stórur og tungur trolari og spølini eru í ólagi. Tað skulu nógvir mans at standa við endarnar, stýra Ennibergi og halda skil á motorinum. Enniberg varð lagdur við Vónina, og klokkan fimm seinnapartin leygardagin, sigldi Mortan Enniberg á pláss aftur við gomlu saltsøluna. Umborð vóru somu menninir, so Enniberg varð bundin tryggur aftur við bryggjuna.

Poul í bilinum, síðani Teitur Samuelsn, Magni Dalsgarð og Mortan Johannesen. (Mynd Vagnur)

Poul í bilinum, síðani Teitur Samuelsen, Magni Dalsgarð og Mortan Johannesen. (Mynd Vagnur)

Klokkan ellivu leygarmorgunin var eg niðri á Vestarubryggju, og tá var Bjarti Mohr í holt við at sleipa ein línubát burtur frá startinum og inn um bryggjuna. Sleiparin hjá MEST hevði enda á línubátin. Um menn sum Mortan Johannesen og Mest ikki “spæla við”, tá kappróður fer fram á Havnarvág, ber slett ikki til. Til stuttleika kann eg nevna, at meðan vit standa nakrir og tosa um júst tað sama leygarmorgunin, kemur Poul Mohr framvið í bili. Hann skrúvar niður vindeyga og sigur: – Havi tit veruliga fingið Mortan at flutt Enniberg. Tað má eg siga, hetta hevði eg ikki roknað við, segði Poul við einum smíli. (Vagnur)

Jón Johansen t.v. var startdómari leygardagin. Magni Nielsen hevur sum altíð ábyrgdina av startinum. (Mynd Vagnur)

Jón Johansen t.v. var startdómari leygardagin. Magni Nielsen hevur sum altíð ábyrgdina at leggja út startin. (Mynd Vagnur)

Sólskin og dýrdarveður leygarmorgunin á Vestaru bryggja. Frá vinstu: Teitur Samuelsen, Magni Nielsen, Jón Johansen, Fróði Magnussen, Bjarti Mohr og Tønnis Wardum. (Mynd Vagnur)

Sólskin og dýrdarveður leygarmorgunin á Vestaru bryggja. Frá vinstru: Teitur Samuelsen, Magni Nielsen, Jón Johansen, Fróði Magnussen, Bjarti Mohr og Tønnis Wardum. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *