Spell at vit missa hagtølini á longu róðrarteinunum

Brandur avmyndaður eftir snarróðurin í fjør. (Mynd Vagnur)

Brandur avmyndaður eftir snarróðurin í fjør. (Mynd Vagnur)

Í sambandi við at allar bátarstøddir í summar rógva 1000 metrar, havi eg spurt Brand Sjúrðarson, sum rør við Miðvingi, hvussu hann er nøgdur bara at rógva 1000 metrar. Brandur hevur bæði róð við 6-mannafari og 8-mannafari 1500 metrar.

– Tú rørt ikki bara tess at vinna, tú rørt eisini til tess at betra um ymsu metini. Eg haldi, at tað er spell og synd, at vit missa hesi hagtøl, sigur Brandur millum annað.

Á aðalfundinum seinast hjá RSF samtyktu feløgini við teprum meiriluta, at allar bátarstøddir skulu í eini royndartíð rógva 1000 metrar. Vanligi teinurin hjá 8-mannaførunum er 1500 metrar.

Nú er eru seks FM-róðrar avgreiddir í summar, og sjeyndi og seinasti FM-róðurin verður rógvin á ólavsøku. Í hesum sambandi havi eg spurt Brand Sjúrðarson, hvat hann heldur um bara at rógva 1000 metrar: Vanliga rógva 8-mannaførini 1500 metrar, og í fjør róðu 8-mannaførini 2000 metrar. Og Brandur sigur:

– Miðvágs róðrarfelag atkvøddi ikki fyri bara at rógva 1000 metrar. Fyrst vil eg siga, at tað er ein “myta”, tá fólk siga, at nú sleppa rógvarar lættari, tí bara skal rógvast 1000 metrar, og teinurin harvið styttri.

8-mannaførini hava verið jøvn í summar, har tríggir ymsir bátar hava vunnið. (Mynd Hvannrok)

8-mannaførini hava verið jøvn í summar, har tríggir ymsir bátar hava vunnið. (Mynd Hvannrok)

– Ikki er lættari at rógva 1000 metrar enn 1500 metrar, men talan er um tveir ymsar teinar og harvið róðrar. Persónliga havi eg einki ímóti at rógva 1500 metrar, serliga tí tað er spell, at vit missa hagtølini á longu teinunum. Tú rørt til tess at vinna, men tú rørt eisini um at betra um tíðirnar á teininum.

– 1500 metrar er øðrvísi teinur, og óivað spælir tann sálarligi parturin meira inn á longu teinunum, og taktikkurin er øðrvísi. Men alt snýr seg um at hava best miðaltíð frá byrjan til endan í róðrinum, og bátarnir, sum eru best fyri á 1500 metrum eru eisini best fyri á 1000 metrum. Róðurin hjá einstaka rógvaranum er hin sami, har annar teinurin bara er 500 metrar longri. Tá ið tað er sagt, verður tú harðari revsaður, um tú gert  mistak á 1000 metrunum tildømis, um starturin ikki er nóg góður.

Tað "kostar" meira at gera mistøk á 1000 metrunum, sigur Brandur. (Mynd Hvannrok)

Tað “kostar” meira at gera mistøk á 1000 metrunum, sigur Brandur. (Mynd Hvannrok)

 

– Nú róði eg ikki við Miðvingi í fjør, tá ið 8-mannaførini róðu 2000 metrar, men eg haldi ikki, at menn vóru fegnur um 2000 metra teinin. Róðurin sýntist sum ein langróður fyri rógvaran, sigur Brandur at enda, sum leggur aftrat, at róðrarnir í summar hava verið skjótt og væl avgreiddir, og her hava 1000 metrarnir kanska verið til tað betra..

Hyggja vit tildømis eftir 10-mannaførunum summar, so hevur Drekin reyði vunnið allar róðrarnar. Ùrslitini eru júst tey somu, sum Brandur sigur omanfyri. Klaksvíkingur royndi seg á norðoyastevnu, men venjingarstøðan var ikki nóg góða at vinna á Drekanum reyða, har menn veruliga høvdu fyrireikað seg til róðrarárið.

Ungu menninir umborð á Havnarbátinum fyrireikaðu seg ikki nóg væl til róðrarárið, og umborð á Orminunum sita eldri rógvarar, sum venja tvær ferðir um vikuna. Vestmenningur kom so við mitt í róðrarárinum. Báturin, sum fyrireikaði seg 100% til róðrarárið, vinnur allar róðrarnar. Drekin reyði hevði eisini vunnið allar róðrarnar higartil, sjálvt um teinurin var 2000 metrar. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *