Meiningahornið – Nakrir tankar um nógv umrødda tollmálið

Torført hjá okkum at fáa skil á, hvat vendir upp og hvat vendir niður tollmálinum og politiska spælinum. (Mynd Vagnur)

Torført at fáa skil á, hvat vendir upp, og hvat vendir niður í tollmálinum og politiska spælinum. (Mynd Vagnur)

Summar tíðir steðgar veruliga upp hjá mær at finna út av, hvat vendir upp, og hvat vendir niður í politiskum málum. Eitt er nógv umrødda tollmálið og harvið trupulleikarnir í samgonguni. Fert tú út á gøtuna og spyr fólk, hvat tollmálið snýr seg um. og hvat er rætt, og hvat er skreivt, vita fólk eins og eg ikki, tí so nógvar ymsar útsagnir koma fram í fjølmiðlunum.

Oyggjatíðindi portalurin og Vágaportalurin verja mest sum landsstýrismannin í fíggjarmálum við sínum grundgevingum, meðan portal.fo og kringvarpið royna at prógva tað mótsatta. Sosialurin og in.fo liggja nakað mitt ímillum. Eg havi altíð havt tað soleiðis, at eitt menniskja skal altíð hava møguleikan at fóta sær aftur í lívinum, tá viðkomandi hevur traðkað við síðuna av. Tá ið revsingin er goldin samfelagnum, skal viðkomandi sjálvandi hava møguleikan aftur.

Í málinum um fíggjarmálaráðharran eru tvey “ting”, sum eg slett ikki skilji. Skilti ongantíð, hví fíggjarmálaráðharrin skuldi hava løgfrøðing undir lið, tá ið hann á sinni hevði tíðindafund í Miðlahúsinum. Hetta sær mann tildømis ikki í Danmark, tí hví so í Føroyum? Fíggjarmálaráðharrin má megna sjálvur kunna svara fyri seg. Og so skilji eg slett ikki, at Miðlahúsið letur Òla Breckmann sita báðumegin borðið í kjaksending í vikuni um júst sama mál. Hoyrdi part av sendingini og má siga, at fjølmiðlahandverkið hesa løtuna var beinleiðis ússaligt, tí verturin bæði spurdi og gevur til kennar sínar meiningar. Meiningin hjá vertinum kom fleiri ferðir fram í parti av sendingini, eg hoyrdi. Hetta er ikki uppgávan hjá verti, hann skal spyrja, og gestirnir við borðið svara. Verturin skal vera uttanveltaður.

Eisini haldi eg, at gomul mál og hendingar kunnu ikki fylgja persóni restina av lívinum, men eg haldi tó, at fólk, sum stýra landinum, skulu hava rein pappírir. Vit tosa um at hava álit. Ikki lætt at stýra einum lítlum oyggjalandi sum okkara, tí samfelagið er lítið, øll kenna øll, vita alt um grannan, og øvundsjúkan trívist ómetaliga væl í okkara landi. Lættari er at stýra stórum landi ella býi, tí fjarstøðan millum fólk er størri.

Tá ið vit hugsa um politisku støðunaí løtuni, er ikki lætt hjá løgmanni at stýra millum skerini, tí tvinnir eru kostirnir í tollmálinum, og hvørgin er mjúkur at takla hjá løgmanni. Nýval verður ikki útskrivað á hásumri, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil ikki frá, sjálvt um samd løgtingsfólk hjá Sambandinum ynskja tað. Skuldi tað hent, at vit fáa nýval, eru fáir møguleikar at skipa samgongu. Vit hava fýra stórar flokkar, og minst tveir mugu ganga saman í samgongu. Javnaðarflokkurin boðar frá, at hann arbeiðir ikki saman við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi fara neyvan saman í samgongu, og samstarvið millum Tjóðveldi og Fólkaflokkin er nógv slitið síðani fullveldissamgonguna.

Vit á síðulinjuni royna at gera okkum eina meining, hvat vendir upp, og hvat vendir niður í tollmálinum og harvið politisku støðuni. Men tað gongur ógvuliga strilti í hvørfall hjá mær. Eg og nógv við mær fara ikki at døma fíiggjarmálaráðharran bara við útsagnum í fjølmiðlunum, tí tær eru ógvuliga ymiskar. Nú bíða fólk eftir, hvørja støðu løgmaður kemur til ein av fyrstu døgunum. Hann tosar um fýra møguleikar, og so er spurningurin, hvønn av møguleikunum hann brúkar at loysa íkomna politiska knútin. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *