Meiningahornið – Nakrar viðmerkingar um fjølmiðlar

Sosialurin er viknaður seinnu árini. (Mynd Vagnur)

Sosialurin er viknaður seinnu árini. (Mynd Vagnur)

Tá ið vit um dagarnar fingu hálvárs kringvarpsgjaldið sendandi, hugsaði eg um nógvu skrivingina um fjølmiðlar í seinastuni. Í míni fjølmiðlaverð er ómetaliga týdningarmikið, at vit hava eitt vælrikið og sterkt alment kringvarp. Eg haldi, at summar ákoyringarnar ímóti Kringvarpinum eru á sera lágum støði og serliga frá teimum niðri í Vágsbotni. Eg havi upplivað øll bløðini, sum av fíggjarligum ávum máttu blaka handklæðið í ringin. Spell, at Dimmalætting mátti gevast, men eisini spell, at sjálvt Sosialurin er viknaður.

Eg var ein av teimum, sum skrivaði á sinni, at tað var skeivt at leggja saman Sjónvarp Føroya og Ùtvarp Føroya. Her mistu vit eina kapping millum fjølmiðlar. Trúði einki uppá, at peningur kundi sparast. Vit høvdu eitt vælrikið Ùtvarp Føroya, sum var væl fyri fíggjarliga, og eitt Sjónvarp Føroya, sum ikki hevði so nógv ár á baki. Samanleggingin varð gjørd í skundi, og endin varð, at sjónvarpið hálaði útvarpið niður í myrka fíggjarliga dýpið, tí tað kostar so nógv at framleiða sjónvarpstilfar.

Vit eiga øll at sláa ring um Kringvarpið. (Mynd Vagnur)

Týdningarmikið at hava eitt væl rikið alment kingvarp (Mynd Vagnur)

Sagt verður, at eingi bløð er eftir um tíggju ár. Hetta er jú gongdin kring allan knøttin, tí nýggir miðlar vinna fram allastaðni. Í Sosialinum frá mikudegnum verður skrivað nógv um fjølmiðlar bæði í leiðara og inni í blaðnum. Eg trúgvi einki uppá, at Sosialurin gerst betri, um fyritøkan fær handilslýsingarnar frá kringvarpinum. Eg haldi, at Miðlahúsið spennur um ov nógv, tí minkar dygdin í Sosialinum, sjálvt um Dimmalætting ikki er til longur.

Mær dámar slett ikki stílin í Vikublaðnum. Har alt ov nógvar greinar, har blaðið skrivar um fyritøkur, fyri síðani at fáa lýsing frá fyritøkuni í blaðið. Eg lesi tí næstan ikki Vikublaðið, sum Miðlahúsið gevur út. Eg siti í hondini við Sosialinum frá mikudegnum. Í blaðnum eru nakrar fáar áhugaverdar greinar, men eisini gomul tíðindi. Tilfarið um fjølmiðlarnar er skrivað áður, vit vita, at Watson verður handtikin, tá ið hann kemur aftur til Føroyar. Góð grein, sum Finnur Johansen skrivar um Vág og góð samrøða Jón Brian Hvidtfeldt hevur við Dennis Holm. Og so eru tað minningarorðini og takkarlýsingar, sum hevur fólksins áhuga.

Aftur til kringvarpsgjaldið. Vit eru tvey fólk í húsinum um at gjalda 3600 krónur um árið fyri sjónvarp og útvarp, tað vil siga 150 krónur um mánaðin hvør. Hetta er ikki stór upphædd, tá hugsað verður um, hvat vit gjalda fyri útlendsku rásirnar, og hvat tað kostar at fylla sær bensintangan. At pensjonistar sleppa bíligari hevur eingin nakað ímóti. Tá ið snýr seg um Miðlahúsið, so mátti borið til, at fyritøkan fær nakað av stuðli frá landinum.

Eg havi mangan sagt, at tey í Miðlahúsinum eru ófør, men tey hava óivað spent bogan ov nógv. Tey skuldu ongantíð givið út Vikublaðið, sum slett ikki heldur fjølmiðlastøðið. Mær dámar slett ikki hetta blaðið. Heldur skuldi orkan verður brúkt at betra um Sosialin og in.fo. Rás 2 ger dygdararbeiði minus nakrar av sendingunum hjá Òla Breckmann, sum ikki megnar at halda seg til starvið sum vertur. Ein vertur skal vera uttanveltaður. Hann skal ikki koma við sínum meiningum ella rættari sagt bæði spyrgja og svara sjálvur. Orsøkin er óivað, at Òli brennur inn við so nógvum.

Sjálvandi kann nógv gerast betri í Sortudíki, men sum áður sagt, er kostnaðarmikið at framleiða sjónvarp, og tað sýnist, sum útvarpið eisini má bløða fyri hesum. Av og á fái eg Norðlýsið í hondina, og blaðið, sum ikki er so rúgvusmikið, dámar mær væl, tí altíð áhuguvert er at lesa tilfar úr Norðoyggjum. Ja, so er spennandi at frætta, hvussu stevningin frá landsstýrismanni ímóti Kringvarpinum spælir av. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *