Eg var farin oman á Mest at fáa mær upp í sekk av hølvispønum til okkara sankutøðkassa, tá ið eg fekk eyguni á bátasmiðin Kaj Hammer, sum er um at vera liðugur við 4-mannafar, sum hann hevur smíðað úr restinum av timbrinum, sum leyp av, tá ið Teinæringurin varð liðugur og flotaður. Eg fekk mangt at vita bæði um pápa Kaj, Andreas Hammer, sum smíðaði um 300 bátar, og teir 32 bátarnar, sum Kaj higartil hevur smíðað. – Bátasmíð fekk eg inn við móðurmjólkini, tí umframt, at vit øll hjálptu á verkstaðnum hjá pápa, var verkstaðið eisini spæliplássið hjá øllum ellivu børnunum hjá mammu og pápa.
Í 2008 doyði bátasmiðurin Andreas Hammer 97 ára gamal. Andreas var uppvaksin í Vági, men undir krígnum flutti familjan til Runavíkar, har tey búðu til 1960, tá ið øll familjan maður, kona og ellivu børn fluttu til Havnar. Sonurin 68 ára gamli bátasmiðurin Kaj Hammer sigur soleiðis, tá ið familjan flutti til Havnar.
– Pápi og mamma høvdu ta uppfatan, at tá ið nú børnini vóru um at verða vaksin og skuldi til Havnar at læra, var best, at øll familjan flutti til Havnar. Pápi og mamma dámdu einki, at børnini skuldu búgva eitt og eitt í onkrum lítlum kamari í Havn. Best var tí, at øll familjan flutti. Vit vóru ellivu systkin. Vit leigaðu fyrst í Havn, til vit í 1964 bygdu húsini við Velbastaðvegin.
– Pápi var bátasmiður, og so langt eg kann minnast, hjálptu vit á verkstaðnum. Vit hildu fyri, bóru við, stáplaðu við, og tá ið bátar skuldu umvælast, tóku vit ungu sundir til tess at lætta um hjá pápa. Vóru børnini ikki tøk, so hjálpti mamma. Arbeiðsplássið hjá pápa var eisini spæliplássið hjá okkum ungu, tí vit smíðaðu smáar bátar og annað úr viðsprekum, sum lógu eftir, so hvørt pápi smíðaði bátin. Pápi smíðaði mest 4-mannafør, 8-mannafør og 10. mannafør og onkrum seksæring.
– Eg havi altíð havt áhuga fyri bátasmíði, men meðan pápi hevði bátasmíð sum fulltíðarstarv eitt langt lív, so hevði eg fast starv hjá Landsverk, og bátasmíð kom tí at vera mítt frítíðarítriv. Higartil eru 32 bátar smíðaðir, har nakrir fáir eru kappróðrarbátar, sigur Kaj.
– Miðskeiðis í 70-árunum smíðaði eg fyrsta 4-mannafarið, og eg haldi, at pápi var nøgdur við mítt avrik. Sjálvandi komu bátarnir hjá mær at líkast teimum hjá pápa, men tað skal leggjast aftrat, at pápi hevði óvanliga gott handalag, og alt hann smíðaði, var so snøkt.
– Síðani koma vit til serligu uppgávuna at smíða Teinæringin, sum verður róð av tjúgu monnum. Tað er eitt áhugafelag, sum bað meg smíða bátin. Hetta var gomul ætlan heilt aftur til ár 2000, og tað skuldi vera bátasmiðir úr Roskildi, sum skuldu smíða bátin og bara gomul amboð skuldu brúkast, men ætlanin dró út, tí hon gjørdist alt ov kostnaðarmikil.
– Síðan bóðu teir meg smíða bátin, og eg hevði bara ein modellbát at halda meg til. Hetta var ein ótrúliga spennandi tíð, og nógv fólk stukku inn á gólvið í hølum hjá Mest at forvitnast, meðan eg smíðaði bátin. Vanliga brúkar tú einar 220 tímar at smíða eitt 4-mannafar, men eg brúkti 700 tímar at smíða Teinæringin.
– Og eg eri ótrúliga væl nøgdur við úrslitið, og tað eru eigararnir eisini. Báturin er lættur at rógva, hann rennur væl og er ógvuliga tryggur. Serliga uppgávan við teinæringinum var at fáa rættan bug í bátin, so hann tók seg væl út.Tilfarið til bátin kom úr Norra, men tíverri lá viðurin uttandura í nógv ár, og hetta var alt annað enn gott.
– Viður má ikki goymast í ov turrum høli, tí viður skjýtur seg, tí hann tornar ov nógv. Tá ið teinæringurin var liðugur, lá nakað av tilfari eftir, og tað eru úr hesum tilfarinum, eg hava smíðað sama áhugafelag eitt 4-mannafar. Í løtuni er eingin bátur at smíða, men so kann eg binda fri í vetur, sigur Kaj við einum smíli.
Eg spyrji Kaj, hvat hann heldur um, at røddir eru frammi, at tað almenna skal stuðla bátasmíði, so aldargamla handverkið ikki fer fyri bakka?
– Nógv verður tosað, men tað hendir sum oftast einki. Men tað almenna kundi tikið stig at smíðað einar tólv bátar, har bátasmiður kundi fingið sær lærling. Bátarnir kundu so verið seldir bæði í Føroyum og uttanlands. Á henda hátt kundu vit varðveitt at smíðað bátar í Føroyum, sigur Kaj at enda. (Vagnur)




Sera áhugavert 🙂