Tá ið stóru ferðamannaskipini eru á Havnini, er Havnar Kirkja opin, og eg eri ein av teimum, sum onkuntíð eri vakt í kirkjuni. Havi ampa av, at eg ikki dugi nóg væl at málbera meg á enskum, tí tað er so nógv, eg vil siga teimum ferðandi, tá tey spyrja. Týsmorgunin lá ferðamannaskip á Molanum, og nógv fólk stukku inn á gólvið í Havnar Kirkju. Og hetta skuldi gerast áhugaverd løta fyri meg.
Eg sat skamt við, har degnurin plagar at sita. Tey ferðandi vóru eldri fólk úr Skotlandi, Onglandi og Wales. Ferðamannaskipið var komið úr Íslandi og skuldi fyrst liggja nakrar tímar við bryggju í Havn. Síðani gekk leiðin til Orknoyggjar á veg til húsa. Nøkur fólk, sum komu í kirkjuna, settu seg á benkurnar, boygdu høvdið og faldaðu hendurnar. Onnur komu fram í kór, hugdu at altartalvuni eina løtu og óiva søgdu nøkur orð innantanna.
Fleiri ferðandi spurdu um minnistplátuna í forkirkjuni, sum er til minnist um ensku hermenninar undir seinna heimsbardaga. Tað liggju jú fleiri enskir hermenn grivnir í kirkjugarðinum við Velbaðstaðvegin. Fleiri spurningur vóru um sjálva kirkjuna, men tey ferðandi vildu eisini vita meira um minnisplátuna. Ikki vistu tey, at 10.000 bretskir hermenn vóru í Føroyum undir seinna heimsbardaga, og at fleiri enn 5000 hermann hildu til bara í Vágum, har teir millum annað bygdu flogvøllin.
Eg segði teimum frá ungu føroysku gentunum, sum eftir lokið kríggj fóru við hermonnum til Bretlands, og hermenninar, sum búsettust seg í Føroyum. Eldri ferðafólkini vóru ómetaliga takksom, blíð og fyrikomandi. Tey høvdu havt frálíka ferð í Íslandi og vóru bergtikin av okkara lítla landin. Onkur teirra visti, at Skotlandi hevði spælt fótbóltslandsdyst ímóti føroyingum, og eg segði teimum frá hinu ferðina, tá nógvu skotarnir í kilti á sinni gingu í Havnargøtum. Segði teimum til stuttleika um skotan, sum í føroyska sjónvarpinum segði, at konufólkini í Føroyum vóru ómetaliga vøkur, men at ølið var alt ov veikt og sipaði til skotska myrka ølið.
Ferðamannaskipið sigldi av Havnini klokkan eitt, og klokkan tólv skuldu tey ferðandi vera umborð. Løtan í Havnar Kirkju var áhugaverd, men eg stóð tó eftir við kensluni, at hevði eg bara dugað betur at málborið meg á enskum. Tá ið eg segði skota, at so var, segði hann við smíli. – Tú skalt ugga teg við, at tú kanst siga okkum frá ymiskum áhugaverdum á enskum, vit duga ikki eitt føroyskt orð.
Ein kona spurdi meg, um fólk komu í føroysku kirkjurnar. Segði teimum, at trúðarlívið í Føroyum hevur góðan byr, tá ið hugsað verður um Danmark og hini norðanlondini. Konan segði mær, at undirtøkan fyri kirkjuni í Bretlandi er dalandi, eftir allar “sex skandalirnar”, sum eru komnar undan kavi í katolsku kirkjunum kring heimin. Hon var ógvuliga ørkymla og kedd um gongdina. Eg segði henni, at eini 85% av føroyingum eru kirkjufólki, eini 13% hoyra til Brøðrasamkomuna, og so eru tildømis bara fáir katolikkar í Føroyum. Hon takkaði fyri, tók í hondina á mær og segði farvæl. (Vagnur)


