Formaðurin í RSF Jan Herman Hansen kom í Róðrarsambandið í 2002, og 1. apríl 2006 gjørdist hann formaður í RSF eftir Hannis Joensen, sum takkaði fyri seg. Hannis var formaður í RSF í nógv ár. – Ikki var ætlan mín at gerast formaður, men tá Hannis bað meg taka formanssessin, tók eg av, tí eg brenni fyri kappróðri, og í dag eri eg fegin um, at eg í 2006 tók røttu avgerðina. Haldi, at eg eri semjusøkjandi persónur, og ikki missi eg svøvnin, um ikki gongst nóg væl í hond á onkrari stevnu, sigur Jan Herman, sum býr í Rituvík.
Kappróður hevur altíð fylt nógv í familjuni hjá Jan Hermani og teimum, tí pápi og beiggi Jan Herman róðu, og pápin gjørdist nevndarlimur og seinni formaður í NSÌ kappróðri. Eisini róðu fleiri ungdómar í Rituvík og Æðuvík við gulu bátunum. Jan róði sjálvur við Sølmundi og stýrdi seinni Eysturoyingi. Men hvussu kom Jan Herman í Róðrarsambandið í 2002.
– Eg arbeiddi á Skipasmiðjuni í Havn, og Hannis arbeiddi sum smiður á Maskinverkstaðnum. Mangan kom eg í prát við Hannis um kappróður, sum um tað mundið var formaður í RSF. Ikki var eg bangin at siga mína meining við Hannis um ymist í kappróðrinum, sum eg ikki helt vera nóg gott. Hetta førdi óivað til, at eg knappliga sat í nevndini í RSF fyrst um nevndarlimur, seinni sum næstformaður og síðani frá 1. apríl 2006 sum formaður.
– Sigi sum er, tað kom heilt óvart á meg, og eg gjørdist kløkkur, tá Hannsi bað meg taka formanssessin. Eg umrøddi hetta fyrst við konuna, sum stuðlaði mær at taka av, og hesa avgerð angri eg ikki. Mær dámar væl at fáast við kappróður og vera millum nevndarlimir og rógvarar. Gott tekin, at tíðin ikki følis long frá 2006 til 2014 sum formaður í RSF, sjálvt um onkuntíð er nakað buldrasligt, tá ikki gongur eftir vild. Tú spyrt, um eg gerist skjótt strongdur, tá onkuntíð hart leikar á, tá striltið gongur at fáa avgreitt onkran FM-róður.
– Sjálvandi gerist eg keddur, tá illa gongst í hond á onkrari stevnu, men eg haldi meg duga væl at hugsa alt rætt í gjøgnum ella rættari sagt eftirmeta rætt. Haldi meg vera semjusøkjandi persónur, dugi at lurta og síðani at taka avgerðir.Til tíðir er ikki fyri særtar sálir at sita sum formaður í RSF. Tá íð tað er sagt, so fært tú nógvar góðar vinir í kappróðrinum, men tí verri eisini nakrar fáar “óvinir”. Hetta eru persónar, sum eru firtnir, tí teir halda, at RSF hevur tikið skeivar avgerðir. Men hetta er partur av lívinum í RSF.
– Tú spyrt, hvussu eg takli støðurnar, tá heilt illa gongst í hond at avgreiða FM-róðrarnar, og ónøgdin regnar niður yvir RSF. Tað er hart hjá mær tá at síggja í fjølmiðlunum alla negativu umtaluna, sum so aftur gongur út yvir nevndarlimir og hjálparfólk, sum eru tung í huga og sjálvandi kedd. Men eg skilji væl rógvarar og áskoðarar, tá ikki gongur nóg væl og alt dregur út. Ì summar hevur tó gingið ómetaliga væl, men altíð er okkurt sum gongur minni væl, men vit eru øll væl nøgd higartil, sigur Jan Herman.
Undirritaði er ein av teimum, sum mangan havi vent kikaran beint ímóti RSF og funnist at ymsum, sum ikki er nóg gott í føroyskum kappróðri. RSF er hægsti mynduleiki, og hvar skulu vit annars venda kikaran? Millum annað er tað reglugerðin, sum eftir mínum tykki ikki er nóg góð. Til hetta sigur Jan Herman.
– Veturin 2010/2011 gjørdu vit stórt arbeiði til tess at gjøgnumganga allar lógir og kappingarreglur. Vit ruddaðu rætt og slætt upp, so alt gjørdist meira greiðari og meira einfalt. Tá tú spyrt um málið um Gongurólv, so var brotið í reglugerðini dottið burtur, sum segði, at skótast skal av um bátur hongur eftir í startinum. Eingin hevði loftað á leiðini, at brotið var burtur. Eg vil hava, at vit ganga 100% eftir lógini, og tí kundu vit ikki ganga kæruni hjá Gongurólvi á møti, sigur Jan Herman.
Einaferð skrivaði eg, at Jan Herman brúkar einar tjúgu tímar um vikuna til kappróður í summarmánaðunum. Ger hann framvegis tað, og er formaðurin spentur um ólavsøkuróðrarnar?
– Eg eri minst líka spentur sum rógvarin, og eg gleði meg til ólavsøku, har eg komi at sita í málbilinum undir róðrunum. Vit í nevndini skiftast annars um FM-stevnurnar, og eg haldi, eg kann siga, at vit hava eina góða og virkna nevnd í RSF. Eg fegnist um, at væl er gingist at fáa avgreitt FM-róðrarnar higartil í summar. Hugurin til kappróður er framvegis góður, og tá fólk tosa við meg um kappróður nú upp undir ólavsøku, kann eg fáa gásarhold, sigur Jan Herman at enda. (Vagnur)




