
Javnir bátar. Nærmast Rádni, Jarnbardur, Hvessingur, Páll Fangi fremst og longst burtur Tvørabáturin. (Mynd Torkil)
Ikki er nemt hjá mær at leggja aftrat kappróðrartilfar frá fjarðastevnu, nú Krinvarpið veruliga er farið at spenna seg út, og aðrir fjølmiðlar eisini taka myndir og fylgja kappróðrinum. Tó havi eg altíð okkurt at leggja aftrat. Eg hyggi at kappróðri óivað øðrvísi enn onnur, tí eg havi altíð verið HR maður og havi hjálpt eitt sindur til í nógv ár, men so dámar mær eisini ómetaliga væl, tá kappróður vaknar úr dvala á støðum, har ikki er eydnast at manna bátar í fleiri ár. Leygardagin komi eg at hugsa um, hvussu stórur munur veruliga er á bátum, sjálvt um allar bátastøddir nú rógva túsund metrar. Barnaróður undantikin.
Fimm FM-róðrar eru avgreiddir, tríggir teir fyrstu í mótivindi, og teir seinastu tveir í undanvindi. Tað sæst týðuliga, at serliga størru bátastøddirnar rógva meira og meira bekkróður, ja, onkur allan teinin í bekk. Eisini leggja bátar enn størri dent á at leggja hart út við longum byrjunnarstarti til tess at koma frammum. Lítið mistak í startinum kann mest sum oyðileggja róðurin. Hetta sást longu í dreingjaróðrinum, har fýra undanfarnu róðrarnar bara var kapping millum Fípuna Føgru og Blik um fyrsta plássið.
Fípan fagra fekk góðan start, men tað fekk Blikur ikki. Fípan fagra fekk so mikið góðan start, at báturin var stutt eftir startin meira enn bátslongd framman fyri Blik nærmasta kappingarneyta. Skjótt sást, at Blikur ongan møguleika hevði at fáa Fípuna fagra aftur og mátti stríða seg at fáa annað plássið. Fípan fagra vann fjórða sigurin í summar, Blikur hevur vunnið ein róður.
Eftir at hava skrivað grein um Sølmund kvinnur, var eg sjálvandi spentur, hvussu fór at gangast bátinum á fjarðastevnu. Páll Fangi er mannaður við royndum rógvarum, hvussu fóru tær at klára seg? Jarnbardur legði sum altíð hart út, men Sølmundur var væl við fyrst í róðrinum og sá út at fara við øðrum plássinum. Men Sølmundur megnaði ikki at halda tørn, og bæði Páll Fangi og Lómur komu nærri, og tá ið bátarnir nærkaðust málinum, vóru bátarnar so mikið javnir, at Sølmundur akkurát megnaði at vinna sær silvurmerkini.
Marita á Rógvi skrivaði grein á in.fo, har hon segði, at Havfrúgvin við kvinnum ætlaði at vinna á fjarðastevnu. Eg viðmerkti til stuttleika, at vestmannakvinnur skuldu vera tíðliga á fótum leygarmorgunin um hetta skuldi eydnast, tí Erla kongsdóttir er ongantíð í summar høtt frammi í oddinum. Og “Erla” hevði veruliga fyrireikað seg til róðurin, tær løgdu hart út og vístu í verki, at Erla kongsdóttir er nógv tað besta 5-mannafarið við kvinnum. Ótrúligt, at so stórur munur í veruleikanum er á teimum fimm manningunum. Erla kongsdóttir vann uppaftur tryggari sigur enn í Vági.
Stuttligt og áhugavert at síggja tey tíggju 6-mannaførini við monnum. Við HR brillum gekk ikki væl, tí Gongurólvur gjørdist næst aftast. Haldi, at hendingin á sundalagsstevnu hevur oyðilagt kappróðrarárið hjá Gongurólvi, tað er, sum neistin er farin úr bátinum. Men frammi í oddanum var ómetaliga spennandi. Stuttligt at síggja, at Tvørabáturin er við har frammi og at síggja fýra bátar kappast stavn um stavn um fyrsta plássið. Rádni var góða løtu fremst, men tað vóru favorittarnir Páll Fangi og Hvessingur, sum at enda fóru við fyrsta og øðrum plássunum. Enn einaferð: Hesar manningar skuldu heldur sitið umborð á 10-mannafari, har tær hoyra heima, so er tað sagt fyri fjórðu ferð í summar.
Eg var heilt vísur í, at Kvívíkingur fór at vinna í Vestmanna, serliga, tí taktikkurin á jóansøku var skeivur við ringum starti. Í Vestmanna legði Kvívíkingur hart út, legði seg á odda, og har lá hann trygt allan teinin. Haldi meg síggja, at Miðvingur mennist sum summarið líður, tí Miðvingur var heilt har frammi fyrsta teinin, men missir í endaspurtinum. Kvívíkingur vinnur óivað bæði í vestanstevnu leygardagin og á ólavsøku.
Nú veit eg ikki, um Róðrarsambandið lurtaði eftir mær, tá eg eftir jóansøku bað RSF broyta raðfylgjuna, so 8-mannaførini og 5-mannaførini við gentum býttu um í raðfylgjuni, so genturnar fingu tíð at skifta bát. Hetta var so gjørt á fjarðastevnu og eydaðist væl. Genturóðurin er sum altíð ómetaliga spennandi og endaði eisini heilt óvæntað. Genturnar umborð á Fípuni Føgru mugu iðra seg, tí tær fingu góðan start og stutt eftir startin vóru ungu genturnar á odda við heilari bátslongd. Fípan Fagra sá út at vinna tryggan róður, men misti flogið í endaspurtinum, har Silja úr Fuglafirði fór við sigrinum. HR brillurnar sóu, at Drekin fekk góðan start, men fánaði eftir startin, fyri síðani at koma aftur í góðum endaspurti og vann sær triðja plássið. Jallurin var eisini heilt har frammi í miðróðrinum, men sýntist ikki at megna endaspurtin. Í FM-kappingini hevur Drekin 30 stig, Silja 29 stig og Fípan Fagra 27 stig.
Hvat skal mann siga um 10-mannaførini. Drekin reyði í serflokki, men fær tí verri onga kapping. Vestmenningur mannaður við royndum rógvarum ikki í toppvenjing. Eysturoyingur gerst bara betri og betri og rør væl, Ormurin mannaður við “eldri” rógvarum, og ein Havnarbátur, har róðursmaður má rógva pluss tveir eykamenn. Syrgiligt at síggja við HR brillum, tí eg vónaði, at ungu menninir mentust munandi, sum kappróðrarárið leið.
So gloymdi eg 6-mannakvinnur (eldri) sum seinastu tríggjar stevnurnar kappast um FM-heitið. Jarnbardur, har kvinnurnar hava vant síðani í vár ella sum onkur segði allan seinasta vetur eisini, var í serflokki, og tað sást tíðuliga, at kvinnurnar vóru í toppvenjing við skjótum góðum tøkum. Tað er hetta við Jarnbardi og kvinnuróðri nú á nógv Harrans ár.
Nú veit eg ikki, hvør hevur tikið myndirnar fyri meg hesuferð, men brøðurnir Torkil og Eirikur á Kletti tóku myndatólið við sær til Vestmannar. Torkil róði við Havnarbátinum og Eirikur stýrdi. Tað gekk væl at avgreiða róðrarnar á fjarðastevnu, men tað gongur framvegis illa at fáa fyrsta róðurin avstað klokkan 15.00 stundisliga. Fyrsta skotið brast klokkan 15.22. (Vagnur)










