Allir rógvarar og øll róðraráhuga í Føroyum eiga at lesa úrskurðin hjá ítróttadómsstólinum niðanfyri. Viðmerking er eisini allar niðast frá manningini á Gongurólvi. Fyri meg er ørkymlandi og beinleiðis ræðandi, at bæði nevndin í Róðrarsambandinum og dómsnevndin í RSF avvístu bæði klaguna frá Havfrúnni í ólavsøku í fjør og Gongurólvi á sundalagsstevnu, tá Ítróttardómsstólurin er komin til niðurstøðuna, at RSF hevur ikki grundarlag at vísa aftur kæruna frá Gongurólvi og heldur ikki taka stigini frá Havfrúnni. Ítróttardómsstólurin sigur, at lógarverkið í RSF er nakað ófullfíggað, og siðvenjan at skjóta róður av, tá bátur hongur eftir, er so long og sterk, at RSF átti at gingið kæruni hjá Gongurólvi á møti. Hetta mátti verið ringur biti hjá RSF at svølgt, og átti av álvara fingið RSF í stundini at rudda upp í lógarverkinum í RSF. Tí rættvísi og líkarættur má valda í føroyskum kappróðri.
Úrskurður Ítróttadómstólsins viðvíkjandi kæru frá Havnar Róðrafelagi vegna 6- mannafarið Gongurólv um róðurin á Sundalagsstevnu í Hósvík tann 14. juni 2014.
Úrskurður Ítróttadómstólsins
Ítróttadómstólurin hevur viðgjørt kæru, dagfest 4. juli 2014 frá Havnar Róðrafelag um úrskurðin hjá Dómsnevndini hjá Róðrarsambandi Føroya, dagfestur 1. juli 2014, í sambandi við, at Gongurólvur hekk fastur í startinum á róðrinum á Sundalagsstevnu tann 14. juni 2014.
Í viðgerðini í Ítróttadómstólinum hava tríggir nevndarlimir luttikið: Anna Dam, forkvinna, Anja Hovgaard, næstforkvinna og Elna Skylv Hansen, nevndarlimur.
Semja er millum limirnar í Ítróttadómstólinum um, at allir limir eru gegnigir til at viðgera kæruna.
Kæran er innkomin rættstundis til Ítróttadómstólin.
Málslýsing
Av skjalatilfarinum í málinum framgongur, at tá starturin var skotin í gongd til 6 –mannafarsróðurin á Sundalagsstevnu í Hósvík tann 14. juni 2014 hekk Gongurólvur eftir eina løtu, fyri síðani at sleppa leysur og fullføra róðurin.
Høvuðsdómarin hevur greitt Dómsnevndini hjá Róðrarsambandinum soleiðis frá:
Tá ið 6 mannafars starturin var skotin í gongd, var tað so, at tann bekkurin, ið eg stóð á umborð á mínum báti fór undan mær, so eg datt skeivur í bátinum. Av hesu orsøk sá eg ikki, at Gongurólvur hekk eftir. Í tí eg reisti meg aftur hoyrdi eg førarin á mínum báti siga nakað um, at bátur hekk eftir, reisti meg upp við revolvara klárum at skjóta av. Hugdi yvir á feltið, fyri at sikra mær, at tað var so, at bátur hekk eftur, men eg sa ongan henga eftir. Allir róðu, og eg hoyrdi ongan av mínum meddómarun siga nakað um, at bátur hekk eftir.
Startdómarin hevur greitt Dómsnevndini soleiðis frá:
Í sambandi við startin av 6 mannaførinum hekk Gongurólvur eftir í startinum uttan at róðurin bleiv skotin av. Tað sum eg sá og hoyrdi, var at Gongurólvur lá eftir og høvðusdómarin rópar í sendarinum – minnist ikki heilt orðarætt, men okkurt við at ”lat róðurin rógvast” ( tað sum eg kenni til í líknandi førum so verður róðurin skotin av), kann tí ikki svara, hví hann ikki skjeyt av.
Málsgongd
Málið varð fyrst kært til Róðrarsamband Føroya, sum ikki gekk kæruni hjá Havnar Róðrarfelag á møti. Grundgevingin hjá Róðrarsambandinum er fylgjandi:
“Róðrasambandið hevur ikki heimild til at broyta avgerðir hjá startdómarunum.
Nevndin metir ikki, at startdómarin gjørdi nakað galið, tí Gongurólvur fór avstað. Einki var galið við krókinum, sum bleiv krøktur í Gongurólv, tí at hesin krókurin bleiv brúktur bæði í róðrinum áðrenn og róðrinum aftaná 6-mannaførini við monnum.
Nevndin er greið yvir, at tað er siðvenja at skjóta av, tá bátur hongur eftir, tó so er eisini siðvenja at bátar rógva víðari, tá bátur loysir seg út startinum innan eitt tíðarbil. Vísandi til grein 10 um døming er tað startdómarin sum ger av, um skotið verður av.
Tí metir nevndin ikki , at nøkur orsøk er at hava umróður.
Róðrasambandið hevur ikki heimild at strika ein róður. Tí ber ikki til at bera so í bandi, at stigini frá Sundalagsstevnuni ikki telja við í samlaðu FM-støðuni.”
Havnar Róðrarfelag kærdi avgerðina hjá Róðrarsambandi Føroya til Dómsnevndina hjá Róðrarsambandinum, sum staðfesti avgerðina hjá Róðrarsambandi Føroya. Í niðurstøðuni vísti Dómsnevndin á, at hon metti seg ikki hava heimild at broyta meting dómarans í kapping.
Í sambandi við viðgerðina í Ítróttadómstólinum, hevur Ítróttadómstólurin lagt til grund, at tað hevur verið føst siðvenja síðani 2004 at skjóta róðrar av, tá bátur hongur eftir.
Ítróttadómstólurin skal viðmerkja
Tað má staðfestast, at meginregla er galdandi um, at kærumyndugleiki ikki eigur at fara inn og eftirmeta eina avgerð,ið ein dómari hevur tikið í leiki, og sum byggir á meting dómarans.
Hóast hesa meginreglu, so metir Ítróttadómstólurin at hetta mál bert í avmarkaðan mun snýr seg sum meting dómarans í leiki men í størri mun um siðvenju og um sonevndu líkaregluna, har tað sum er eins skal viðgerast eins.
Soleiðis sum málið er upplýst fyri dómstólinum, so má leggjast til grund, at Gongurólvur hekk fastur í startinum. Upplýst er fyri Ítróttadómstólinum, at tað altíð er Høvuðsdómarin sum skýtur róður av, hóast startdómari sambært reglunum hevur heimild at skjóta róður av.
Høvuðsdómarin hevur greitt frá, at hann orsakað av óhappi ikki sá, at Gongurólvur hekk fastur og startdómarin hevur greitt frá, at hann sá, at Gongurólvur hekk fastur men uttan at taka nøkur stig til at skjóta róðurin av.
Ítróttadómstólurin metir tí ikki, at grundarlag er fyri niðurstøðuni hjá Róðrarsambandi Føroya, ið er staðfest av dómsnevndini hjá Róðrarsambandi Føroya, har kæran frá Havnar Róðrarfelag vegna Gongurólv ikki var gingin á møti
Ítróttadómstólurin grundar hesa støðutakan á, at hóast reglugrundarlagið hjá Róðrarsambandi Føroya er nakað ófullfíggjað og kann tulkast, so eigur so sterk og long siðvenja um at skjóta róður av, tá bátur hongur fastur, at viðføra at kæran frá Havnar Róðrarfelag vegna Gongurólv verður gingin á møti.
Ítróttadómstólurin fer enn einaferð at mæla Róðrarsambandinum til, at fáa skrivað inn í lógarverkið hjá Róðrarsambandinum møguligar reglur og siðvenjur, ið dømt verður eftir.
Úrskurður
Grundað á frammanfyri standandi avgerð Ítróttadómstólurin, at heimvísa málið til Róðrarsambandið sum skal gera av, hvør fylgjan skal verða av, at róðurin hjá 6-mannaførum á Sundalagsstevnu tann 14. juni av órøttum ikki var skotin av.
Tórshavn, tann 11. juli 2014
Anna Dam Anja Hovgaard Elna Skylv Hansen
Stutt viðmerking frá Gongurólvi.
Vísandi til niðurstøðuna hjá ÍSF Dómstólinum, sum sigur fylgjandi:
Ítróttadómstólurin grundar hesa støðutakan á, at hóast reglugrundarlagið hjá Róðrarsambandi Føroya er nakað ófullfíggjað og kann tulkast, so eigur so sterk og long siðvenja um at skjóta róður av, tá bátur hongur fastur, at viðføra at kæran frá Havnar Róðrarfelag vegna Gongurólv verður gingin á møti.
Ítróttadómstólurin fer enn einaferð at mæla Róðrarsambandinum til, at fáa skrivað inn í lógarverkið hjá Róðrarsambandinum møguligar reglur og siðvenjur, ið dømt verður eftir.
Gongurólvur harmast tað órógv hettar mál skapar. Ítróttadómstólurin mælir RSF til at fáa greiðari kappingarreglar og tað var júst fyri at vísa á tørvin á greiðum kappingarreglum, at Gongurólvur valdi at fara víðari við málinum. Trupulleikin er ikki dómararnir ella skiftandi døming, hettar eru bara sjúkueyðkenni. Trupulleikin er manglandi og ógreiðar kappingarreglar, og við hesum vóna vit, at gongd kemur á arbeiðið at fáa hettar í rættlag, so at tað verður kappróðrinum at gagni.
