Marita á Rógvi bað meg gita um FM-róðrarnar á jóansøku, men sjálvt um eg var vísur í, at vit fingu í hvørfall ein nýggjan vinnara, so fór eg skeivur í fleiri róðrum. Orsøkin er einfald. Fyrstu FM-róðrarnir á norðoyastevnu, sundalagsstevnu og á eystanstevnu var mótvindur meira og minni, men í dag var lítið lot undan. Og himmal víður munur er at rógva undan lotinum, og á jóansøku á Vági er altíð óvæntað úrslit. So er tað myndatólið. Eg bað ungan rógvara, sum eg kenni, taka myndatól mítt við til Vágs, so eg fekk nakrar myndir. – Eg dugi ikki at taka myndir, segði ungi rógvarin. Royn bara okkurt, fái eg bara eina góða mynd, eri eg nøgdur, segði eg. Og fleiri av myndunum er heilt góðar.
Eg gitti Blik við dreingjum at vinna, men munurin var so mikið lítil á eystanstevnu, har Blikur vann, at Fípan Fagra kundi tað sama vinna á jóansøku, sum Fípan Fagra eisini gjørdi við teprum sigri. Jarnbardur við kvinnum gjørdi sína skyldu enn einaferð, og tað sýnist, sum kvinnurnar umborð á Jarnbardi eru í nógv betri venjing enn tær umborð á Lómi og Sølmundi. Eisini sýnist, sum kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir orka nógv betri enn tær umborð á Havfrúnni og teimum reyðu bátunum av Argjum. Havfrúgvin gav tó Erlu Kongsdóttir frálíka kapping fyrstu sjey hundrað metrarnar. Meira “kondi” og betri start umborð á Havfrúnni, so gerst munurin enn minni.
Ógvuliga strevið hjá mær at hyggja at 6-mannaførunum við monnum, tí í míni róðrarverð líkist ongum, at trý 6-mannafør eru í Suðuroy men einki 10-mannfar. Hetta er heilt óskiljandi fyri meg. Púra vilt í míni róðrarverð at læna 6-mannafarið Hvessing, tá ið snotuligur Suðuroyingur stendur í neystinum. So má Bjarni Hammer halda mær til góðar. Havi sagt tað áður, eg skilji slett ikki slíkan róðrarhugburð, nú tey lótu smíða nýggja 10-mannafarið Suðuroying. Eg gitti, at Páll Fangi at vinna, men so segði útvarpsmaðurin, at Páll Fangi hevði skift nakrar av manningini út við aðrar. Tá er ikki lætt at gita.

Ikki nóg góð mynd. Men myndir vísir tó, at Erla Kongsdóttir er undan Havfrúnni og reyðu bátarnir av Argjum er langt aftari.
Genturóðurin var ómetaliga spennandi. Eg gitti Jallin at vinna, Silju nummar tvey og Drekan nummar trý. Skrivaði Erla Kongsdóttir, men sjálvandi eitur báturin Silja, sum eisini er úr Fuglafirði. Jallurin var eina løtu nummar eitt, men í endaspurtinum kom Silja, síðani Drekin og so Jallurin. Stórur dagur í Fuglafirði nú bæði Silja gentur og Erla kongsdóttir kvinnur vunnu. 6-mannfarið Rádni við monnum úr Fuglafirði var fremst í róðrinum langt inn, men misti leiðsluna í endaspurtinum. Frálíkt, at Fuglafjørður veruliga ger seg galdandi.
Hvør skuldi gitt, at Knørrur vann á Kvívíkingi í dag, og at Miðvíngur var so væl við mest sum allan teinin? Óivað var tað undanlotið, sum spældi inn. Ein ómetaliga javnur og spennandi 8-mannafarsróður. Teir á Kvívíkingi sýntist ógvuliga tamir í startinum og langt inn. Tey Longu og sterku tøkini frá undanfarnum róðrum riggaði ikki væl í undanlotinum, har “tempoiið” skuldi verið sett upp frá byrjan. Òført av Knørri at vinna róðurin, sum talar fyri, at vit kunnu gleða okkum til 8-mannafarsróðurin í Vestmanna..
Spell, at Drekin reyði onga kapping fær í summar. Teir á Eysturoyingi gerast bara betri og betri, má eg siga.
Marita á Rógvi Johansen
Á in.fo hevur Marita á Rógvi samrøðu við Jan Herman formannin í Róðrarsambandinum, har Marita vísir til “Kappróðrarkjakið”. Summi rógvarar halda, at nakrar manningar sleppa ikki at hita upp. Men í greinini gevi eg Jan Herman púra rætt við einum undantaki. Sjálvandi skal 10-mannafars róðurin rógvast seinast, tí soleiðis er altíð gjørt. 10- mannaførini eru 1. deild. Men mítt hugskot er, at 8-mannaførini og 5-mannaførini við gentum býta um pláss í raðfylgini, so gentumanningar hava meira tíð at skifta bát og hita upp. Var hetta gjørt, er nógv vunnið.
At geva rógvarum tjúgu minuttir at hita upp, er alt ov nógv. Rógvarar kunnu fyrst hita upp á landi fyri síðani at rógva teir túsund metrarnar út á málið og eitt sindur aftrat. Hetta er nóg mikið. At rógvarar skulu hava tíð at royna málið inneftir, kann slett ikki koma upp á tal. Gerið, sum eg skjóti upp. Býtið um 8-mannaførini og 5-mannførini við gentum, so er nógv vunnið.
Ì samrøðuni sigur Jan Herman eisini, at áskoðararnir eru so nógv fækkaðir. Eg haldi, at kappróðurin hevur sjálvur skuldina, tí vit minnast tildømis vánaligu avrikini í Fuglafirði og Sørvági í fjør og á eystanstevnu í ár. Fólk tíma ikki longur at bíðja so leingi á bryggjuni. Fólk eru í dag nógv meira ótolin í allar mátar enn bara fyri nøkrum fáum árum síðani. Ì dag gekk annars frálíkt, tí starturin er festur í grótkastið ella nakrar brúgvar. So lætt er ikki á opnum havi.
Krinvarp Føroyar er eisini ein orsøk, at áskoðararnir fækka. Framleiðslan hjá Kringvarpinu er nú vorðin so góð, at tú fært so ómetaliga nógv burturúr at hyggja at kappróðri á telduni. Frálíkar myndir, góð frásøgn og ikki minst, at hyggjarin sær umafatur myndir bæði frá starti og endaspurti. Rós til Kringvarpið. Tá eg skrivaði á www.drekin.fo frá 2003 til 2008, høvdu vit fastan myndamann á hvørjari stevnu. Vit høvdu myndir frá øllum róðrum og felagsmyndir av vinnarum við nøvnum. Men fastan myndamann havi eg ikki. Sigi bara takk, at ungu menninir tíma at taka nakrar myndir. Eg eri í hvørfall nøgdur hvørja ferð. (Vagnur)











