
Tríggir úrmælingar innan rógving. Frá vinstru Ingi á Tórgarði, Jón Rosenblad og Búgvi Poulsen. Myndin er tikin í Lamba. (Mynd Christopher)
Fyri tíggju árunum í 2004 skrivaði eg niðanfyri greinastubba á heimasíðuni www.drekin.fo. Eg stimaði mest sum hvørt venjingarkvøld við Havnarbátinum. Og serliga fyri ólavsøkuróðurin stóð nógv á monnum, tí Havnarbáturin mátti vera framman fyri Nólsoying til tess at vinna FM-heitið. Vágbingur spældi bæði Havnarbátinum og Nólsoyingi eitt “puss”, tí hann var á Molanum eina bátslongd frammanfyri Havnarbátin og Nólsoying. Havnarbátur tók Vágbing nakrar metrar frá mállinjuni við einum fóti, sum myndin niðanfyri sýnir. Òtrúlig róðrarupplivilsir at minnast aftur á.
Tríggir rógvarar umborð á Havnarbátinum búgva í Eysturoynni
Summi fólk skija tað óivað ikki, men hugurin er góður til kappróður, tá tú kemur til Havnar at venja longu leiðina úr Fuglafirði, Lamba og Gøtu. Tríggir av manningini í Havnarbátinum búgva í Eysturoynni. Ingi á Tórgarði er timburmeistari og býr í Fuglafirði, Jón Rosenblad er skipsførari, býr í Lamba og arbeiðir í Runavík, og Búgvi Poulsen er timburmaður og býr í Gøtu.
Eysturoyarleiðin, sum vit onnur kallaði teir tríggjar, fer úr Fuglafirði, steðgar í Gøtu og Skipanesi og heldur leiðina til Havnar.
Havnarbáturin venur vanliga klokkan átta, og klokkan átta stundisliga eru teir tríggir í neystinum. Og klokkan tíggju fer eysturoyarleiðin, sum hinir av manningini rópa teir, í bilin og halda leiðina norðeftir.
Menn hava familju, og tveir teirra smábørn, men tað forðar teimum ikki at íðka ítróttargreinina, sum teir eru so fegnir um. Var tað ikki onkur sum segði, at her í lívinum er tað neyðugt at hava “baklandið” í lagi. Og tað hava teir tríggir.
Ingi á Torgarði róði við Havnarbátinum í 2001, tá ið báturin vann allar róðrarnar. Ingi róði ikki í 2002, men kom umborð aftur í fjør. Jón Rosenblad hevur róð við Havnarbátinum síðani 2002, og Búgvi Poulsen kom umborð í fjør.
Og sum ein teirra søgdu eftir sigurin á ólavsøku og harvið vunnu FM-heitið. Hetta var stríðið vert. (Vagnur)
