Nakrir dagar eru farnir síðani fyrsta FM-róðurin á norðoyastevnu, tí serlig eftirmeting. Eg havi spurt meg fyri í Klaksvík, hvussu verður við Klaksvíkingi á sundalagsstevnu leygardagin í næstu viku, og har verður sagt, at tveir rógvarar eru farnir uttanlands í arbeiðsørindum og ein rógvari á skeið. Ikki fekst endaligt svar, um Klaksvíkingur er við á sundalagsstevnu. Nú haldi eg, at tíðin er komin, at vit skrotta antin 5-mannafør við kvinnum ella 6-mannafør við kvinnum, so vit fáa eina góða kapping. Hvat halda tit? Læs resten
Tretivu neistaspælarar ruddaðu Leynasand
Eg fekk nakrar myndir sendandi frá venjara at ungum neistaspælarum, sum næsta seinasta vikuskifti ídnir gingu á sandinum í Leynum og leitaðu eftir óruddi. Vendi mær til venjaran Jákup Hanusson,sum eigur hús í Leynum, og spurdi hann, hví júst so nógvir neistaspælarar ruddaðu á Leynasand, og Jákup sigur soleiðis um frálíku ferðina í Leynum.. Læs resten
Heilt stórur munur á bátum í fleiri FM-róðrum í Klaksvík
Nú er tað vorðið soleiðis, at tú vónar ongantíð longur, at FM-kappróðurin byrjar til tíðina. Hesuferð mistu vit hálvan tíma, áðrenn fyrstu bátarnir sluppu avstað. Eitt var, at tveir dreingjabátar lógu eftir fyrstu ferð, men sambært útvarpsbátinum, var eisini okkurt galið við startinum. Trekkja vit fyrsta hálva tíman frá, gekk væl at avgreiða fyrstu FM-róðrarnar á árinum. Læs resten
Fær Hestur ikki fast samband verður fólkatómt í oynni
Eg hitti í vikuni hestman, sum býr á Havn. Spurdi hann, hvussu støðan var úti í Hesti, og hvussu hann metti um framtíðina hjá oynni. – Fær Hestur ikki fast samband, tá ið undirsjóvartunnil einaferð skal gerast um Skopunarfjørð, so gerst oyggin fólkatóm. Í hesti búgva bara eldri fólk, segði hestmaðurin. Sambært “Tórshavnar kommunu í tølum” búgva 28 fólk úti í Hesti, og tað sigur nógv um støðuna, at 26 av teimum 28 fólkunum hava valrætt. Tað vil siga, at í bygdini eru eingi børn. Læs resten
Meiningahornið – Nakrir tankar um nógv umrødda tollmálið

Torført at fáa skil á, hvat vendir upp, og hvat vendir niður í tollmálinum og politiska spælinum. (Mynd Vagnur)
Summar tíðir steðgar veruliga upp hjá mær at finna út av, hvat vendir upp, og hvat vendir niður í politiskum málum. Eitt er nógv umrødda tollmálið og harvið trupulleikarnir í samgonguni. Fert tú út á gøtuna og spyr fólk, hvat tollmálið snýr seg um. og hvat er rætt, og hvat er skreivt, vita fólk eins og eg ikki, tí so nógvar ymsar útsagnir koma fram í fjølmiðlunum. Læs resten
Forvitnisligt at hitta bretsk ferðafólk í Havnar Kirkju
Tá ið stóru ferðamannaskipini eru á Havnini, er Havnar Kirkja opin, og eg eri ein av teimum, sum onkuntíð eri vakt í kirkjuni. Havi ampa av, at eg ikki dugi nóg væl at málbera meg á enskum, tí tað er so nógv, eg vil siga teimum ferðandi, tá tey spyrja. Týsmorgunin lá ferðamannaskip á Molanum, og nógv fólk stukku inn á gólvið í Havnar Kirkju. Og hetta skuldi gerast áhugaverd løta fyri meg. Læs resten
Bara broyttur hugburður kann broyta føroyskan hondbólt, sigur Finnur Hansson

Stórt Upplivilsi hjá U20 landsliðnum at vinna IHF Trophy kappingina í Andorra. Men hvat so? (Mynd HSF)
Føroyska U20 manslandsliðið í hondbólti hevur havt frálíka ferð í IHF Trophy kappingini í Andorra, har føroyska landsliðið vann kappingina. Hetta er alt frálíkt og stuttligt fyri spælarar og venjaratoymi og góð “reklama” fyri føroyskan hondbólt. Men eg siti hvørja ferð, ungu landsliðini hava spælt uttanlands, eftir við tonkunum, hví føroyskur manshondbóltur ikki gerst betri, tá ið ungu landsliðini klára seg so væl. Hetta havi eg prátað við Finn Hansson um. Læs resten
Miðvingur, Ørnin, Frúgvin, Beinta, Dúgvan og kanska Riddarin
Altíð er hugaligt at práta við systkini úr Vágum Hansinu á Plógv, sum er stóra eldsálin í róðrardeildini í Sandavágs ítróttafelag, og Jógvan Hans Hansen, sum er formaður í Miðvágs róðrarfelag. Kappróður fyllir heilt nógv í teirra hugaheimi, og tað hevur tað altíð gjørt. Eg havi ringt vestur í Vágar til tess at vita, hvussu gongst at manna bátarnar í summar. Og tey bæði siga soleiðis: Læs resten
Havnar róðrarfelag hevur mist einkarrættin til ólavsøkuna

Nú fáa Argja róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur fíggjarligan part av ólavsøkuróðrunum. (Mynd Vagnur)
Alla mína tíð hevur Havnar róðrarfelag skipað fyri kappróðrinum á ólavsøku. Men nú hevur felagið mist einkarrættin, og skulu Havnar róðrarfelag, Argja róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur í felag skipa fyri ólavsøkukappóðrinum og býta inntøkurnar. Í nógv ár er tosað um eyma málið, tí tey í Róðrarfelagnum Knørri og Argja róðrarfelag vildu hava part í ólavsøkuinntøkunum. Ynski er frá býráðspolitikarum í kommununi, at øll trý feløgini skipa fyri ólavsøkuróðrinum. Læs resten
Klaksvíkingur brýtur lógina um trygd umborð á kappróðrarbáti
Manningin umborð á 10-mannafarinum Klaksvíkingi mugu halda mær til góðar, men tað pínur mítt róðrarhjarta í dag at síggja nógvar myndir av Klaksvíkingi í Norðlýsinum, har bara bátsformaðurin Svein Rógvi Nielsen rør í vesti, sjálvt um tað stendur tíðuliga og greitt í lógini, at øll kappróðrarfólk skulu rógva í vesti. Læs resten






