
Einir tretivu handverkarar hava arbeitt alla sólarringin til tess at fáa nýggja FSF húsið liðugt. (Mynd Vagnur)
Fimtan minuttir vóru farnir av landsdystinum millum Føroyar og Finnland, tá eg kom fram við FAST støðina í Gundadali. Har var long bíðurøð, sum eg ongantíð áður hava sæð við støðina. Sagt var mær, at har kundu fólk keypa atgongumerki til landsdystin. Eg helt, at hetta mátti vera eitt sjálvmál fáa FSF, tí í FAST støðini keypa fólk bensin, onnur keypa góðgæti, og so tey, sum ótolin vildu sleppa til landsdyst. Handan diskin standa nøkur ungfólk í villareiði.
Komin oman til okkum, síggi eg í sjónvarpinum, at fleiri hundrað situpláss er tóm og las á portali, at fleiri hundrað fólk máttu nakkalang til húsa aftur, tí tey eingi atgongumerki fingu. Ikki lætt at skilja, at FSF selir atgongumerkini á bensinstøðini í Gundadali, har bara eini tvey ung fólk arbeiða. Atgongumerki plagdu at vera seld frá lúkum í Gundadalshøllini. Eg havi roynt at hugt á portalar í morgun til tess at fáa at vita, hvussu nógvan pening FSF misti í gjárkvøldið orsakað av sjálvmálinum, men enn er einki at síggja.
Síðani undrist eg á, at landsdysturin verður spældur so seint á kvøldi, tí yngstu abbabørnini seks og átta ár vóru til landsdyst. Og tá vit hugsa um, at ungdómar koma heilt úr Klaksvík til landsdyst, so eru teir ikki við húsa aftur fyrr enn á miðnátt. Tey skulu jú upp í skúla morgunin eftir. Og hvussu við Suðuroynni og landsdysti? Óivað eru tað sjónvarpsrættindini, sum gera av, nær landsdystur skal spælast, men eg hugsi mest um allan føroyska ungdómin, sum vil sleppa at síggja landsdystin.
Eingin ivi er um, at var landsdysturin millum Føroyar og Finnland spældur klokkan fýra sunnudagin, og at FSF ikki framdi sjálvmálið við atgongumerkunum, so var fullsett á Tórsvølli. Ja, eini 1500 til 2000 áskoðarar fleiri til landsdyst. Løgið at hugsa sær, at FAST støðin boðar frá, at eingi atgongumerki eru eftir, tá fólk í sjónvarpinum síggja hundraðtals tóm situpláss. (Vagnur)