Mangt er í neyðini nýtt – fór fyrstu ferð í kyndilstroyggju

Ikki føldi eg meg nógv væl við kyndilsmerki á bringunum.

Ikki føldi eg meg  nóg væl við kyndilsmerki á bringunum.

Vit hava havt frálíkt veður seinastu vikurnar og eísini frálíkt hoyggingarveður. Í Havnardali vóru vit fyrrapartin í dag júst liðug heingja upp í turkilag, tá svigardótturin bjóðaði drekkamunn. Eg var vátur í sveitta, tí sólin skein bæði oman niðan í harða arbeiðinum.

Eftir drekkamunnin spurdi eg í húsinum, um eg kundi lána troyggju. Fyrst komu tey við troyggju, sum var ov lítil, men so komu tey smílandi við hvítari troyggju við stórum kyndilsmerki á bringuni. Abbabørnini var skjót at speireka, tá eg segði, at eg altíð kundi skriva søgu at leggja í heimasíðuna.

Uppskotini um yirskriftir vóru fleiri. Vagnur Michelsen skift felag, ella Mangt er í neyðini nýtt. Eg valdi seinnu yvirskiftina, men fór eisini at hugsa um, hvussu nógv er broytt í ítróttinum, síðan eg spældi hondbólt í mansaldur. Felagskenslan er slett ikki longur hin sama, sum tá eg spældi hondbólt. Tey ungu byrja nógv fyrr at íðka ítrótt, og nógv reika millum fleiri ítróttagreinar, til tey at enda velja eina burturav.

Kann siga 100%, at um eg fekk nógvan pening, kom mær ongantíð til hugs at skifta felag, sjálvt um møguleikin onkuntíð var har. Einaferð neistamaður altíð neistamaður. Eisini eri eg vísur í, at kyndilsspælarar sum Niels Nattestad, Sverri Jacobsen ella Jòan Pætur Midjord skiftu ikki í annað felag, um teir so fingu pening afturfyri. Nøkur av teimum, sum stovnaðu Kyndil í 1956 høvdu spælt í Neistanum, men tað er nakað heilt annað.

Ótrúlig minni at minnast aftur á. Her vinna vit steypakappingina í Vestmanna. St.f. Jógvan Martin Mørk, Sverri Wang, Hans Mortensen og Steinbjørn Slættanes. Húkandi f.v: Vagnur Michelsen, Bjarni Samuelsen, Echardt Persson og Kristjan á Neystabø.

Ótrúlig minni at minnast aftur á. Her vinna vit steypakappingina í Vestmanna. St.f. Jógvan Martin Mørk, Sverri Wang, Hans Mortensen og Steinbjørn Slættanes. Húkandi f.v: Vagnur Michelsen, Bjarni Samuelsen, Echardt Persson og Kristjan á Neystabø.

Í dag er alt vorðið øðrvísi, tí nú snýr seg alt um pening, og serliga ungir fótbóltsspælarar fara har, sum teir fáa størstu upphæddina. Eisini eru nógv foreldur meira ágangandi, enn tá eg spældi. Síggja foreldrini, at venjingin ikki er nóg góið í einum felag, so flyta tey barn sítt í annað felag. Feløgini, sum kunnu útvega flest pening, og keypa bestu spælararnar og liggja tí oftast ovast á stigatalvuni.

Nógv av teimum ungu nú døgum hugsa ikki eins, og vit gjørdu um felagsskapin. Tey fara ikki altíð í eitt felag, tí foreldrini spældu í felagnum, men fylgja floksfeløgunum. So kundi onkur spurt, hví kyndilstroyggjur eru í húsunum hjá soninum í Havnardali. Søgan er somikið einføld, at hann hevur altíð spælt í Kyndli, og tað ger sjey ára gamli abbasonurin eisini. Sonurin fór í Kyndil í fyrsta flokki, tí mest sum allir dreingirnir í flokkinum hildu við Kyndli. Tað var tann tíð, tá grønar troyggjur hingu á snórinum hjá okkum.

Haldi, at garðarnir millum ymsu feløgini eru ikki so høgir longir. Í mínum ungum hondbóltsdøgum var tað “breaken news”, um spælari skifti felag. Hetta var ikki væl dámt av viðspælarum og viðhaldsfólkum. Ein sandavágsingur segði mær einaferð, at hann fekk trupulleikar at koma á vitjan í heimbygdina í vikuskftinum, tí hann var farin at spæla fótbólt í Havnar bóltfelag. Ungi maðurin var farin til Havnar í læru. Soleiðis var tá. Ikki var eg í morgun leingi í kyndilstroyggjuni, tí váta undirtroyggjan og skjúrtan hingu til turkingar á snórinum. Pløggini tornaður skjótt í sólini. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *