Tórshavnar kommunuskúli hevur í løtuni ongan góðan

Joensen próstur vígdi skúlan sunnudagin 2. september 1956.

Joensen próstur vígdi Kommunskúlan sunnudagin 2. september 1956.

Myndin omanfyri er partur av størri mynd, sum eg eigi. Áhugaverd mynd frá fyrst í 1970-árunum, sum eg keypti úr Noregi gjøgnum Matrikulstovuna. Hyggur tú nærri at myndini, sært tú, at tey hava stoypt grundina til nýtt Sjónleikarhús, sum ongantíð gjørdist veruleiki. Kommunuskúlin fyllir nógv í landslagnum í felag við eldri hús, sum nógv hava sama snið. Hetta er jú eldri býarpartur í Havn. Síðani myndin varð tikin, hava tey bygt barnaskúla sunnanfyri gamla Realskúlan, og skúlabingja er sett í garðin hjá “frk. Chor”. Kommunuskúlin hevur ongan góðan í løtuni, men tankar eru um at brúka skúlan til annað enn fólkaskúla, men eisini eru røddir frammi um at taka skúlan niður.

Tórshavnar kommunuskúli varð vígdur sunnudagin 2. september 1956. (Mynd Havnin - fólk og yrki)

Tórshavnar kommunuskúli varð vígdur sunnudagin 2. september 1956. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Hvønn dag gangi ella koyri eg framvegin Kommunuskúlan, sum er illa farin seinnu árini, tí eingin kær hond hevur verið um skúlan í nøkur ár. Nú er so gjørt av, at nýggjur Vesturskúli skal byggjast, og at Kommuskúlin skal brúkast til annað virksemi. Kommunuskúlin er í núverandi líki bara stórur betongkassi, sum átti at verið tikin burtur av økinum. Síðan átti annar hugnaligur bygningur verið bygdur á staðnum, men hetta vil meirlutin í býráðnum ikki.

Nýggi Realskúlin varð tikin í nýtslu í 1916. (Mynd Havnin - fólk og yrki)

Gamli Realskúlin varð tikin í nýtslu í 1916. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Pápin mín, sum er uppvaksin í Tórsgøtu og harvið granni Realskúlans, segði, at fólk í Havn vóru ikki fegin, tá Realskúlin varð bygdur í 1916. Fólk úti á Reyni og har umleiðir vóru ónøgd við, at so langt var at ganga í skúla. Tey høvdu jú realskúla á Vaglinum, har Gamli bókahandilin heldur til. H.C. W. Tórgarð teknaði Realskúlan, sum kostaði 76.000 krónur at byggja. Áhugavert at sammeta tøl, tí Kommunuskúlin frá 1956 kostaði 2.355.000 krónur at byggja, og sagt er, at tað fer at kosta hundrað milliónir krónur bara at umvæla Tórshavnar kommunuskúla. Krøvini til skúlar og almennar bygningar er nøgv øðrvísi nú á døgum.

Tórshavnar kommuna veksur við fúkandi ferð. Tey bygdu stóran fólkaskúla á Hamrinum á Argjum og við Løgmannabreyt, og nú fyrireika tey nýggjan Vesturskúla við Landavegin. Ikki vita vit rættiliga enn, hvør lagnan hjá Kommunuskúlanum verður. (Vagnur)

 

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *