Meiningahornið – Hví skal skipið Ågot missa so nógv?

Ågot er um at vera liðugt umvæld og klár at fara aftur til fiskarí. (Mynd Vagnur)

Ågot er um at vera liðugt umvæld og klár at fara aftur til fiskiskap. (Mynd Vagnur)

Omanfyri síggja við fiskiskipið Ågot úr Klaksvík, sum fyrr í ár var ásiglt av Slættabergi. Skaðin var so mikið stórur, at vandi var fyri, at Ågot sakk. Ågot er um at vera liðugt umvæld og liggur við bryggju í Havn, har bara vantar at fáa ymsu tólini at rigga aftur, sum hava ligið still í fleiri mánaðir. Skiparin og reiðarin Hjaltur Poulsen hevur sagt í fjølmiðlunum, at reiðaríið missir nógvan pening í sambandi við stóra skaðan. Nú veit eg ikki, hvussu Ågot er tryggjað, men sammeta við hendingina við bilar, sum stoyta saman, eigur Ågot ikki at missa nakað sum helst. Vildi hildið, at líka mikið, hvussu Ågot er tryggjað, so eigur tryggingin hjá Slættabergi at goldið allan missin hjá Ågot. Soleiðis er, tá bilur, sum bara er ábygdartryggjaður, verður árendur av øðrum bili. Fyri mær sýnist árættvíst, at Ågot, sum liggur við bryggju í Klaksvík og verður ásigld, skal missa nakað sum helst. Umframt at Ågot er tryggjað, so eigur tryggingin hjá Slættabergi at syrgja fyri, at Ågot ikki missir nakað sum helst. Men soleiðis eru kanska ikki leikreglurnar hjá fiskiskipum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *