Miðvingur, Ørnin, Frúgvin, Beinta, Dúgvan og kanska Riddarin

Miðvingur avmyndaður í ólavsøku í fjør. (Mynd Vagnur)

Miðvingur avmyndaður á ólavsøku í fjør. (Mynd Vagnur)

Altíð er hugaligt at práta við systkini úr Vágum Hansinu á Plógv, sum er stóra eldsálin í róðrardeildini í Sandavágs ítróttafelag, og Jógvan Hans Hansen, sum er formaður í Miðvágs róðrarfelag. Kappróður fyllir heilt nógv í teirra hugaheimi, og tað hevur tað altíð gjørt. Eg havi ringt vestur í Vágar til tess at vita, hvussu gongst at manna bátarnar í summar. Og tey bæði siga soleiðis: Læs resten →

Havnar róðrarfelag hevur mist einkarrættin til ólavsøkuna

Nú fáa Argja róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur fíggjarligan part av ólavsøkuróðrunum. (Mynd Vagnur)

Nú fáa Argja róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur fíggjarligan part av ólavsøkuróðrunum. (Mynd Vagnur)

Alla mína tíð hevur Havnar róðrarfelag skipað fyri kappróðrinum á ólavsøku. Men nú hevur felagið mist einkarrættin, og skulu Havnar róðrarfelag, Argja róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur í felag skipa fyri ólavsøkukappóðrinum og býta inntøkurnar. Í nógv ár er tosað um eyma málið, tí tey í Róðrarfelagnum Knørri og Argja róðrarfelag vildu hava part í ólavsøkuinntøkunum. Ynski er frá býráðspolitikarum í kommununi, at øll trý feløgini skipa fyri ólavsøkuróðrinum. Læs resten →

Klaksvíkingur brýtur lógina um trygd umborð á kappróðrarbáti

hjhjhjh

Samanlagt 10.000 krónur í bót, tí bara ein rógvari í vesti. (Mynd Norðlýsið)

Manningin umborð á 10-mannafarinum Klaksvíkingi mugu halda mær til góðar, men tað pínur mítt róðrarhjarta í dag at síggja nógvar myndir av Klaksvíkingi í Norðlýsinum, har bara bátsformaðurin Svein Rógvi Nielsen rør í vesti, sjálvt um tað stendur tíðuliga og greitt í lógini, at øll kappróðrarfólk skulu rógva í vesti. Læs resten →

Frálíkt at tey varðveita gamlar grindabátar og kappróðrarbátar

Ormurin langi vann stuttleikaróðurin við seglum.

Ormurin langi vann stuttleikaróðurin við seglum.

Í sambandi við bátafagnaðin í Sunnba og Lopra seinasta vikuskifti kannaði eg eitt sindur um fólkatalið í kommununi, sum eru tær fýra bygdirnar Sunnba, Lopra, Akrar og Víkabyrgi. Havi tosað við skrivaran í kommununi, og hon segði mær, at tað búgva umleið 350 fólk í kommununi. Eini 100 fólk í Lopra, 220 í Sunnba, 30 á Økrum og eingin býr í Víkabyrgi. Fyri umleið 25 árunum síðani búði um 540 fólk í kommununi, og tað má siga at vera stór minking í %-um. Men aftur til bátafagnaðin seinasta vikuskifti. Læs resten →

Bátafagnaðurin, sum sunnbingar skipaðu fyri, eydnaðist væl

Sunnbingurin frá 1957 og Ormurin langi rógva um kapp á Lopransfjørði. (Mynd Heri Silvurdal)

Sunnbingurin frá 1957 og Ormurin langi rógva um kapp á Lopransfjørði.

Eg var ómetaliga spentur at síggja umvælda Sunnbingin, sum Brestir Vestergaard, hevur umvælt og gjørt kláran til Ment 2014 ella rættari sagt bátafagnaðin, sum sunnbingar skipaðu fyri seinasta vikuskifti. Vakrir bátar, vakrar myndir og nógv fólk. Eftir ætlan skuldi tiltakið vera í Sunnba, men Sunnbøur er brimpláss, og henda dagin var veðrið ikki til vildar, og tí var tiltakið flutt til Lopra. Læs resten →

Jón Viðstein hevur í 25 ár verið skipari á Váðasteini

Jón Viðstein í skiparastólinum umborð á Váðasteini. (Mynd Vagnur)

Jón Viðstein í skiparastólinum umborð á Váðasteini. (Mynd Vagnur)

Í góðveðrinum mánamorgunin lá línuskipið Vágasteinur við bryggju við “Ískaiina” í Havn og tók ís, tí klokkan eitt skuldi skipið undir Føroyar at royna. Váðasteinur er í mínum hugaheimi ein býarmynd á Havn, tí síðani 1977, tá ið skipið varð bygt á Tórhavnar skipasmiðju, hevur tú sæð Váðastein komin og farin inn um Molan ella hevur ligið við bryggju. Eg havi altíð fylgt Váðasteini. Læs resten →

H71 yvirhálar nú Neistan og Kyndil á dreingja- og manssíðuni

Mynd HSF.

Mynd HSF.

U20 landsliðsvenjararnir Kári Nielsen og Birgir Hansen hava tikið út spælararnar, sum í døgunum 21. til 25. mai skulu spæla IHF Trophy kapping í Andorra. Tá ið eg sá nøvnini á teimum fjúrtan landsliðsspælarunum, kundi eg bara enn einaferð staðfesta tað, sum eg í nøkur ár havi havt varhugan av: H71 hevur nú veruliga yvirhálað Neistan og Kyndil á dreingja- og manssíðuni, tí meðan ein neistaspælari og eingin kyndilsspælari eru á  U 20 landsliðnum, eru seks H71 spælarar, tríggir vestmenningar, tveir strandingar og tveir útsetar. Her má ein klokka ringja onkrastaðni. Læs resten →

Mammur, døtur og ein omma manna Erlu Kongsdóttir

Frá vinstru Kirstin, Betina og Jastrið. Fremst Sofía við heiðursmerkunum. ( Mynd Vagnur)

Frá vinstru Kirstin, Betina og Jastrið. Fremst Sofía við heiðursmerkunum. ( Mynd Vagnur)

Manningin umborð á 5-mannafarinum Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði er ógvuliga sjáldsom. Tey hava mannað bátin av nýggjum við gentum, tí genturnar, sum vunnu FM-hetið í 2012 og 2013 eru farnar av bátinum. Eldri kvinnur róðu í fjør við 6-mannafarinum Rádna, men nú hava tey mannað Erlu Kongsdóttir við trimum eldri kvinnum frá Rádna, einum nýggjum rógvara og tvíburunum Jastrið og Kirstin, sum í 2012 og 2013 vunnu FM-heitið við bátinum. Eg havi hitt Betinu Toftegaard, sum er mamma tvíburarnar, rør sjálv við Erlu Kongsdóttir og er forkvinna í ÍF kappróðri. Læs resten →

Bátsformaðurin á Kvívíkingi var nøgdur við snarróðurin

Brandur Isaksen bátsformaður. (Mynd Vagnur)

Brandur Isaksen bátsformaður á Kvívíkingi. (Mynd Vagnur)

Hugaligt at síggja ljósabláa 8-mannafarið úr Kvívík rógva snarróður á Havnarvág. Kvívíkingur hevur drúgva róðrarsøgu. Báturin er í summar mannaður við rógvarum úr Kvívík og Vestmanna.

Neystið hjá Kvívíkar Róðrarfelag stendur á Válinum, men neystið er ikki heilt tíðarhóskandi. Eg havi hitt bátsformannin Brand Isaksen, og hann sigur: – Vit fingu ikki nóg góðan start í snarróðrinum, men annars eru vit nøgdir við avrikið, og vit eru bjartskygdir um róðrarárið..

– Tú spyrt um neystið á Válinum? – Har stendur Kvívíkingur, loftið er innrættað, og har standa rógvimaskinurnar. Neystið er frálíkt, men góðar brúsuumstøður vanta. Í summar hava vit bara tvær manningar í felagnum, 8-mannafarið og Junkaran barnamanning dreingir. Læs resten →

Sjáldan upplivir tú slíkt grimdarregn á Havnarvág

Tað oysregnaði hesa løtuna, myndin varð tikin. (Mynd Vagnur)

Tað oysregnaði hesa løtuna, myndin varð tikin. (Mynd Vagnur)

Myndin omanfyri er av 8-mannfarinum Gullbrandi úr Fuglafirði. Báturin er á veg út á málið at rógva snarróður. Umborð sita fýra kvinnur og fýra menn við árarnar. Blandaður snarróður er fyri 8-mannafør, og leygardagin fóru trý 8-mannafør um málið. Fyrst Gullbrandur, síðani Argjabáturin og Heiðabáturin. Rógvarar halda tað vera stuttligt at royna blandaðan snarróður, og serliga kvinnurnar halda tað vera forkunnugt at sita í 8-mannafari. Eg havi sjáldan sæð slíkt grimdarregn á Havnarvág. Droparnir stukku úr aftur sjónum. Veðrið kunnu vit einki gera við, og tað sýntist, sum rógvarar ikki vóru so nógv ávirkaðir av veðrinum, tí veðrið er stórur viðspælari í kappróðrinum. Men eg helt, at serliga ungu rógvararnir ikki høvdu latið seg í eftir veðrinum, sum kom óvart á teir. Hetta skulu tey ungu læra, nú FM-róðrarnir standa fyri durum. Á toftini í bakborð umborð á Gullbrandi situr Betina Toftegaard forkvinna í ÌF kappróðri.  Hana fekk eg orð á, sum kemur í seinni grein. (Vagnur)