
Hetta minnir ikki sørt um læknastríðið í Klaksvík, tá danskir løgrelgumenn máttu koma til Føroya. (Mynd Torbjørn)
Tá eg eftir svimjininga um Nólsoyarfjørð sá mynd av donskum løgreglubáti, sum er komin til Føroya at verja føroyskar grindamenn ímóti Sea Shepherd, hugsaði eg: Føroyingar eru um at tapa slagið um hvalin. Sjálvt um vit megna at avgreiða eitt dráp, har stórt løgreglulið mannað við føroyingum og dønum verja grindamenninar, so gerast myndirnar, sum fara út í heim so mikið ógvusligar, at enn fleiri útlendingar kom til Føroya næstu árini at stuðla Sea Shepherd.
Løgmaður segði herfyri í fjølmiðlunum, at átakið hjá Sea Shephard er eitt “flopp”. Nei, ikki er átakið eitt “flopp”. Nú vónar løgmaður, at ein grind skjótt leggur beinini í Føroyum og sigur, at føroyskir myndugleikar eru væl fyrireikaðir. Sea Shepherd fólkini eru eisini væl fyrireikað við stórum myndatólum og nógvum skjóttgangandi bátum, har góðar ógvusligar myndir fara um allan heim, og sum øsa enn fleiri útlendingar. Grindadráp er altíð ógvusligt líka mikið, hvussu væl tað er fyriskipað og avgreitt.
Tá eg sá danska vælútgjørda løgreglubátin, kom eg eisini at hugsa um læknastríðið í Klaksvík.Tá kom stórt løgreglulið til Føroya ella rættari sagt til Klaksvíkar at seta klaksvíkar á pláss. Nú er ikki stríð um ein lækna, men um grindadráp. Grindadráp í Føroyum kom fyrst í stóran mótvind, tá ið Pál Weihe og hansara fólk boðaðu frá, hvussu vandamikið er at eta tvøst og spik. Víst var á kanningar, sum søgdu, hvussu nógv eiturevni eru í tvøsti og spiki. Heitt var á ungar gentur og kvinnur í barnførum aldri ikki at fáa eiturevnini í kroppin.
Eg haldi, at framtíðin er døpur, tá talan er um grindadráp, tí Sea Shepherd hevur niðurbundið føroyska samfelagið bæði politiskt og millum mannað, tá talan er um grindadráp. Sea Shepherp hevur “plantað” fótin so dyggiliga á føroyska jørð. Nú bíða fólk, hvat hendir, tá fyrsta grindin leggur beinini í Føroyum, meðan Sea Shepherd fólkini eru í Føroyum. (Vagnur)
