Gott boð um ársins mynd tikin á Skálafjørðinum

Ein ómetaliga góð og sigandi mynd.

Ein ómetaliga góð og sigandi mynd.

Havi altíð havt áhuga í serligum myndum. Ein mynd kann siga so ómetaliga nógv, og kring knøttin velja tey ársins myndir av ymsum slagi, og fólk fáa heiðursløn fyri væl tiknar myndir. Mest sum øll fólk taka nú rúgva av myndum við telefonum og digitalum myndatólum. Mangan er tað tilvildin, sum ræður, tá knappliga góð mynd kemur undan kavi. Myndin omanfyri er ein ómetaliga góð mynd, sum eg sá á Facebook. Myndin fær sanniliga tankarnar hjá fólki at reika.

Løgið at hugsa sær, at hesin boripallur hevur verið til umvælngar í Føroyum.

Løgið at hugsa sær, at hesin boripallur hevur verið til umvælngar í Føroyum.

Á Skálafjørðinum liggur stóri boripallurin West Hercules. Hesin 40.000 tungi boripallurin, sum er 116, 5 metrar langur og 96,6 metrar breiður, boðar frá virksemi á Skálafjørðrinum og aðrastaðni kring landið. Boripallurin er frá 2008 og skrásettur í Panama. Heilt ótrúligt, at boripallurin kemur inn í føroyskan fjørð at umvælast. At føroyskt handverk við hjálp frá serkønum fólki uttanlands kann umvæla so stóran boripall í Føroyum.

Tá eg síggi slíka mynd, hugsi eg, hvussu okkara lítla samfelag fer fóta sær, um stór mongd av olju verður funnin á føroyskum øki. Myndin sýnir, hvussu stórt øki á havnarlagnum skal brúkast til eina umvæling av einum boripalli. Eru føroysku havnirnar tilreiðar til møguliga oljuvinnu. Nei, óivað slett ikki. Góðar tíðir eru í løtuni í Føroyum. Landskassin og kommunukassarnir fáa fleiri pening, men søgan sigur, at føroyska samfelagið er ógvuliga viðbrekið.

West Hercules er farin, makrelurin, svartkjaftuin og sildin hava stert, og tí kunnu flyta seg, og tað gongur upp og niður við alivinnuni. Nú gongur alivinnan strálandi. Tað sýnist, sum samfelagið í løtuni er nakað “upphitað”. Nógv virksemið nógvastaðni kring landið, og serliga í Havn er heilt nógv virksemi, har nógv stórarbeiði eru í gongd, og arbeiðstól standa á hvørjum gøtuhorni. Hetta minnir eitt sindur um seinast í 1980-árunum, tó á heilt annan “positivan” hátt.

Veit ikki rættiliga, hvør hevur tikið myndina á Skálafjørðinum, men eg haldi tað er Kári Højgaard fyrrverandi landsstýrismaður. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *