Genturnar umborð á Firvaldi rógva ikki í rógvimaskinum

jkjkjkj

Firvaldur 5-mannafør gentur á Havnarvág 20. september 2014: Á toftini: Stýriborð Karin Heradóttir Enni, bakborð Rebekka L. Magnussen. Í rúmini: Stýriborð Eir Mortansdóttir Kilgour. bakborð Sára Maria Johansen. Á lærinum: Stýriborð Halldis Michelsen, bakborð Rannvá Wiberg. Róðurskvinnan eitur Kristina K. Sørensen. (Mynd Vagnur)

Vit, sum fylgja við kappróðri, stóðu sum kánus á ólavsøku í ár, tá 5-mannafarið Firvaldur fyrst vann bæði barnaróðurin og lølu seinni 5-mannafør við gentum. Ber hetta til, og hava genturnar loyvi at rógva báðar róðrarnar. Venjarin hjá gentunum er Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sum eigur eina gentu umborð. – Genturnar venja ikki í rógvimaskinum, men vandu fyrst styrkivenjingar, runnu í gøtunum, trappum og brekkum, sum vit gjørdu í gomlum døgum. Fyrst í apríl mánað róðu vit bara í bátinum, sigur Kristin, sum sjálvur róði við Suðuroyingi frá 1977 til og við 1981.

Her vinnur Firvaldur óvæntað genturóðurin á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

Her vinnur Firvaldur óvæntað genturóðurin á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

Eg sá beinanvegin leygardagin á Havnarvág, at genturnar umborð Firvaldi er vælvandar gentur. Tær rógva og orka væl. Søgan um Firvald er eindømi í føroyskari róðrarsøgu, tí manningin vann tveir róðrar á ólavsøku í ár. Eg havi ringt til Kristin Michelsen og spurt hann, hvussu genturnar er vorðnar so góðir rógvarar, og Kristin sigur. – Tær róðu fyrsta barnaróðurin á norðoyastevnu í fjør, og eftir at tær fingu bronsuheiðursmerkini, blivur tær “bitnar at rógva”. Trupulleikin í fjør var, at gentur skuldu út at ferðast við foreldrunum, so tær róðu ikki á øllum stevnunum.

Her fer Firvaldur fram við landinum á ólavsøku. Gentur hava vunnið barnaróðurin, nú skal genturóðurin rógvast. (Mynd Vagnur)

Her fer Firvaldur fram við landinum á ólavsøku. Genturnar hava vunnið barnaróðurin, nú skal genturóðurin rógvast. (Mynd Vagnur)

– Genturnar dáma væl at venja, tær gera eisini fimleik og spæla flogbólt um veturin. Róðrarárið 2014 skuldi vera meira “seriøs”, og vit byrjaðu tíðliga í ár at venja styrkivenjingar, renna í gøtunum, trappum og brekkum. Fyrst í apríl mánað fóru vit í bátin, har vit fyrst fingu áralagið at rigga fyri síðani at fáa ferð á bátin. Eg vildi hava, at vant varð sum í gomlum døgum, og genturnar róðu tí ikki í maskinum. Sjálvur róðu eg við Suðuroyingi frá 1977 til við á ólavsøku 1981, sigur Kristin.

– So koma vit til ólavsøkuna í ár. Uppundir ólavsøku vandu genturnar tvær ferðir um dagin. Fyrst klokkan eitt og síðani seinni seinnapartin. Vit vandu bæði 500 metra og 1000 metra teinin. Firvaldur hevði  vunnið allar barnaróðrarnar, og vit hildu, at tað kundi verið stuttligt, um tær eisini sluppu at royna seg millum gentubátarnar á 1000 metrum. Ì fyrstu atløgu vildi RSF ikki, men gjøgnum ymsar sniðgøtur, sluppu vit tó at rógva sum gestarógvarar.

Her taka genturnar fyrstu tøkini í ódnartakinum seinasta leygardag. (Mynd Vagnur)

Her taka genturnar fyrstu tøkini í ódnartakinum seinasta leygardag. (Mynd Vagnur)

– Millum annað góvu vit til kennar, at talan var um tvær ymsar manningar, men tað var bara tann eina manningin. Hetta kom eisini til sjóndar, tá steypini skuldu handast. Somu gentur fóru tvær ferðir á pallin eftir steypum og heiðursmerkjum, sigur Kristin at enda.

Firvaldur av Tvøroyri vann á ólavsøku bæði barnaróðurin og genturóðurin, og tað má sigast at vera bragd, sum vit ikki áður hava sæð í føroyskum kappróðri. Mær er sagt, at genturnar umborð á Firvaldi ikki vera við í “ódnartakinum” næsta leygardag. Fleiri gentur skulu konfirmerast sunnudagin 5. september. Næsta ár eru genturnar ov gamlar at rógva barnaróður, og tá eru tær við í genturóðrunum. (Vagnur)

 

.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *