
Ormurin langi fer fyrstur um málið í seinasta av trimum róðrum. Nærmast Fuglfirðingur, síðani Drekin reyði, Ormurin og Havnarbáturin. (Mynd Vagnur)
Frálíkt róðrarveður á Havnarvág, tá triðja og seinasta “ódnartakið” var avgreitt. Tað tók ein tíma og tjúgu minuttir at avgreiða róðrarnar. Nógvir áskoðarar høvdu leitað sær oman á Vestaru bryggju at fylgja róðrunum. Nakað heilt serligt er at fylgja kappróðrarbátunum so tætt. Tú kanst antin velja at síggja bátarnar starta og bara vera fáar metrar frá rógvarunum, ella tú kanst standa við málið. 140 metrar er bara ein langur spurtur, og tú kanst fylgja bátunum allan teinin. Rógvarunum dáma “ódnartakið” ómetaliga væl. Eg prátaði við fleiri rógvarar eftir róðrarnar leygardagin.
Fyrireikararnir av “odnartaki” og “snarróðri” vildu bara royna okkurt nýtt í føroyskum kappróðri og eisni leingja um róðrarárið. Allir rógvararnir, eg tosaði við, vóru væl nøgdir við átakið. Summir dámdu eisini væl snarróðurin í august mánað í fjør og í vár, har tey rógva 470 metrar. Ódnartakið er nakað heilt annað, sum er ein 140 metrar langur spurtur. Sum teir siga: FM-kappingin er eisini nakað heilt annað og meira “seriøst”, og tá stendur nógv upp á spæl.

Silja úr Fuglafirði vann genturóðurin samanlagt. F.v: Marius Albert. Petersen, róðursmaður, Anna Larsen, Turið S. Christiansen, Laura Berjastein, Erika S. Christiansen, Marin Tórsteinsdóttir og Ann Várlíð Jacobsen. (Mynd Vagnur)
Fleiri rógvarar søgdu mær, at tað hesuferð gekk striltið at manna bátarnar, tí konfirmatíon er kring landið, og gott fjallveður var eisini leygardagin. Tey halda, at triðja ódnartakið var einar tvær vikur ov seint á árinum. Færri bátar vóru eisini leygardagin, millum annað vóru bara tvey 8-mannafør, tey vóru fýra bátar fyri tveimum vikum síðani. Ein leiðari segði mær, at hon hevði dámað betur, at róð var tríggjar fylgjandi leygardagar, tí so var lættari at halda “uppá” manningarnar. Eisini gerast kvøldini myrkari og myrkari, tí kann gerast torført at fáa venjingarnar at rigga.
Samanlagt í stigum eftir tríggjar róðrardagar vann Hvassi úr Sunda Róðrarfelag barnaróðurin, Silja úr Fuglafirði vann genturóðurin, Herningur úr Róðrarfelagnum Knørri vann 6-mannafarsróðurin við monnum, Blikur av Argjum vann dreingjaróðurin, Argjabáturin vann 8-mannafarsróðurin, Rádni úr Fuglafirði vann 6-mannafarsróðurin við kvinnum og Ormurin langi vann 10-mannafarsróðurin.
Eftir róðrarnar var steypa- og heiðursmerkjahandan í neystinum í Álakeri, har rógvarar eisini fingu ein bita. Góð og hugnalig løtu, sum bara stimbrar um føroyskan kappróður. Nú skriva vit fyrst í oktober mánað, men longu var prátað í Álakeri, hvørjir bátar fara at rógva róðrárárið 2015. Slík átøk sum ódnartak og snarróður eggjar fólki at rógva, eingin ivi um tað. Onkur bar upp á mál, at vit áttu at skipa fyri slíkum átøkum eisini aðrastaðni kring landið. Her er so spurningurin, um pláss eru fyri fleiri slíkum átøkum.
At enda vil eg takka fyrireikarunum, sum nýta so nógv tíð at menna føroyskan kappróður. Frálík róðrarátøk á Havnarvág. Mín vón er, at vit næsta vár aftur skipa fyri snarróðri, har róð verða 470 metrar. Nógvir bátar vera við í slíkum róðrum. Síðani mugu tit royna at endurtaka ódnartøkini um somu tíð næsta ár. Byrja seinast í august mánað, og ódnartøkini skulu kanska enda eina fjúrtan dagar fyrr enn í ár. Takk fyri í ár øll somul. 2014 gjørdist eitt frálíkt kappróðrarár. (Vagnur)

Myndin er frá næsta ódnartakinum fyri fjúrtan døgum síðani. Báturin í miðjuni Hvassi úr Sunda róðrarfelag vann samanlagt ódnartøkini barnamanning gentur. (Mynd Vagnur)









