Børn royna fyrst fleiri ítróttagreinar fyri síðani at velja eina burturav

Nógv fólk koma til fimleikaframsýningarnar. (Mynd Hannis Wardum)

Tá ið vit vóru ungir hondbóltsspælarar, varð spælt hondbólt um summarið. Um veturin spældu vit eitt sindur av borðtennis, seinni eitt sindur av flogbólti, og onkur gjørdi fimleik. Vit vandu ikki eins nógv, og ítróttafólkini nú mangan gera, og til bar til hjá ungum at íðka fleiri ítróttagreinar. Men hetta er nú broytt, tí kravt verður meira av teimum ungu, tey venja meira, og tí mugu fleiri longu á ungum árunum velja eina ítróttagrein burturav. Tey kunnu koma í tvístøðu. 

Ungur elitusvimjari, sum kanska venur níggju ferðir um vikuna og summar tíðir á árinum bæði á morgni og seint seinnapartin, kann ikki eisini spæla fótbólt ella rógva um kapp, har vant verður kanska fýra ferðir um vikuna. Tíðin strekkir als ikki til.

Børn vilja royna nógvar  ítróttagreinar, og tey renna eftir skúlatíð frá bóltspæli til fimleik og víðari til badminton, borðtennis ella svimjing. Foreldrini hava mangan  torført at fylgja við. Hetta gongur, tá ið børnini kanska er tíggju ára gomul, men longu, tá ið tey fara í framhaldsdeild, mugu tey velja. Hetta krevja ítróttagreinarnar.

Ungir fótbóltsspælarar í fótbóltsskúla í Gundadali. (Mynd Fótbóltssambandið)

Á mínum ungu hondbóltsdøgum vóru tað nakrir dreingir, sum spældu bæði hondbólt og fótbólt. Orsøkin var, at bæði hondbóltskappingin og fótbóltskappingin vóru nógv styttri enn nú, dystirnir vóru ikki so nógvir, og vit vandu ikki eins nógv, og tey ungu nú gera.

Eg kundi hugsað  mær at nevnt Sverra Jacobsen úr Havn sum dømi úr rúgvuni av spælarum, sum gjørdu seg galdandi bæði í hondbólti og í fótbólti í bestu deildini. Sverri var av bestu hondbólts- og fótbóltsspælarum og spældi í mansaldur við Kyndli og vann mong FM-heitið. Hann spældi eisini á besta liðnum hjá HB, har hann eisini FM heiti, og hann spældi eisini flogbólt við HB, har hann eisini vann FM-heiti.

Í dag hevði hetta ikki borið til, tí fótbóltskappingin er longd frá 18 til 27 dystir, og spælarar eru sáttmálabundnir. Eftir at Føroyar fóru upp í altjóða fótbólt bæði við A-landsliðum og ungdómslandsliðum, hava spælarar nógmikið við fótbóltinum, sjálvt um mangir teirra sum børn eisini vóru úrmælingar í øðrum ítróttagreinum.

Nógvar gentur fara til Danmarkar í eftirskúla. (Mynd Birgir Sondum)

Eg kann minnast, at hesir spælarar komu onkuntíð í tvístøðu, tí teir skuldu kanska til Suðuroyar at spæla fótbólt, men viðkomandi skuldi eisini sama dag spæla hondbólt aðrastaðni í Føroyum. Tá vóru dystirnir færri, og lættari var at flyta dystir, sum mangan varð gjørt, men hetta gongur ikki longur.

Allastaðni í Europa verður tosað um, at ítrótturin missir nógvan ungdóm í aldrinum fjúrtan  til átjan ár. Fjøruti pinkur ella piltar byrja í einum bólki, men tá ið tey koma til unglingaaldur, megna tey ikki at manna lið. Hvat bleiv av teimum ungu?

Fyrsti frágangurin er eftir níggjunda flokk, tá ið summi ung fara uttanlands í eftirskúla. Longu nú velja kanska fleiri ung eina av tveimum ítróttagreinum frá, og onnur áhugamál koma í teirra hugaheim, sum at ganga í býnum, ella onkur er farin at spæla okkurt  ljóðføri.

Svimur tú elitusvimjing, eru ikki stundir til aðra ítróttagrein. (Mynd Álvur)

Næsti frágangurin er, tá ið tey fara í miðnámsskúla, tí tá skulu fleiri tímar brúkast til skúlaarbeiði, og tá er bara pláss fyri eini ítróttagrein. Eftir miðnámskúlan fara nógv uttanlands í lestrarørindum ella fara út at fjakka. Frágangur er tá stórur í øllum ítróttagreinunum og harvið feløgunum kring landið.

Eg havi hug at enda hesi orð til tess at vísa á, hvussu økið kring landið kunnu broytast innan ítróttin. Eg hava spælt hondbólt í bestu deildini ímóti Stjørnuni, EB, TB, NSÍ og SÍF. Tá ið eg blev eldri, spældi eg í  2. deild onkran dysti ímóti VB og GÍ.

Havi áður víst á, at mans- og dreingjahondbólturin mátti lúta nógvastaðni, tá ið vit fingu frálíku graslíkisvallirnar, og at vit fóru upp á altjóðan fótbólt. Fótbólturin hevði nú nógv meira at bjóða ungdóminum enn aðrar ítróttagreinar.

Stjørnan hevur ikki longur dreingja-og manshondbólt, og EB, sum áður spældi í bestu kvinnudeild og bestu mansdeild, fær ikki rættliga gongd á aftur  hondbóltin í nýggju høllini. Hondbólturin á Tvøroyri tapti slagið um ungdómin fyri serliga flogbóltinum, og nógv ár eru liðin, síðan nakað manslið í bestu deildini var í Runavík. SÍF og Søljan, sum áður høvdu bæði kvinnu- og manslið í bestu hondbóltsdeildini, royna at fáa gong á aftur ungdómshondbóltin, men feløgini er í harðari kapping við fótbóltin og flogbóltin.

Ungdómurin hevur nógv tilboð at velja ímillum, og tilboðini er so mikið nógv, at summar ítróttagreinar mugu lúta fyri øðrum ítróttagreinum. Vit kunnu siga, at tað er kapping um ungdómin kring landið, tí øll vilja menna ´”sína” ítróttagrein. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *