Claus Rasmussen gleðir seg til avbjóðingina í Vági

Claus hevur nógvar royndir sum venjari. (Mynd Vagnur)

Claus hevur nógvar royndir sum venjari. (Mynd Vagnur)

Claus Rasmussen hevur nógvar royndir sum venjari, og hondbóltur hevur altíð fylt nógv í hansara gerandisdegi. Hann hevur vant kvinnulandsliðið, vant fleiri manslið í bestu deildini, og seinasta kappingarár vandi hann ungdómslið hjá Neistanum.

Eg havi spurt Claus, hvussu hann fær alt at hanga saman, tá hann er leiðari á dagstovni í Hoyvík og eisini skal venja VB kvinnur. Claus sigur soleiðis.

– Mær dámar væl at arbeiða sum hondbóltsvenjari, og tá eg fekk møguleikan at venja VB kvinnur, helt eg hetta vera so mikið áhugaverda uppgávu, at eg tók av. Men allar fyrst mátti eg fáa á pláss venjingartíðirnar.

Vit eru samd um, at eg fari til Vágs mánadag klokkum fýra og eri aftur á Havnini týsmorgun klokkan 8.45. Vit venja so mánakvøld. Eg havi ein hjálparvenjara, sum venur VB kvinnur mikukvøld, har dentur serliga verður lagdur á styrkivenjingar, málmansvenjingar og skot.

– Fríggjadag seinnapart fari eg aftur til Vágs, og tá venja vit fríggjakvøld og tvær ferðir leygardag.Tú spyrt, hvussu skal venjast, tá ið landskappingin byrjar. Vit royna at halda somu venjingarskipan, tó við fáum broytingum, tá dystir eru á skránni.

– Umframt at venja VB kvinnur, skal eg eisini hjálpa at leggja til rættis venjingina hjá teimum ungu, so VB spælarar fáa góða skipaða hondbóltsvenjing frá ungum árum og til eldru deildirnar. Guðrið Mortensen og Rannvá Johannessen hava útbúgvið seg sum venjarar innan HSF, og vit í felag skulu seta kósina hjá VB spælarum og byggja upp. Hetta gleði eg meg til.

Tað hevði verið stuttligt, um VB gjørdi veruligan vørr næsta kappingarár.

Tað hevði verið stuttligt, um VB gjørdi veruligan vørr næsta kappingarár.

– VB kvinnur gjørdust nummar fýra seinasta kappingarár. Liðið skeyt nógv mál, men alt ov nógv mál fóru í VB málið, tí náddi liðið ikki í FM-finalurnar. VB fær ein útlendskan málverja aftrat, og fáa vit so verjuna at rigga, sum hon skal, kunnu vit bjóða ovastu liðnum av um FM-finaluplássini. Guðrið skal eiga fyrsta dagin, og hon mann koma aftur á vøllin seinni í ár, og so er Laila komin aftur. VB hevur mest sum somu manning, sum seinasta kappingarár, sigur Claus at enda.

Um hini liðini í bestu deildini vita vit higartil, at Andreas F. Hansen og Sophus Dal Chistiansen halda fram at venja kyndilskvinnur. Palli Joensen og Flemming Raben venja neistakvinnur, Henrik Gerster venur VÍF kvinnur, sami útlendingurin venur Stjørnuna, og einki er frætt enn, hvør skal venja StÍF kvinnur: (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *