Mikukvøldið møttust teir í fasta toyminum í Havnar róðrarfelag í Álakeri, sum í nógv Harrans ár hava lagt út startin undir Argjaland. Eg kendi øll andlitini aftur við Magna Nielsen á odda. Har vóru boyur, søkk, sjálvur starturin og onnur útgerð skipað umborð í ymsar bátar. Fasti starturin er tjóðraður fastur í land á Argjahøvda, og tvær stengur standa uppi á landi í Sandagerði við prestagarðin. Á vágni vóru nógvir kappróðrarbátar, sum løgdu seinastu hond í fyrireikingarnar til ólavsøkuróðurin. Og so róðu bátar um kapp á vágni millum annað Havnarbáturin og Suðuroyingur. Sí mynd niðanfyri.
Eg var biðin at koma í Álaker við bátinum, tí Havnarbáturin og Suðuroyingur skuldu rógva um kapp, og genturnar umborð á Sílinum vildu síggja henda róður. Suðuroyingur er mannaður vil eldri rógvarum úr Havnar róðrarfelag, sum rógva ímóti hinum 10-mannaførunum. Sum eg skilji, skulu øll 10-mannaførini bæði vanligu manningarnar og teir eldru rógva í sama róðri á ólavsøku, tí 10-mannaførini við eldri monnum eru so fáa.
Stuttligt at síggja kappróðurin millum Suðuroyng og Havnarbátin, sum vóru javnir inn á Molan, men so drógu teir yngru frá og vunnu við eini bátslong. Løtu seinni róðu Ormurin og Knørrur um kapp inn í Vágsbotn. Bátarnir vóru ógvuliga javnir. Tá eg stimi við bátinum og síggi kappróðrarbátar, síggi eg altíð bátarnar við trygdareygum. Tíggju ár eru liðin, síðani eg skrivaði fyrstu grein um trygd á sjónum, og tá kom eisini trygdarreglugerðin í gildið.
Fleiri batar eru at hóma í trygdini, men tí verri er tað bara Argja róðrarfelag í Suðurstreymoy, sum fylgir trygdarreglugerðini mest sum 100%. Róðrarfelagið Knørrur svíkur mest, meðan tað er á góðari leið í Havnar róðrarfelag. Hetta kvøldið róðu allir mennninir umborð á Havnarbátinum í vesti, meðan nakrir av teimum eldru róði ikki vesti.
Serlig tykist vónleyst at fáa summar menn at rógva í vesti, og í Róðrarfelagnum Knørri eru persónar, sum beinleiðis arbeiða ímóti reglugerðini um trygt. Hetta sást eisini mikukvøldið. Eg skilji ikki slíkan hugburð, tá vit hugsa um, at tey eldru skulu slóða fyri teimum ungu. Bara hesa løtuna er var í bátinum, kundi Fiskiveiðueftirlitið givið monnum 30.000 krónur í bót. Tí hvør rógvari, sum ikki rør í vesti fær 1000 krónur í bót. So leingi eg skrivi um kappróður, er trygdin partur í skrivingini, og trygdina fari eg altíð at skriva um, sjálvt um summi fólk kanska gerast troytt at hoyra somu “grammufonplátuna”. Eg troyttist ikki at skriva um trygdina á sjónum. (Vagnur)

Bátarnir vóru javnir á Molanum, men so dró Havnarbáturin frá og vann við eini bátslongd. (Mynd Vagnur)




