Nú er endaliga staðfest, at dómarin á sundalagsstevnuni gjørdi stórt mistak, tá hann ikki skjeyt róðurin av, tá Gongurólvur hekk fastur. Á eystanstevnu var júst sama støða, tá 5-mannafarið Tekla hekk eftir. Róðursdrongurin á Teklu fekk at enda tó krøkt krókin úr, dreingirnir rógva nakrar metrar, tá dómarin skjýtur róðurin av. Men hetta var ikki gjørt á sundalagsstevnu, tá Gongurólvur hekk fastur.
Umframt hetta, stendur í kappingarreglunum, at hongur bátur eftir, skal hann hava gult kort, men tað fekk Gongurólvur ikki á sundalagsstevnu. Á eystanstevnu kannaðu dómararnir krókin hjá Teklu og funnu útav, at galið var við krókinum. Tí var gula kortið, Tekla fekk, tikið aftur. Á sundalagsstevnu kannaði eingin krókin hjá Gongurólvi, og báturin fekk ikki gult kort. Dómarin lat bara standa til, sjálvt um hann sá, at Gongurólvur hekk fastur og misti tríggjar, fýra bátslongdir, sum tíðuliga sæst á myndunum hjá Kringvarpinum. Eingin ivi um, at Gongurólvur var fyri vanbýti á sundalagsstevnu.
Meðan eg sat við telduna og hugdi at dreingjaróðrinum leygardagin, sum tók 50 minuttir at avgreiða, segði viðmerkjarin hjá Kringvarpinum millum annað: Summi siga, at krókarnir eru nakað trekir, og áttu tí at verið eftirkannaðir. Eisini segði hann júst tað sama, sum eg skrivi omanfyri, at støðan hjá Teklu, sum hekk eftir á eystanstevnu og hjá Gongurólvi, sum hekk eftir á sundalagsstevnu, eru púra eins støður. Tó við muninum, at á sundalagsstevnu var ikki skotið av, men varð gjørt á eystanstevnu, tá Tekla hekk eftir.
Tí er heilt ófatuligt, at nevndin í Róðrarsambandinum avvísir klaguna frá Gongurólvi. Tað kann ikki vera rætt, at dómarin á sundalagsstevnu ger sínar egnu kappingarreglur á staðnum. Dómarin skúgvar eisini til viks alla siðvenjan, tí sum vit sóu á eystanstevnu varð skotið av, tá Tekla hekk eftir í startinum. Skotið varð eisini av tvær ferðir á norðoyastevnu.
Her má nevndin í Róðrarsambandinum taka í egnan barm og siga, at dómarin gjørdi stórt mistak á sundalagsstevnu, sum Gongurólvur ikki skal svíða fyri. Gongurólvur var av órøttum fyri vanbýti á sundalagsstevnu, tí skal umróður fyriskipast. Alt annað er órættvíst og skeivt í míni róðrarverð. Róðrarsambandið kann ikki liva við slíkum órættvísi.
Niðanfyri partir av reglugerðini um gul kort
Grein 10:
Stardómararnir skulu syrgja fyri, at fram starvnarnir liggja á linju, tá ið startað verður. Startdómarin hevur heimild at skjóta róðurin av upp til 20 sekund eftir startin.
Grein 6:
Gul kort verður givin:
1. Um róðrarmanning ikki aktar boð frá start- og høvuðsdómarum.’
2.Um róðrarbátur tjóvstartar.
3.Um róðrarbátur undir róðri fer av róðrarøki sínum inn á økið hjá ørðum róðrarbáti.
4.Um róðursmaður/kvinna reisir seg undir róðri.
5 . Um róðrarbátur hongur eftir, eftir at startað er. (Fyrivarni skulu tó vera tikin um bátur hongur eftir av tekniskum feilum á útgerð frá RSF)
6.Um útgerð ásett av RSF vantar í bátinum.Vísast skal vera til lógir um bátin grein 10.
7.Um róðrarbátur ikki er á kappróðrarøkinum, ávíst av stevnufyrireikararnum, minst ein tíma fyri fyrsta FM róður.
Vit minnast øll hendingina, tá 10-mannafarið Eysturoyingur á sinni hekk eftir í startinum og harvið tapti FM-heitið. Eftir hesa hending varð samtykt á aðalfundi hjá Róðrarsambandinum, at skjótast skal av, um bátar hingu eftir. Síðani skal báturin hava gult kort, og hendur hetta einaferð aftrat á somu stevnu, fellur reyða kortið, og báturin má úr feltinum. Í míni róðrarverð er ógvuliga umráandi og eitt krav, at dómarar døma eins á stevnunum. Men tað hava teir ikki gjørt, og málið um 6-mannafarið Gongurólv á sundalagsstevnu og 5-mannafarið Teklu á eystanstevnu eru dømi um hetta. (Vagnur)
