Sølmundur kvinnur: Á norðoyastevnu sóu vit, at tað ber til

Sølmundur 2014. Frá vinstu: Inga Weihe, Sarita Annikudóttir, Bjørg Olsen, Beinta á Reynatrøð, Kristbjørg Skibenæs og Sólrun Davidsen.

Sølmundur 2014. Frá vinstru: Inga Weihe, Sarita Annikudóttir, Rósa Tyril, Bjørg Olsen, Beinta á Reynatrøð, Kristbjørg Skibenæs og Sólrun Davidsen. (Mynd Krstfríð Tyril)

Tilvildin kann mangan vera løgin, tí tú kemur í samband við fólk, sum tú slett ikki kennur, og sum tú ongantíð áður hevur sæð. Men eftir nakrar minuttir tykist, sum vit hava kenst altíð. Hetta hendi, tá ið eg hitti tvær kvinnur umborð á Sølmundi. Eg fekk fyrst samband við Beintu á Reynatrøð, sum rør við Sølmundi, og gjøgnum Facebook fekk eg telefonnummar, so eg kundi práta við hana um 6-mannafarið Sølmund.

Knappliga fekk eg hugskotið at ringja til Beintu, og tilvildin vildi tað soleiðis, at hon og Sólrun Davidsen vóru í Havn. – Kom niðan til mín, so taka vit eina mynd og tosa eitt sindur um Sølmund og um róðrarárið hjá tykkum higartil. Hetta skuldi gerast áhugavert prát við tveir ungar fyrikomandi rógvarar. Fyrst spurdi eg Beintu og Sólrun, hvussu tær vóru nøgdar við róðrarárið higartil, og hvørjar kvinnurnar eru, sum sita umborð á Sølmundi.

Beinta á Reynatrøð og Sólrun Davidsen. (Mynd Vagnur)

Beinta á Reynatrøð og Sólrun Davidsen. (Mynd Vagnur)

– Tvær kvinnur eru úr Æðuvík, ein úr Lamba, ein úr Søldafirði, ein av Skipanesi, ein úr Gøtu og ein úr Lorvík. Fyrst er siga, at róðrarárið í ár skuldi vera eitt venjingar- ella royndarár. Ikki høvdu vit tær stóru vónirnar um róðrarárið, tí allar kvinnurnar umborð eru mest sum nýggir og óroyndir rógvarar.

– Róðurskvinnan og tveir rógvarar hava ongantíð áður sitið umborð á kappróðrarbáti. Ein hevur róð barnaróður fyri seks árum síðani og ein róði tríggjar róðrar í fjør. Á norðoyastevnu gekk ikki nóg væl, men á sundalagsstevnu vóru vit “ekstremt” væl nøgdar, tí fyrst vunnið vit silvurheiðursmerki, men vit hingu eisini í Jarnbardi alla teinin, siga tær báðar. – Eg siti á toftubekki, og knappliga rópi eg aftur í bátin. “Eg síggi blátt” og tað skuldi skiljast soleiðis, at nú vóru vit heilt nær Jarnbardi, sigur Sólrun.

Besta avrikið higartil í summar var á sundalagsstevnu. (Mynd Einar Martin)

Besta avrikið higartil í summar var á sundalagsstevnu. (Mynd Einar Martin)

Ì Vági vóru tær so óhepnar, at Beinta fekk ilt í ryggin og kundi ikki rógva, og tí mátti eykakvinna koma umborð. Eg spurdi eisini Beintu og Sólrun, hvussu væl tær høvdu fyrireikað seg til róðrarárið. Tá fóru tær at smílast, og vit vóru samd um, at manningin kom trilvandi inn í róðrarárið.

– Einki dulsmál, at vit hava dustsogið Eysturoynna til tess at fáa Sølmund mannaðan. Vit fóru fyrst í 5-mannafar, men manningin vigaði ov nógv at rógva við 5-mannafari, og tí fóru vit umborð á Sølmund. Vit halda eisini, at tað er nakað serligt við navninum “Sølmundur”.

– Vit fyrireikaðu okkum ikki nóg væl til róðrarárið, tí rúm tíð gekk, til føst manning var umborð. Nógvar kvinnur royndu seg umborð í vár, men so góvust tær aftur, tí at rógva var ov strevið, søgdu tær. Onkur rógvari kom ikki umborð fyrr enn eina viku fyri norðoyasstevnu.

Sólrun Davidsen stýrir eisini Tjaldrinum barnaróður, sum vann í Vági. (Mynd Torkil)

Sólrun Davidsen stýrir eisini Tjaldrinum barnaróður, sum vann í Vági. (Mynd Torkil)

– Sum áður sagt, væntaðu vit ikki tað stóra frá byrjan, men longu á norðoyastevnu fingu vit ábendingina, at vit kundu gott vera við, og at tað var ikki ómøguligt at seta okkum nýggj mál. So kom sundalagsstevnan, har vit veruliga bitu frá okkum, sigar Beinta og Sólrun at enda.

Kvinnurnar umborð á Sølmundi eru millum 17 og 24 ára gamlar, og fimm av kvinnunum arbeiða á Bakkafrost. Sólrun er dóttir forkvinnuna í NSÍ kappróðri, og so stýrdi hon eisini Tjaldrinum barnaróður, sum vann á jóansøku. Beinta og Sólrun søgdu mær, at sjálvandi skal Sølmundur eisini mannast næsta ár við kvinnum, og tað er gleðiligt at hoyra. Tær sjey kvinnurnar umborð á Sølmundi vóru ikki vinkonur, áðrenn tær komu umborð á 6-mannafari, men nú eru tær veruliga komnar at kennast. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *