Sumbiar skúli skal sjálvandi ikki niðurleggjast

Umleið 220 fólk búgva í Sumba. (Mynd Jan Joensen)

Umleið 220 fólk búgva í Sumba. (Mynd Jan Joensen)

Allir føroyingar áttu at lisið serstaka og áhugaverda grein í seinasta skúlablaði, sum Føroya lærarafelag gevur út. Rúni Bjarkhamar hevur samrøðu við Arnfinn Hjelm Bjarkhamar, fyrstalærara í Sumbiar skúla. Umframt at fáa kunning um virksemið í skúlanum, merkir tú stúran frá fyrstalæraranum, tí lærarin sigur millum annað: Øll politiska skipanin bíðar eftir røttu løtuni at steingja smáskúlarnar. Hesi sterku orð fingu mínar tankar at reika, tí føroyska samfelagið missir nógv, um skúlar sum Sumbiar skúli verða stongdir.

Ein miðsavnan er síðani seinna heimsbardaga farin fram kring allan vesturheimin. Stóru plássini ella rættari sagt stóru býirnir gerast størri og størri, meðan smærri plássini minka í fólkatali. Soleiðis er eisini í Føroyum. Greinin um Sumbiar skúla í Skúlablaðnum viðger eisini evnið.

Frálíka greinin í Skúlablaðnum er serstak á tann hátt, at samstundis sum tú fært nógv at vita, hvussu tey í Sumbiar skúla fjálga um føroyskt mentanarlív, so stúrir fyrstilærarin fyri, at Sumbiar skúli kanska verður stongdur um  ikki so nógv ár. Sumbingar hava sum fáir varðveitt forna mentanararvin og hava til henda dag hildið uppi eitt dansilag, ið er bæði hugtakandi og serstakt.

jkjkjkjkjkj

Arnfinnur Hjelm Bjarkhamar er fyrstilærari í Sumbiar skúla. (Mynd Rúni Bjarkhamar)

Rúni skrivar í greinini, at sumbingar hava ásannað, at skúlin er týdningarmiklasti mentunarberi, og tí varð gamli skúlin í Sumba um- og útbygdur í 2004, so at hølisumstøðurnar í dag einki eru aftan fyri tær, ið mest nýmótans skúlar í landinum hava at bjóða. At økja um áhugan fyri kvæðunum, hevur skúlin havt evnisviku um kvæði. Evnið var hesaferð Leivs kvæði. Áhugavert at lesa, hvussu tey í Sumbiar skúla royna at fjálga um kvæðamentanina við regluliga at fara upp á gólv. Og børnini í Sumba eru ófør at møta upp til tiltøk, tá føroyskur dansur er á skránni, sigur fyrstilærarin.

Politiskt rák at steingja smáskúlarnar 

Í Sumbiar skúla ganga 23 næmingar, og umleið tjúgu børn eru í dagrøktini, so framtíðin sær bjørt út viðvíkjandi skúlabørnum í bygdini. Men politiska rákið er, at smáskúlarnir skulu niðurleggjast, og hetta, haldi eg, er blóðskeivt og dáragerð ímóti føroyska samfelagnum. Ein skúli sum Sumbiar skúli má ikki niðurleggjast, og sum fyrrverandi lærari havi eg ta greiðu meining, at børnini í Sumba missa heilt nógv, um tey eru noydd at fara til Vágs at ganga í skúla.

Sjálvandi er lættari at “lofta” einstaka næminginum, tá færri næmingar eru í hvørjum flokki. Hetta veit eg av royndum. Annars er soleiðis við frálæru, at støddin á skúlanum er ikki avgerandi um dygdina í frálæruni. Frálæruavrikið stendur og fellur altíð við einstaka læraranum, børnini hava. Hetta líkamikið um skúlin er stórur ella lítil.

Sumbiar skúli roynir at fjálga um kvæðamentanina. (Mynd Rúni Bjarkhamar)

Sumbiar skúli roynir at fjálga um kvæðamentanina. (Mynd Rúni Bjarkhamar)

Tað órógvar meg, tá fyrstilærarin í Sumbiar skúla sigur: – Smáskúlarnir hava onga framtíð og liva upp á lánta tíð. Spurningurin er ikki, um smáskúlarnir verða stongdir, men nær, ið tað hendir. Fystilærarin sipar til, at politiska skipanin bíðar eftir røttu løtuni.

Arnfinnur fyrstilærari heldur eisini, at læraraútbúgvingin er nú soleiðis háttað, at lærarar kunnu ikki undirvísa í fleiri lærugreinum, og at lærarar vilja helst undirvísa í sínum vallærugreinum. Álvaratos. Ein fólkaskúlalærari hevur fyrst studentsprógv ella HF-prógv og hevur gingið fýra á læraraskúla. Sjálvandi er hann fakliga væl fyri at  undirvísa í øllum lærugreinum í einum fólkaskúla. Tað gjørdu vit, og hetta riggaði ómetaliga væl.

Glottar eru tó at hóma seinast í greinini, tá ið landsstýrismaðurin í mentamálum sigur, at so leingi hann er landsstýrismaður í mentamálum, verða skúlar sum Sumbiar skúli ikki niðurlagdir. Mín vón er, at sumbingar seta føtur í spenni, um politiska skipanin um kanska fá ár ætlar at steingja Sumbiar skúla. Skúlin er seinasta vón at halda lív í smáu bygdunum, so tær ikki gerast sovibygdir. Fer skúlin úr bygdini, fer eisini stórur partur av sálini úr bygdini.

Eg haldi, at politiska skipanin skal ikki ganga á odda at avtofta smærru skúlarnar og harvið bygdirnar. Og eingin skal koma og siga mær, at næmingarnir læra meira og betri í stóru skúlunum. Peningur at spara er løtuvinningur, tí tað er so nógv í skúlaverkinum, sum ikki kann roknast út í peningi. Frálík grein í Skúlablaðnum, sum allir føroyingar áttu at lisið. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *